18.mai 2024

Kristin uppaling

Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri
ikki víkja av honum.

Orðt.22,6

Eitt lítið barn er júst komið í heimin. Tað liggur og hyggur spyrjandi og
bangið rundan um seg. Tað veit einki um heimin. Barnið er spildurnýtt –
hevur enn einki lært. Uppgávan hjá øllum foreldrum er at læra barnið um
lívið, sum tað veksur til – at læra tað um Jesus og Himmalin og alt, sum
har til hoyrir.

Tann lærdómur, ið eitt barn fær heiman, fylgir tí alt lívið. Tí er tað so
ómetaliga týdningarmikið, at vit læra børnini um Gud – bæði heima og við
at senda tey í sunnudagsskúla og á ungdómsmøtir og í kirkju.

Tann trúgvin, tú hevur, og tær áskoðanir, tú hevur, og tær avgerðir, tú
tekur, eru grundarlagið í lívi tínum. Grundarlagið verður bygt upp
gjøgnum øll tíni barna- og ungdómsár, og tú, sum trýrt á Gud, skilir, at um
tú ikki lærir barn títt um tess skapara og frelsara, er møguleikin har, at tað
als ikki kemur til trúgv á hann. Er tað ikki betri at hava givið lærdómin
víðari, so tú hevur reina samvitsku og kann lata barn títt fara út í lívið við
einum sterkum og tryggum grundarlagi? Tá hevur tú gjørt títt. Tá kennir
barnið Jesus. Um tað so velur at fylgja honum ella ikki, verður ein søk
millum tað og Várharra.

Men sum ørindið sigur: Tað, sum verður lært frá barnsbeini, situr so fast, at
tað fylgir tær til deyðadags.

Má Gud hjálpa okkum at bera henda ríka lærdóm víðari til komandi
ættarlið.
s.

 

 
 
 
 
 
 
17.mai 2024


Lívsins høvdingi

og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt
æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; –

1.Joh.1,2

Sum lívið er stutt. Ikki er undarligt, at menniskjan verður líknað við grasið.
Barnadagarnir – hvussu skjótt fóru teir ikki? Og ungdómsdagarnir – hvar
eru teir? Dagur dettur av degi, og áðrenn vit vita av, so sita vit við
minnunum úr einum lívi, sum skjótt er komið at enda.

Summi av okkum eiga minni um gleði í álvara og gaman saman við vinum
og kenningum. Lívsins byrur var við, og vit komu okkum fram, sum
stavnhaldið var sett.

Summi av okkum eiga minni um sorg. Barnadreymar fóru fyri skeyti.
Ungdómsvónir brustu. Vit skinklaðu fram eftir lívsins gøtu; freistingar
feldu okkum, og synd dálkaði okkum.

Men hjá teimum flestu av okkum man lívið vera blandað við gleði og sorg.

Ið hvussu so veit við hjá tí einstaka, so er lívið stutt. Um eitt bil liggja vit
kvirr og køld undir flag. Og so tykist onki meir at vera – menniskjan er
sum grasið.

Men hvørt av okkum menniskjum hevur eina ódeyðiliga sál, sum páskirnar
hava boð til. Orðið páskir merkir at fara framvið. Deyðans eingil kann fara
framvið sál okkara. Hann kann taka likamið, men sálini ger hann einki.
Hon verður verandi um ævir. Men hvar?

Og her er tað, at vit ikki kunnu líkna menniskjuna við grasið.

Luther sigur um lívið, deyðan og dómadag soleiðis: ”Annaðhvørt
dómadagur kemur, ella eg skal doyggja, so hevur tað einki at siga. Mín
Harri Jesus lítur eina løtu at deyðanum, meðan hann ætlar at drepa meg.
Og tá ið so deyðin heldur, at eg eri deyður, tá eri eg als ikki deyður, men
sovi so leyst, at Kristus kann ikki opna munn sín, uttan at eg hoyri tað og
vakni upp til hitt æviga lívið.”

Paulus nevnir Jesus sum lívsins høvdinga, sum Gud reisti upp frá deyðum.
(Áps.3,15)

Tú vantrúna sál, hav ikki nóg mikið í lívsins gleði, og miss ikki treystið í
lívsins sorgum, men lýð á páskaboðskapin um lívsins høvdinga, sum
ápostlarnir hava sæð og vitnað um fyri tær.

Lívsins høvdingi er komin at leiða teg úr hesum stutta lívi í deyðans døkku
dølum inn í faðirsins ævigu ljósborgir til hitt æviga lívið.

Rætt honum hond tína, so at sál tín verður ikki liggjandi eftir uttanfyri í
myrkrinum tann dagin, tá ið páskaklokkurnar halda uppat at kalla.

Rætt mær hond, o veldisseggur,
her so stuttur er mín steðgur,
verj meg móti myrkurs gerð!
Jesus, signa mína ferð!
n.

 
 
 
 
 
16.mai 2024


Breyð eina
Men hann svaraði og segði: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av
breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.«

Matt.4,4

Vit liva í einum av heimsins ríkastu londum, og vit hava nóg mikið av
breyði at eta, og tað eru vit takksom fyri. Liva vit bara av breyði? Svarið er
sjálvandi nei.

Vit kunnu bara nevna hetta, sum tað norska blaðið, ”Shalom” skrivar, og
munnu umstøðurnar í Føroyum ikki líkjast eitt sindur? - 1)
Kriminaliteturin er 10-faldaður tey seinastu 30 árini. 2) Tað er ein stórur
samfelagstrupulleiki, at ung taka seg av døgum. 3) Harðskapur móti eldri
og yngri. 4) Børn verða kynsliga misnýtt. 5) Yvirgangsbólkar fara so langt
sum til dráp. 6) Harðskapur í útvarpi og sjónvarpi. 7) Børn seta seg upp
ímóti foreldrunum. 8) Ógudiligar lógir. 9) Tey kriminellu, sum sita inni
fyri morð, rán ella harðskap, sita í luksusi. - Uppsetingin er tilvildarlig.

Harðskapurin er ein hóttan móti demokratiinum, sigur fyrrverandi
landfútin, W.Haugli, samstundis sum hann heldur, at vit eru ov fávitskut
mótvegis kriminalitetinum.

Jesus sigur okkum í Matt.24,12, at ”av tí at lógloysið økist, skal kærleikin
kólna hjá teimum flestu.
” Paulus skrivar til Timoteus(2.Tim.3,1-4) ... at á
síðstu døgum skulu koma torførar tíðar, tí at menniskjuni skulu vera
sjálvkær ... Tú kann eins væl siga egoistisk ... Alt hetta, tí at menniskju
vilja liva av breyði eina, og ikki hava nakað við Gud at gera.

Guds orð fær rætt. Menniskjan livir ikki av breyði eina. Men tað eru
summir kendir persónar í samfelagnum, sum halda upp á tað.

Sjálvandi liva vit; men gera vit tað við framtíðini í huga? Tað sum Gud
kann gera ókeypis fyri okkum, um vit lurta eftir honum, skulu vit nú loysa
við at játta fleiri pengar til løgregluna. Tá ið syndin er fullbúgvin, førir hon
deyða. Tú kanst vera vísur í, at ein dag eru vit fátæk og svong, eisini
viðvíkjandi tí dagliga breyðinum.

Tað hevur altíð gingist soleiðis, sum Gud hevur sagt, og tað fer tað altíð at
gera. Bjargingin fyri land og fólk liggur í einari gjøgnumgrípandi veking.
Bið um hana og trúgv, at tú hevur fingið svar. Matt.21,22. Bið hann, sum
eigur akurskurðin Matt.9,37-38: ”Tá sigur hann við lærusveinar sínar:
»Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum
akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.«

Hvat skulu vit gera?? Biðið, biðið...so skal tykkum verða givið... Luk.6,38
Bið Harra akurskurðsins goyma teg í høli sínum vanlukkudagin. Sálm.27,5
Gud vælsigni teg.

”Shalom”. E.Campbell umsetti

 
 
 
 
 
 
15.mai 2024


Kom sum tú ert

Men sonurin segði við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og
ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.« Men faðirin segði
við húskallar sínar: »Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í
tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á
føturnar;

Luk.15,21-22

Vit kenna øll søguna um hin burturvilsta sonin og hin miskunnsama
faðirin. Og vit vita, at Jesus í hesum líknilsi talar um okkum og um Gud.
Men hvat er tað, sum hann opinberar fyri okkum um okkum sjálvi og um
Gud?

Eins og hin burturvilsti sonurin hava vit oytt ognir okkara burtur í einum
óryggiligum levnaði. Summi í vásaklæðum, onnur í sunnudagsklæðum.
Sannleikin um okkum er, at vit eru øll farin burtur, hvør sín veg, og at vit
hava øll syndað, og at okkum vantar Guds heiður.

Um hin burturvilsta sonin verður sagt okkum, at hann gekk í seg sjálvan,
og at hann játtaði synd sína. Tað er júst hesa støðu, Gud vil, at vit skulu
koma í. Og hann vil, at vit skulu koma til hansara. Hann biður okkum ikki
um at snáka okkum upp – tí at tað eru vit ikki før fyri. Men hann biður
okkum koma, soleiðis sum vit eru. Ikki tí at vit halda okkum vera verd
góðsku hansara, men tí at vit ikki halda okkum vera hana verd.

Støða okkara til Guds er tann, at hann brigdar okkum ikki syndir okkara.
Og hann finst ikki at skitnu klæðum okkara – tá ið vit soleiðis koma til
hansara. Men Hann gevur boð um, at vit skulu vera latin í tey bestu
klæðini.

Og hesi klæðini eru tann rættvísisklædningur, sum Jesus Kristus við lívi og
deyða sínum hevur vunnið okkum.
E.A.J

 
 
 
 
 
14.mai 2024


”Bill! Tað er Jesus!”


Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: »Miskunn mær líkar,
og ikki offur.« Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.«

Matt.9,13

Trolli Neutzsky Wullf
Eingin minnist longur, hvat hann æt meir enn Bill. Hann var jú ikki annað
enn eitt gamalt neyðardýr, sum mátti stríða seg gjøgnum lívið so frægt,
sum hann kundi.

Einaferð hevði hann staðið vónríkur á gáttini inn til lívið, til reiðar at taka
tøk við ungu kreftum sínum. Tíverri gjørdist tað í staðin fyri soleiðis, at tað
bleiv alkoholið, sum tók tøk við hann.

Tí hin vónríki ungi maðurin gjørdist trælur hjá alkoholi. Fitta, unga kona
hansara fór frá honum, tá ið hon skilti, at tað einasta, hon kundi vænta sær
av hjúnalagnum, var hin tungi luturin hjá eini drykkjumanskonu. Og tá ið
hon var farin, var einki, sum kundi halda honum uppi.

Við veika lyndi sínum rak hann viljaleysur heimanífrá við streyminum, og
fyri hvørt árið sakk hann djúpari og djúpari niður í synd og vesaldóm. Nú
var tað langt síðani, at hann endaði millum útskotini í milliónbýnum
Toronto í Kanada.

Hann var væl kendur gestur hjá teimum ymsu kristnu
hjálparfelagsskapunum. Hann plagdi at koma hagar, óvaskaður og skitin
og luktaði av bíligum alkoholi, at fáa sær eitt sindur av mati ella eitt stað at
sova.

Eingin visti, hvussu ofta tey høvdu roynt at prátað við hann og víst honum
vegin til Jesus. Men alkoholmisnýtslan hevði gjørt hann so dølskan, at tað
sýntist ikki, sum nakað festi seg hjá honum. Hann sat bara og lurtaði uttan
at látast um vón.

So góvust tey og lótu hann vera og royndu seg við øðrum, sum góvu betri
vónir. Bill hoyrdi til teirra, sum einki menniskja kundi hjálpa.

Men hóast tað hoyrdi hann støðugt evangeliið verða boðað, tá ið hann kom
inn á møtini. Hann hoydi um Jesus sum syndara vin, og um blóðið, sum
reinsar frá allari synd. Eingin sá, hvat ið hann hugsaði og føldi, har hann
sat, lítil og samanhoknaður, og lurtaði eftir Orðinum, sum ongantíð skal
venda tómt aftur.

Og ein dagin møtti Bill Jesusi. Eingin veit, hvussu tað ber til, men
broytingin varð sjónlig fyri øll. Alkoholdeymurin var burtur, klæðini blivu
reinari, og andlitsbragdið varð eitt annað.

Eingin annar hevði verið hjástaddur, tá ið Bill og Jesus møttust, og hin
gamli drykkjumaðurin slapp at leggja syndabyrði sína av við krossins fót.
Ein friður, sum hann ikki hevði kent, síðan hann var heilt ungur, fylti sál
hansara.

Tað var so ótrúliga lítið, hann skilti av evangeliinum. Hann var enn
einsamallur og varð ongantíð roknaður sum ein fullgóður bróðir hjá
teimum kristnu. Hann hevði verið stemplaður sum eitt útskot, og tað
stemplið megnaði hann ikki at broyta. Hann royndi tað annars heldur ikki.
Hann var so vanur við, at eingin roknaði hann fyri nakað, at tað var vorðið
náttúrligt fyri hann.

Alt, hann skilti, var, at Jesus var blivin besti vinur hansara, og at øll dapra
fortíð hansara var fjald undir blóðinum. Men tað var eisini meir enn nóg
mikið.

Hann fekk til vana at fara inn í eina kirkju hvønn dag og leggja seg á knæ
við altarið. Hann segði altíð tey somu orðini: ”Jesus! Tað er Bill!”


Meir nýttist honum ikki at siga, tí tað ráddi fullkomið samljóð millum
hann og Frelsara hansara. Tá ið hann hevði ligið á knæ eina løtu, reistist
hann og fór út aftur, styrktur í trúnni og fyltur við stórari gleði.

So bleiv hann sjúkur og koyrdur á sjúkrahús. Reinvaskaður og fínur lá
hann í song síni og var so inniliga takksamur fyri alt, sum varð gjørt fyri
hann. Ongantíð høvdu tey havt ein so takksaman sjúkling sum Bill.

Holly, ein ung sjúkrasystir, varnaðist, at hann ongantíð fekk vitjan, bræv
ella blómur. Henni tókti synd í honum og spurdi, um hann ikki hevði
skyldfólk ella vinir, sum hon skuldi fáa fatur á. ”So fekst tú kanska vitjan
av og á,” segði hon eymliga. ”Tú liggur so einsamallur her.”

Hann risti við høvdinum. Hann átti hvørki ætt ella vinir. Uttan ein,
sjálvandi. ”Og hann vitjar meg hvønn dag.” segði hann. ”Hvønn einasta
dag kemur hann og vitjar meg.”

Holly ivaðist stórliga. Hon hevði ongantíð sæð nakran við song hansara.
Men nú gjørdist Bill ágrýtin: ”Hvønn einasta dag á middegi kemur hann
og stendur við song mína. ”Bill! tað er Jesus!” sigur hann og hyggur so
milt at mær... Hann er so fittur og so góður, so góður. Hann hevur lovað
mær, at eg skal sleppa heim við honum.”

Holly vildi ikki trúgva hesum. Hon var ikki trúgvandi, men um tað kundi
gera henda gamla mannin lukkuligari, skuldi hon ikki órógva dagdreymar
hansara.

Men Bill visti, at hetta vóru eingir dagdreymar. Um eingin annar í stovuni
kundi síggja Jesus, so sá hann hann, og hann lá altíð og gleddist til tað
løtuna, tá ið hin milda røddin náddi honum: ”Bill! Tað er Jesus!”

Tað gekk skjótt aftur á hondini hjá honum. Kroppurin var ov veikur at gera
mótstøðu móti sjúkuni, og sjálvt hin besta røktin kundi ikki hjálpa honum.

Hin einasta, sum var til staðar, tá ið hann doyði, var Holly. Hon kom av
tilvild inn beint tá. Hon sá smílið, sum breiddist um andlitið á Bill, og hon
hoyrdi hann teska við veikari rødd: ”Á, takk Jesus, at tú komst eisini í
dag.” Hon sá hann rætta hondina út, sum rætti hann onkrum hana.

So dró hann sítt síðsta lætta suff og fór heim við Frelsara sínum fyri
ongantíð aftur at skiljast frá honum.
E.Campbell umsetti

 
 
 
 
 
 
13.mai 2024


Guds Orð verða standandi

Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki
forganga.

Luk.21,33

Tað er gleðiligt, at stórmenninir í heiminum eru vorðnir samdir um, at teir
vilja gera sítt til, at heimurin verður ikki lagdur í oyði av teimum
oyðileggingarvápnum, sum menn nú hava um hendur.

Men hetta vikar kortini ikki tey orðini, at himin og heimur skulu ganga
undir. Tí at skakast skulu himmalsins kreftir, og menn skulu ørmaktast av
ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið.

Tað ber til hjá stjórnarmonnum at semjast um, at hereftir skulu ikki verða
gjørdar fleiri hættisligar royndarspreingingar. Men tað stendur ikki í teirra
valdi at byrgja fyri jarðskjálvtum, áarføri og omanlopum víða hvar. ”Men
alt hetta eru teir fyrstu verkirnir.
” Matt.24,8

Ein pinkalítil jarðskjálvti heima hjá okkum sjálvum hevði verið nóg mikið
til at fáa okkum at hugsa um tað, sum koma skal – og til at flýggja burtur
frá fjøllunum av ótta fyri omanlopum.

Men Orðið, sum um ævir verður standandi, sigur okkum, at tá ið Jesus
Kristus kemur aftur, skulu menn biðja fjøll og heyggjar um at fjala seg, tí
at tá elvir dómurin yvir syndina størri ræðslu enn allar heimsins vanlukkur.

Guds Orð, sum um ævir verður standandi, gevur okkum einastu ugganina
og einastu bjargingina, tí ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið
verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra
millum eri eg fremstur;
” 1.Tim.1,15
Sælur er tann, sum tekur við hesum Orði.
E.A.J

 
 
 
 
 
12.mai 2024


Vinur barnanna

Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men
lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey. Men tá ið Jesus sá hetta,
varð hann vreiður og segði við teir: »Latið smábørnini koma til mín,
forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.

Mark.10,13-14

Jesus var so góður við børn. Tí var tað, at hann so fegin tók tey í favn og
vælsignaði tey.

Men lærusveinarnir skiltu ikki hetta sambandið millum Jesus og børnini,
og tí royndu teir at forða børnunum í at koma til Frelsaran.

Tá ið Jesus varð varur við hetta, varð hann vreiður. - Ja, hugsa tær, tað
stendur, at hann varð vreiður inn á teir. Tað ið eg veit, er hetta einasta
staðið í Nýggja Testamenti, har skrivað stendur, at Jesus varð vreiður.
Hann var ofta sorgarbundin av lærusveinum sínum. Men tá ið sá, at teir
vildu forða børnunum í at koma til hansara, bleiv hann vreiður.

Hvat mundi vera grundin til, at lærusveinarnir bóru seg soleiðis at? Mundi
tað ikki vera tað, at teir hildu, at tíðin hjá stóra Meistara teirra, var alt ov
dýrabar at verða brúkt til hesi smáu? Tað vóru jú so nógv vaksin fólk, sum
trongdu til hjálp hansara bæði tímiliga og andaliga. Og so máttu børnini
fara til viks.

Ja, soleiðis hugsaðu lærusveinarnir. Men Meistarin hugsaði ikki so.

Og tá ið lærusveinarnir hugsaðu so, so var tað sjálvandi av tí, at teir ikki
kendu Meistaran so væl og líktust so lítið honum.

Og so var tað, at Jesus mátti seta teir so dyggiliga upp á pláss og koma við
hesi greiðu, avgjørdu læruni um, hvør ið hevur rættindi til Jesus ella
atgongd til hansara, at tey vaksnu hava als ongan fyrimun framum børnini.
Tvørturímóti. ”Guds ríki hoyrir slíkum til.”

Man tað ikki vera so, at í dag er eisini nógv av hesum sama sinnalagnum,
sum lærusveinarnir høvdu? Man tað ikki eisini vera at finna millum
trúgvandi fólk?

Tað mesta av tí andaliga virkseminum eru ætlað vaksnum fólki. Og er tað
ikki næstan vorðið ein teori hetta, at ein má gerast vaksin fyri at blíva
frelstur? Sannleikin er beint øvugtur, sigur Jesus. Tað er netupp vit vaksnu,
sum mugu blíva sum børn, áðrenn vit kunnu koma inn í Guds ríki.

Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið
barn, hann skal als ikki koma inn í tað.«
” Mark.10,15

Hetta er greið tala. Her nýtist ongum at ivast.

Vegurin til Guds ríki var soleiðis, at børnini fingu stórt pláss í Jesu tonkum
og hjarta.

Spurgeon greiðir frá, at hann einaferð sá eina mynd, sum vísti hendingina í
oyðimørkini, tá ið Móses hevjaði upp koparormin. Har var stór trokan
kring stongina, sum bar koparormin. Allaruttast í mannamúgvuni stóð ein
neyðars mamma við doyggjandi barni sínum á arminum. Fólk trokaðu so
illa, so hon slapp ikki nærri. Og myndin vísir, at hon lyftir barn sítt so høgt
upp, sum hon fær, við øðrum arminum, meðan hon við hondini á hinum
arminum heldur undir høkuna á barninum og roynir at snara andlitinum
soleiðis, at eyguni í barninum skulu síggja koparormin – og tað skal blíva
frelst.
Ein undurfull mynd!

Tað er hetta, ein og hvør góður sunnudagsskúlalærari ger. Soleiðis gera
allir pápar og allar mammur, sum kenna ábyrgd fyri barni sínum mótvegis
tí livandi Gudi.

Soleiðis eiga øll kristin, sum hava eitt sindur av sinnalagnum hjá tí
himmalska barnavininum, at gera.
E.Campbell umsetti

 
 
 
 
 
 
11.mai 2024


Givið eftir

»Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar.
Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.«
»Sælir eru teir, sum hava
misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin
ikki tilroknar synd.«

Róm.4,7-8

Fyri mongum árum síðani búði í Skotlandi ein lækni, sum var víðagitin
fyri dugnaskap og gudsótta sín. Eftir deyða hansara vóru nógvar av
rokningum hansara til sjúklingarnar funnar kvittaðar við reyðum blekki við
orðunum, ”Givnar eftir”.

Tá kona hansara sá hesar rokningar, kravdi hon, at tær skuldu verða
goldnar. Hon læt upp í hendurnar á innkrevjara, sum síðan legði málið fyri
rættin.

Undir rættargongdini spurdi dómarin læknafrúnna, um hon ásannaði, at
reyða skriftin á rokningunum var skriftin hjá manni hennara. Hon svaraði
ja.

”Um so er”, segði dómarin, ”tá er eingin dómstólur her á landi, sum kann
krevja henda pening inn.”

Eitt menniskja kann verða illa við tann dagin, tað fær hina stóru
rokningina, sum tað á ongan hátt er ført fyri at gjalda.

Og ikki eru tað bert tær rokningar, sum ein sjálvur ásannar seg sekan til at
gjalda, sum kunnu tyngja samvitskuna.

Onnur fíra ikki fyri at leggja fyri okkum rokningar, og tað verður ikki altíð
gjørt við bestu ætlan – mangan heldur við sigursælu í sinni. Har sært tú –
klárar tú hatta? Og vit mugu svara nei, vit klára tað ikki.

Sælur er hann, sum fær skrivað ”Givið eftir” á rokning sína og tað av
honum, sum hevur rætt og vald til at fyrigeva syndir á jørð.

Sælur er hann, sum hevur strítt seg fram til trúnna á, at hann, ið á Golgata
vann rættin til tess, hevur givið skuld hansara eftir. Tann rokningin, sum
hann hevur skrivað ”Givið eftir” á, er kvittað í allar ævir.

Har rokningin ikki er givin eftir, má menniskjað sjálvt standa til svars fyri
skuld sína.
A.J

 
 
 
 
 
 
10.mai 2024


Jesus er syndara vinur

Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði:
»Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!«

Luk.5,8

Hevur tú, sum nú lesur hesar reglur, nakrantíð í Orðsins sanna álvara,
viðgingið, at tú ert ein syndigur maður ella ein syndug kvinna?

Eg kann vitna fyri tær, at um tú hevur sæð teg sjálvan sum eitt syndugt
menniskja, og tú so hevur viðgingið tað fyri Jesusi – hevur í trúgv á hann
játtað syndir tínar fyri honum, tá ert tú ein frelstur syndari. Tá fært tú at
kenna, at Jesus elskar teg, og hevur elskað teg alla tíðina, meðan tú gekst
blindur og bar tína egnu synd. Tí tann dagin, hann doyði á krossinum,
doyði hann fyri syndina hjá hvørjum menniskja, sum trýr á hann og játtar
syndina fyri honum. Slík menniskju eru Jesu vinir; teimum tekur hann sær
av.

Tá ið Pætur sigur hesi omanfyri standandi orðini við Jesus, tá svarar hann
honum: ”... »Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!« ”

Enn í dag nýtir Jesus slík syndug menniskju sum Pætur at veiða menn til
Guds ríki. Men ofta styggir júst hetta tey sjálvrættvísu longri burtur frá
Guds ríki – longri inn í teirra sjálvrættvísi. Sjálvrættvísin førir til dóm og
glatan, meðan játtanin av syndini førir til fyrigeving og frelsu. Hin
sjálvrættvísi sonurin var standandi uttanfyri faðirhúsið, meðan hin, sum
vendi heim aftur og segði: ”Faðir, eg havi syndað!” kom inn og varð væl
fagnaður.

Tá ið Pætur sá Jesu stóru vælgerð við at geva tann mikla fiskifong, tá sá
Pætur seg sjálvan sum syndugan. Hvussu mangan hevur Jesus ikki gjørt
væl ímóti tær og mær og vælsignað okkum við dýrum lívsins gávum.
Latum okkum spyrja okkum sjálvi, um tað hevur fingið okkum til at venda
okkum til Jesus og siga: ”Harri, eg havi syndað!”

Hava góðgerðir hansara fingið okkum til at fara frá øllum syndugum
tonkum, orðum og verki og fylgja honum? - Hevur trúgvin á Jesus fingið
okkum inn í hitt góða stríðið, har rættlætis sigurskransurin er
syndafyrigeving og náði?
n.

 
 
 
 
 
 
9.mai 2024


At banna

Tá sigur Jesus við hann: »Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur:
»Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.««

Matt.4,10

Tað at ákalla djevulin er ósømiligt og sjálvandi synd ímóti Gudi, móti
einum sjálvum og móti teimum, sum hoyra.

Tað hendir, at vit hoyra slíkt í útvarpi og sjónvarpi. Har ljóðar tað
ódámligari og skitnari enn nakra aðra staðni.

Og líka galið er tað, tá ið størri børn læra tey minnu at ákalla ”illamann”.
Foreldur og skúlar hava í hesum sambandi eina ómetaliga ábyrgd: at síggja
til, at eingin verður upplærdur í hesum. Vit mugu minnast til, at tað at
ákalla hin ónda, er hitt sama sum at tæna honum. - Hann frøist um tað.

Nei, Jesus sigur skilliga, hvønn tað er, sum vit skulu ákalla, tæna og
tilbiðja. ”...»Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« ”
Matt.4,10

 

 
 
 
 
 
 
8.mai 2024


Náði og friður

- Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heiløg: Náði veri við
tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!


Soleiðis byrjar Paulus brøv síni. Náði og friður veri við tykkum. Friður er
eingin í hjartanum uttan við Guds náði. Guds friður, tað er syndanna
fyrigeving, Guds náðigáva til okkum við Harra okkara, Jesusi Kristi.
Soleiðis byrjar Paulus brøv síni við orðinum: Náði veri við tykkum og
friður frá Gudi. Og hann endar tey: Náði veri við tykkum.

Tí, tá ið eg eri visur í Guds náði, havi eg frið í hjartanum, havi eg frið, um
eg livi ella doyggi. Soleiðis elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, tann
einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava
ævigt lív.

Náðin er Guds Faðirs. Av síni stór náði gav Hann son sín fyri at frelsa
okkum. Guds sonur forlíkaði okkum við Gud við sínum blóði, tá ið hann
leið krossdeyðan fyri okkara syndir; við honum hava vit syndanna
fyrigeving. Við honum hava vit frið. Tá ið lívsdagurin fer at halla, og
náttin kemur, tá ið eingin kann arbeiða, tá samla allir spurningar seg í
henda eina: Eri eg vissur um og vissur í Guds náði við Jesusi Kristi, Harra
okkara? Hvat byggja vit nú hesa vissu um Guds náði og frið á? Vit byggja
hana á Orðið, tað æviga og óbroytiliga Guds orð. Guds orði mugu vit
trúgva, tað mugu vit líta fult og heilt á, og Orðið er Kristus sjálvur, tann
krossfesti og aftur upprisni. Hetta orðið er givið til okkum øll, fyri at vit øll
skulu verða sæl av náði.

Men tað eru menniskju, sum halda seg ikki hava brúk fyri hesi náði, venda
Jesusi bakið og vilja einki hava við hann at gera. Slík menniskju vita ikki
sítt egna besta, og vit kunnu hjálpa teimum við at biðja fyri teimum. Tá ið
eitt menniskja stendur uttanfyri Guds ríki, og uttan trúgv, er eingin troyst á
tí degi, tá ið sorgin kemur. Alt verður uttan meining. Men eiga vit trúnna á
Gud Faðir, Guds son og tann Heilaga Anda við fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins og tí æviga lívinum, síggja vit ljós hinumegin ta myrku
grøv og deyðan, og fram til uppreisnina, tá ið Harrin kemur aftur, og øll
tey deyðu skulu rísa upp aftur. Tá hava vit troyst í hesi vónini um uppreisn
og ævigt lív. Vit skiljast ikki med alla, men skulu møtast aftur. Ein lukka er
tað fyri eitt menniskja at hava sett sítt álit til Guds, at tora at siga av hjarta:
Av Guds stóru náði eri eg frelstur, og annaðhvørt eg livi ella doyggi, so
hoyri eg Harranum til.

Lukkuligt tað menniskja, sum kann doyggja í friði og í fullum og heilum
áliti á Harran bara bíða eftir, at Harrin skal taka ein heim – leingist eftir at
verða heimkallaður.
Poul Jacobsen

 
 
 
 
 
 
7.mai 2024


Farið tí

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit
doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað
at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við
tykkum allar dagar alt til veraldar enda.«

Matt.28,19-20

Av heimsins 40.000 trúboðarum arbeiða 95% millum tey fólkini, har tað
eru flest kristin(Afrika, Filipsoyggjunum, Indonesia, Taiwan, Brasilia
o.s.fr.). Av teimm arbeiða 50% í Afrika. Bert 5% av trúboðarunum arbeiða
millum hinduar, budhistar og muslimar. Hetta er orsøkin til, at meir enn
helvtin av heimsins fólkum ongantíð hava hoyrt navnið Jesus nevnt, ikki
so mikið sum einaferð.

Allur heimurin visti eftir 24 tímum, at ein maður hevði lent á mánanum,
men eftir skjótt 2000 árum hevur helvtin av heimsins fólkum enn ongantíð
hoyrt navnið Jesus nevnt bert einaferð í lívi teirra.
Ec

 

 
 
 
 
 
 
6.mai 2024


Tað byrjaði við einari traktat

Men um miðju nátt hildu Paulus og Silas bøn og sungu Guði lovsangir,
og fangarnir lýddu á teir.

Áps. 16,25

P.L.Rounds, fyrrverandi trúboðari í Japan greiðir frá:
Ein ung genta í Japan hevði verið tvey ár á einum tuberklasjúkrahúsi. Hon
var so kløn og ússalig, at hon næstan ikki fekk flutt seg í songini.

Ein dagin, tá ið nøkur trúgvandi vitjaðu sjúkrahúsið fekk hon eina traktat.
Tann dagin var hon ov veik at halda traktatini, so hon bað sjúkrasystrini
hjálpa sær, so hon fekk lisið hana.

Tá ið hon las hitt einfalda evangeliið um Jesus hevði hetta stóra ávirkan á
hana. Hon bað sjúkrasystrina standa við songina, meðan hon oysti út hjárta
sítt í bøn.

Hon bað um fyrigeving fyri synd sína, og hon gjørdist av sonnum umvend.
Sum so mangur annar vildi henda unga genta býta sína frelsugleði við
onnur.

Ein dagin las hon um ein mann, sum var deyðadømdur fyri morð. Hon
gjørdi av at skriva til hansara og siga honum frá Jesusi; men tað tók henni
tríggjar dagar at skriva eitt lítið bræv liðugt. Hon sendi traktatina, sum
hevði havt so stóran týdning fyri hana, saman við brævinum.

Iwata San, sum fangin æt, var at byrja við líkasælur og kaldur mótvegis
brævinum; men eftir at hann hevði lisið tað og var farin at fata, hvat ið tað
hevði kostað henni at senda honum hetta brævið, gjørdist hann rørdur, av tí
at tað var onkur, sum hevði umsorgan fyri sál hansara.

Traktatin varð lisin meira enn einaferð, og ein dagin greip sannleikin hjarta
hansara. Hann tók við boðskapinum í trúgv, og tann dagin frelsti Gud ein
harðrendan drápsmann í einum av fangahúsunum í Tokyo. Vitnisburðurin
hjá hesi ungu gentu hevði borið ávøkst.

Seinni varð hesin drápsmaðurin fluttur til tað fangahúsið, har hann skuldi
avrættast, umleið 600 km frá Tokyo. Ein dagin, tá ið hann sang ein av
teimum kristnu sangunum, hann hevði lært, hoyrdi hann eina rødd kalla
ígjøgnum eina lítla sprungu úr einum øðrum kliva.

Har sat ein maður, ið kallaðist Uchida, sum eisini hevði funnið Jesus sum
sín Frelsara. Hesir báðir gjørdust ógvuliga glaðir at kunna luta sína
frelsugleði hvør við annan.

Iwata San og Uchida San fóru nú til verka, so hinir deyðadømdu fangarnir
kundu blíva frelstir. Fangavørðurin gav teimum loyvi, meðan teir sótu og
ótu, at siga hinum fangunum frá tí, teimum hevði verið fyri.

Iwata San sat í fangahúsinum í tvey ár, og ta tíðina fekk hann náði at leiða
41 aðrar fangar til Jesus. Fangavørðurin gav øllum hesum loyvi til at verða
doyptar í fangahúsinum, og allur dámurin í deyðsklivunum broyttist frá
ótta til gleði og frið. Tá ið vaktarmenninir gingu sína rutu millum
klivarnar, hoyrdu teir evangeliskar sangir úr rættiliga nógvum klivum

Men tíðin, tá ið Iwata San skuldi avrættast, nærkaðist. Hann hevði bara eitt
ynski, áðrenn hann doyði, og tað var at sleppa at vitja hesa unga gentu,
sum hevði sent honum brævið við traktatini. Hetta ynski varð uppfylt.

Tá ið hann sat við sjúkrasongina, segði hann henni, hvat ið Gud hevði
virkað í hjarta hansara gjøgnum brævið. Tá ið hon hoyrdi tað, runnu tárini
stríð oman eftir kjálkum hennara.

Áðrenn hann fór avstað aftur, kendi Iwata San seg leiddan at leggja
hendurnar á høvur hennara og biðja fyri henni. Síðani varð hann førdur
aftur til fangahúsið, har hann varð avrættaður. Men sál hansara fór heim til
Guds, sum hevði reinsað hana í Jesu blóði.

Sama megin, sum hevði umbroytt hjørtuni á fangunum, kom nú inn í lívið
hjá hesi ungu gentu. Eftir tveimum vikum var hon fullkomiliga grødd, og
hon kundi fara heim aftur.

Eitt sovorðið undur gjørdi Gud. Og alt byrjaði við eini traktat
”Kirkeklokken” Effie Campbell týddi

 
 
 
 
 
 
5.mai 2024


Størstur av øllum er kærleikin

Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur
av teimum er kærleikin.

1.Kor.13,13

Carl-Gustaf Severin greiddi frá í Kanal 10, hvussu stóra ávirkan kærleikin
hevur:
Í Amerika gera teir nógvar royndir. Har komu teir fram til, at 80% av
teimum vantrúgvandi søgdu: ”Vit halda ikki, at tey trúgvandi dáma
okkum!”

Vit eiga at æra og biðja fyri teimum, sum hava fingið prædikukallið, men í
Skandinavia har greina vit alt og loysa tað sundur og finnast at, vit døma
og fordøma. Eg og konan vóru einaferð í New York á nýggjárinum. Vit
fóru inn í Brooklyn Tabernacle. Har eru 3 gudstænastur hvønn sunnudag,
og 3.000 fólk eru til hvørja.

Pastorurin las Luk. 6,38: ”Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott,
stappað, stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang.” Tá ið vit
hoyra hatta skriftorðið, hugsa vit ofta um pengar, men her talar Jesus als
ikki um pengar. Nú mugu vit bakka eitt vers. Har stendur: ”Og dømið ikki,
tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða
fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið.” Vit kristnu er skjót at
fordøma. Vit vóru als ikki har, tá ið hendingin fór fram. Hatta má enda, tí
verðin fordømir, men tey kristnu eru brøður og systrar í Harranum, og tey
skulu elska. Men tað ringasta av øllum er, at tíni systkin í Harranum døma
teg, fordøma teg, og gert tú eitt mistak, vilja tey ikki fyrigeva tær. Tey eru
so ímint og hatsk.

Pastorurin heldur áfram: ”Fyri 25 árum síðani komi eg út úr kirkjuni. Tá
stendur ein kvinna uppi á 25. hædd og skal leypa niður úr vindeyganum.
Politiið stendur niðriundir og sjónvarpsfólk, sum við sínum upptøkutólum
eru til reiðar at filma sjálvmorðið. Eg spyrji so politiið: ”Kann eg sleppa
upp til hennara?” Teir siga ja. Tá ið eg eri komin upp til hennara, sigi eg:
”Leyp ikki niður her!” ”Ja, men øll døma meg, øll fordøma meg.” ”Men
tað geri eg ikki, og tað ger Jesus heldur ikki. Tak í hondina á mær!” So fer
hon burtur frá vindeyganum, og eg legði frakka mín niður yvir hana, so
filmstólini ikki skuldu fáa nakra mynd av henni. Eg leiddi hana so allan
vegin niður til politibilin, sum koyrir avstað. Tað eru 25 ár síðani. Í dag
situr hon her á møtinum, tí tað vóru nøkur, sum ikki dømdu hana! Hon var
óivað prostituerað. Jesus dømdi ikki kvinnuna við Sikars brunn. (Jóh. 4,5)

Carl Gustaf heldur áfram: ”Pápi átti eina fastur, sum æt Emma. Tá ið hon
var 80 ára gomul og lá at doyggja, sendi hon boð eftir mær. Eg hevði
ongantíð sæð hana fyrr. Tá sigur hon: ”Tá ið tú vart nýføðingur, bara tvær
vikur gamal, legði eg hondina á teg og bað, at Gud skuldi brúka teg í síni
tænastu.” Ja, tann bønin varð sanniliga hoyrd.

Um Gud kallar á teg til tænastu, ver ikki bangin, ver djarvur! Tá ið Gud
bíleggur okkurt, rindar Hann fyri tað, og Hann tekur hond um teg og førir
verkið fram til sigurs. Effie Campbell.

 
 
 
 
 
 
4.mai 2024


Allir lutir

“Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud,
teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað.”
Róm. 8,28.

Er royndin hjá hesum kinesaranum eisini tín roynd?
Meðan ein kristin gongur gjøgnum eina roynd, eina trongd, má hann altíð
hava hitt endaliga úrslitið í eygsjón. Sjálvt um stríðið og rembingarnar
beint í løtuni eru alt annað enn hugnaligar, eru tær bert hitt fyrsta
trappustigið, sum kann leiða til signing. Kinesararnir siga frá einari søgu
um ein mann, sum hevði ein hest og einans ein son. Ein dagin breyt
hesturin garðin, har hann stóð innigyrdur, og helt til stroks út í hagan.

“Á tann ólukka!” søgdu grannarnir.

“Hví,” segði hin gamli bóndin, “hvussu kanst tú vita tað?”

Kvøldið eftir var dýrið aftur um ta tíðina, tá ið tað plagdi at fáa vatn og
fóður, og við tí vóru 12 vill ross. Kvikliga smeyg sonurin sær útum og læt
portrið aftur. Nú hevði hann 13 ross í staðin fyri einki.

Tá ið grannarnir hoyrdu um hetta, róptu teir fegnir: “Á, tann lukka!”

Sinniliga svaraði hin gamli maðurin: “Hvussu kanst tú vita tað?”

Nakrar dagar aftaná, tá ið sonur hansara skuldi royna at temja eitt av
hesum villu rossunum, bleiv hann slongdur av og breyt annað beinið.

Kvikliga komu grannarnir aftur og søgdu: “Á tann ólukka!”

Aftur svaraði hesin klóki bóndin: “Hvussu kanst tú vita tað?”

Nakrar fáar dagar aftan á hesa hending kom ein krígsherur gjøgnum býin,
og allir raskir ungir menn blivu innskrivaðir og tiknir við í kríggið. Hesir
menn komu ongantíð afturíaftur. Men sonur bóndans varð verandi heima,
av tí at hann hevði brotið beinið. Fyri tey kristnu, sum elska Harran, er tað
eitt gott endamál við øllum mótgangi. Stundum er tað ikki týðiligt í
hesum lívi; men sjálvt tá eru vit før fyri at siga gjøgnum okkara tár:

“Sjálvt um eg ikki skilji tað, veit eg, at HVAT SUM HELST Gud loyvir at
henda, virkar til mítt besta - og tað fevnir um “ALLAR LUTIR”.
Effie Campbell umsetti.

 
 
 
 
 
 
3.mai 2024


Tríggjar systrar – tríggir einglar

”Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg,
skal liva, um hann so doyr; ” Jóh.11,25

Ein eldri kvinna hevur sent okkum hesa frásøgn. Hon hevur sjálv upplivað
hetta:

Tað stóðu nøkur hús niðanfyri vegin. Har var eitt satt vælsignilsi av
børnum, og alt gott um tey øll somul. Men í tí eina húsinum var ein lítil
genta, sum nú var blivin trý ár. Hon var serliga fitt og skilagóð. Um
morgnarnar plagdi hon at fara inn í grannahúsið at vitja ommu og abba.
Tey blivu so fegin fyri hesa vitjan, tí lítla gentan var altíð so blíð.

Men sum tað stendur í sálminum: Lagnan er stundum blíð og stundum
vond. Ein dagin doyði ein grind suðuri í Havn. Og sjálvandi, tað var frøi
at fáa feska grind og spik til døgurða. Tá kókað var, tók mamman pottin
útav, og sum vanligt var, setti hon hann á plátuna frammanfyri komfýrin,
meðan hon fekk lagt ringarnar á aftur. Tá hendi tað syrgiliga, at eitt av
børnunum var áhalsið og kom til pottin. Tað var lítla trý ára gamla gentan.

Hon brendist rættiliga illa. Lækni var eingin at fáa uttan úr Havn. Tað vísti
seg at verða drúgt at bíða eftir Reyða Krossi. Mangan leitaðu eyguni
oman á Hólma, haðani hann skuldi koma.

Fyri at linna eitt sindur hjá tí lítlu, so bar pápin hana allatíðina. Tá tað
hevði hug at seta at hjartanum hjá henni, so fór hann út at ganga. Tá hon
so kólnaði, so varð farið inn aftur. Endiliga kom so báturin og læknin.
Men har var einki at gera. Hann tók hana við sær til Havnar; har gjørdist
heldur onki. Hon doyði.

Sorgin var nívandi. Mamman sat hjá kistuni. Men so kom dagurin, tá ið
hon skuldi jarðast. Har komu nógv fólk at fylgja, so tað gjørdist skjótt ov
trongt inni. So úti í túni vóru nógv, bæði ætt og vinir. Hetta var í
krígsárunum, so eisini hermenninir, sum vóru so góðir við børnini og
kendu tey, vóru komnir har.

Beint áðrenn kistan varð borin út, komu tríggir skyggjandi hvítir fuglar at
flúgva í ring uppi yvir húsinum. Teir vóru so høgt uppi, at tað var eingin,
sum kundi seta navn á teir. Men hermenninir søgdu við børnini, at hetta
vóru einglar. Í kirkjugarðinum stóð ein lítil hvítur krossur, á honum stóð
skrivað(tá var tað á donskum): Herren gav, Herren tog, Herrens navn være
lovet. Har hvíldu tvær systrar hjá tí lítlu. Hvørgin teirra hevði verið meira
enn hálvt ára gomul.

Nú eru tey fleiri í kirkjugarðinum, eisini mamman og pápin. Men Harrin
er tann sami. Hann livir nú og um alla tíð. Gud havi lov.

 
 
 
 
 
2.mai 2024


Vit eiga at líta á Gud

Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna,
Sálm.37,5

Einaferð ein sandoyarprestur hevði verið til gudstænastu í Skúvoy, var so
ókyrt á Sandi, tá ið teir komu aftur við prestinum, at vandamikið var at
lenda. Men onnur ráð vóru ikki at taka. Bátsmenninir vóru greiðir yvir, at
hetta kundi verða teirra seinasta stund. Presturin spyr so formannin,
hvussu hetta man fara at enda. Tá reisir formaðurin seg og lítur prest í
andlitið og sigur: Vit gera tað, vit kunna, og líta á Gud. Hetta treystið og
álitið á Gud, sum formaðurin sýndi, var prestinum ein livandi
vitnisburður, sum hann ongantíð seinni kundi gloyma.

Mangur ein sjómaður hevur ofta einki annað havt at líta á í neyðarstund
uttan Gud, og hvussu mangir kunnu ikki seinni vitna um, at tað var
Harrin, ið hjálpti og eingin annar. Og mangir eru vitnisburðarnir um
Harran, sum hjálpti bæði í likamligari og sálarligari neyð. Og hvussu
stórur er ikki tann skarin, sum í dag syngur Gudi prís í Himlinum, tí Gud
hjálpti teimum á neyðardegi!

Dávid hevði roynt, at njótingin her í heiminum: holdsins girnd, mannaæra
og stuttleikar av ymsum slag endaði í tómleika, tí kann hann vitna um, at
Harrin er trúfastur og álítandi um ævir.

Lít á Gud, tá ið holdsins girnd lokkar teg til synd, tí at synduga levnað títt
svíkur teg til síðst, men reinleikin í Gudi verður tær hollur.

Lít á Gud, tá ið óttin fyri dagligum breyði og lívsins uppihaldi vil køva
lívsgleði tína; kasta alla sorg tína á Gud, tí hann hevur umsorgan fyri tær.

Lít á Gud, tú sjómaður og arbeiðsmaður, sum freistast til at vanhalga
hvíludagin við óneyðugum arbeiði. Lít á Gud, Hann gevur tær tað, sum
rætt er, gerandisdagarnar.

Lít á Gud, tú einsligi, tú neyðstaddi, tú heilsuveiki, tú sjúki! Lít á hann,
hann hevur umsorgan fyri tær, hann elskar teg, hann vil frelsa teg, men
tankar hansara eru hægri enn tínir tankar.

Vit skilja ikki Gud, men vit eiga fram um alt at líta á hann.

 
 
 
 
 
 
 
1.mai 2024


Tollarin

Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti
himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!«

Luk.18,13

Tveir mans fóru niðan í halgidómin at halda bøn. Annar var ein fariseari,
sum var so takksamur um, at hann við Guds hjálp var komin so langt
ávegis við gudrøkni sínum; hin var ein tollari, sum helt, at alt sá so
vónleyst út hjá sær. Báðir komu teir. Annar við sær sjálvum, og hin við
neyð síni!

Og í orðinum her omanfyri sæst, at talan ikki bert var um falskt lítillæti
hjá tollaranum. Hjá honum var talan um vónloysis álvara, at hann ikki var
verdur at koma fram fyri Gud. Men hann kundi heldur ikki velja at halda
seg burturi! Hann mátti royna at tora at nærkast Gudi. Ikki við stórum
frímóði, men bangin og ótryggur. Men hann mátti koma.

Ikki skulu vit taka framferð tollarans sum fyrimynd um sanna eyðmýkt. Tí
so endar tað við, at vit koma til Guds við tøkk fyri, at vit eru næstan líka
so eyðmjúk sum tollarin. Og so vil tað vera følsk eyðmýkt – fariseisma
við øvugtum fortekni.

Vit skulu bert av tollaranum læra, at til ber at koma til Guds, sjálvt tá ið
vit í álvara kenna okkum vesal og óverdug. Vit skulu aldri halda, at vit
fyrst mugu gerast eitt sindur meira verdug, áðrenn vit kunnu koma. Hjá
Gudi er opið fyri syndarar og óverdug. Fyri tær og mær.

Har verður ikki spurt, um tú torir at líta frítt upp, ella tú lítur niður.

Altíð er rúm fyri einum syndara afturat til gudstænastu í Guds kirkju. So
kom við.

Jesus, eg nígi fyri tær,
biði í iðran her:
skjøldur og svørð tú fái mær,
royn meg enn einaferð.