YVIRSKRIFTIR
IRA SANKEY
Hin víðagitni trúboðarin Dwight Moody, sum á ein heilt serligan
hátt varð brúktur av Gudi (1837-1899), hevði altíð við
sær ein av Gudi salvaðan sangara. Hann æt Ira Sankey. Tað verður
sagt um hann, at hann sang líka mong inn í himmalin, sum
Moody prædikaði inn í himmalin.
Eitt árið sjálvan jólaaftan var hr. Sankey umborð á einum
dampbáti, sum sigldi niðan eftir Delaware River. Nógv ferðafólk
vóru komin saman uppi á dekkinum, og tá ið Mr. Sankey eisini
stóð teirra millum, varð hann biðin at syngja. Hann suffaði
upp til Guds at hjálpa sær at velja tann rætta sangin – og
beinanvegin hugdi hann upp móti tí klára himlinum og skar í:
„Saviour, like a Shepherd lead us,
much we need Thy tender care!“
Ein undurfullur friður fall niður yvir øll, tá ið hin vakra
røddin bar orðini út yvir dekkið og ta stillu ánna. Øll vóru so
rørd.
Eftir sangin kom ein maður fram og spurdi Sankey:
„Hevur tú nakrantíð gjørt hertænastu í Union Army?“
Tá ið Mr. Sankey játtaði, helt maðurin á: „Minnist tú, at tú
helt vakt eitt klárt mánalýsiskvøld í 1862?“
Eisini hesum játtaði Ira Sankey. Tá segði hin fremmandi
maðurin: „Eg var eisini í herinum júst um somu tíð, men í
hinum partinum – í Confederate Army. Og tað kvøldið, tú
stóðst á vakt, var eg eisini har í somu ørindum, og eg sá teg, og
eg lyfti byrsuna móti tær og skuldi skjóta teg. Tú stóðst mitt í
ljósinum frá fullmánanum, meðan eg lá fjaldur í skugganum.
Beint tá ið eg skuldi toga í stillipinnin, lyfti tú høvdinum móti
himli og fór at syngja hin vakra sangin:
„Saviour, like a Shepherd lead us,
much we need Thy tender care!“
Tá ið eg hoyrdi hetta, gjørdist tað ómøguligt hjá mær at
skjóta,“ endaði maðurin frásøgn sína. „Jewish Hope“
Saviour, like a Shepherd lead us á føroyskum:
Frelsarin hann eins og hyrði leiðir
Stórur tørvur til tín er,
Lendi tínum frá tú okkum fyllir
Beint í rætt, tú okkum ber.
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Vit nú tínir eru, hjálp tú okkum
Seyðamaður okkar ver;
Røkta fylgið, synd halt tú frá okkum
Leita upp, tá leið burt ber.
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Enn títt lyfti ljóðar, komið higar
Fátøk, sek, nú støðan er
Tá tín náði okkum fult út fríar
Náði tín, hon heilt meg ber.
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
Góði Jesus, góði Jesus,
Tú meg keypti, eri Tín;
START
TAÐ KEMUR FRÁ HJARTANUM
”Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. ”
Orðt. 3,5
Ein av sterkastu ímyndunum um jólini er hjartað – flættað reyð og hvít hjørtu, ein hjartakransur á hurðini, hjørtu í vindeygunum, hjartaliga heilsanir, ja, vit brúka hjørtu allastaðni. Hjartað er ein ímynd um kærleikan, men eisini ein ímynd fyri aðrar sterkar, jaligar kenslur, og at okkurt er virðismikið.
Jólini eru tíðin at vísa nettupp hetta. Hvat mundu jólini verið uttan hjartað? Tey seinastu árini er vaksið fram eitt ”hjartamál”, serliga millum ungfólk. Eg síggi støðugt fingrar, sum forma eitt hjarta, eina hond, sum bankar á bringuna omanvert hjartað, hjørtu, sum sendast í sms-um og teldupostum. Hjartað talar fyri seg sjálvt, og óneyðugt er við øðrum orðum ella frágreiðingum. Tí hjartað hevur sítt egna mál. Orð gerast fátøk í samband við tað, sum kemur frá hjartanum.
”Mítt hjarta tilhald hevur” er ein av okkara vøkru jólasálmum. Kenda danska sálmaskaldið, Brorson, hevur yrkt hann í 1732. Hann nemur við jólanna loyndarmál – at himmalsins kongur mátti føðast inn í eina fátæka verð, í einum myrkum og køldum fjósi. Brorson greiðir frá, hvussu jólanna undur fær rúm í hansara hjarta, soleiðis at Jesus kann føðast av nýggjum í hjartadýpinum. Hann nemur við trúarinnar loyndarmál. Bíbliunnar boðskapur kann ikki skiljast við okkara viti; men hann má føðast inn í okkara hjarta og sinn. Tað eru mong hjørtu, sum valtra yvir til fjósið á jólum. Mong gera sum seyðamenninir, sum hoyrdu boðskapin og fóru inn til Betlehems at finna tað lítla barnið.
Máttu øll, sum leita, funnið henda skattin! Hav eini vælsignað jól!Vit skulu her enda við tveimum versum úr umrødda sálmi. Axel Tórgarð hevur týtt hann í 1960. Hann er nr. 120 í Sálmabók Føroya Kirkju:
Mítt hjarta tilhal hevur:
Mítt hjarta tilhald hevur,
har Jesus føddur var.
Mín hugur hagar dregur,
sítt mið hann hevur har.
Har býr mín longsul inni,
har fær mín trúgv alt gott.
Tú fert mær ei úr minni,
tú fagra jólanátt.
Nei, hjarta, sál og sinni
skal nú upplatast tær.
Her skalt tú búgva inni,
kom, Jesus, gist hjá mær.
Tað er ei fremmant býli,
so dýrt tað keypti tú.
Nú tryggur her tú hvíli
í kærleika og trú
START
You are special
TÚ ERT OKKURT HEILT SERLIGT
Kina-trúboðarin John Bentley gav øllum børnunum á einum kinesiskum barnaheimi bókina hjá Max Lucado, sum æt “You are Special”. Í Kina taka tey dreingir fram um gentur. Røsk smábørn eru hægri í metum enn ússalig. Sannleikin er tann, at børn, sum eru talu- ella hoyrnarbrekað hava ógvuliga smáar møguleikar at fáa eina sunna og virkna tilveru. Allur boðskapur, sum tey fáa úr søguni og mentanini, ljóðar: Tú hevur einki at týða.
Í bókini hjá Lucado verður greitt frá Punchinello, einum trædrongi í einari bygd við træfólki. Bygdarfólki setti stjørnur á “vinnarar” og blettir á “taparar”. Punchinello hevði so nógvar blettir, og fólk góvu honum blettir uttan nakra orsøk. Men tá ið hann hitti Eli, sum hevði gjørt hann, staðfesti Eli, at hann skuldi einki leggja í, hvat ið onnur hildu um hann. “Eg skapti teg,” segði Eli, “og eg geri einki mistak.” Slík orð hevði Punchinello aldri hoyrt áður. Men tá ið hann gjørdi, sum Eli segði, fóru blettirnir at detta av Og tá ið børnini á barnaheiminum hoyrdu hesi orðini, fór teirra heimur at broytast.
John Bentley skrivar, hvussu tað var at lesa søguna fyri hesum børnum, og hvussu ómetalig ávirkanin var á tey, sum sótu og mest sum svølgdu hvørjum orði: “Tá ið tað gjøgnum lesturin gjørdist teimum greitt, at tey vóru okkurt serligt, rætt og slætt av tí at tey vóru skapt av einum kærleiksfullum skapara ... fóru øll at gráta – eisini lærarar teirra. Tað var sterkt.”
Lat Bíbliu tína upp í dag, har fært tú Guds meining um teg og bygg síðani lív títt á hana. Tað er einasta meiningin, sum hevur nakað at siga! Harrin sigur: “Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja...” Jes. 54,10
START
LETWABA BYGGIR BÍBLIUSKÚLA
Letwaba byggir bíbliuskúla
”Og hann segði við teir: »Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum! ”
Mark. 16,15
Í 10. parti av bókini “John G. Lake, Apostle to Africa” stendur eitt stykki um, tá ið Letwaba, ein lærusveinur hjá Lake, fór undir at byggja ein bíbliuskúla.
Pátrúgv og okkultisma vóru ein forðing fyri at breiða evangeliið út í Afrika.
Tá ið hugsað verður um hesi viðurskifti, hvat skuldi Letwaba so gera? Hvat kundi seta hesi menniskju í frælsi frá óttanum fyri at leypa øði í gandakallarnar – og reinsa teirra frumskógarhjarta? Tænastan hjá John G. Lake hevði givið honum lykilin. Svarið var at finna í Matt. 10,1: “Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku.”
Letwaba las alt Nýggja Testamenti og skrivaði niður øll skriftstøð um grøðing. Hann fór at vitja nakrar hvítar trúboðarar fyri at fáa hjálp at koma víðari. Men ein segði: “Tað er satt, Letwaba, Jesus grøddi tey sjúku, tá ið hann gekk her niðri á jørðini, men tá ið Hann doyði, hvarv tíðin við undrunum saman við honum.” Ein annar segði: “Eg trúgvi, at Gud enn kundi grøtt tey sjúku, um bara vit høvdu nóg nógva trúgv. Men hvør hevur slíka trúgv á okkara døgum?”
Men Letwaba hevði sæð tað undurfulla og kraftina í møtunum hjá Lake. Hann gav seg heilt yvir til bønina. Alla náttina rætti hann sítt uppmerksemi móti Gudi, og tá ið morgunin kom, sóu tey hann framvegis á knøum, meðan andlitið lýsti av einari strálandi lukku. “Gud hevur talað,” segði hann. Og hann gav vini sínum eitt lítið pappírsark, har hann hevði skrivað: “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” Hebr. 13,8. “Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur.” Mál. 3,6.
Nú meir enn nakrantíð kendi Letwaba tørvin á at boða evangeliið. Hann las hesi orð: “Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!” Mark. 16,15.
Men eitt skapti ein ófrið í honum: Eitt var at vinna sálir fyri Harran, men nakað annað var at fáa tey framhaldandi at vera trúgv móti Gudi. Hann hevði sæð so mong fráføll, at hjarta hansara rópti eftir einum svari. Meðan hann bað um hetta, duttu eygu hansara niður á 2. Tim. 2,2. Hann gjørdist ovfarin, og við stórari virðing las hann: “Og tað, sum tú hevur hoyrt av mær, meðan mong vitni vóru hjá, skalt tú lata trúfastar menn fáa, sum eru dúgligir til eisini at læra onnur.”
Brádliga talaði Gud til hansara og segði: “Tú mást seta ein bíbliuskúla á stovn.” Men hvaðani skuldi hann fáa pengarnar at byggja ein bíbliuskúla? Hann var vísur í, at Gud fór at hjálpa sær, men hann kendi á sær, at fyrst mátti hann menna ta grøðingartænastuna, sum Gud hevði opinberað fyri honum.
Hann segði: “Eg má fara út á eina ferð, tí eg eri fyltur við einum eldi at siga menniskjum, at Gud er grøðarin, hann grøðir bæði kroppin og sálina.”
Hetta gjørdust tvey undurfull ár. Hann fór til gongu niðan í fjøllini til ættarbólkarnar har, til tey fepurherjaðu fólkini í Rhodesia, til teir sjúkuplágaðu Basuto-ættarbólkarnar og onnur. Hann talaði til fátæk og til stórar høvdingar. Bønin fyri teimum sjúku læt upp hjørtuni á fólki fyri frelsunnar boðskapi. Tað var ein undurfull tíð. Meir enn 10.000 vórðu varandi grødd, og meir enn 100.000 sálir vórðu leiddar til Jesus. Letwaba lovaði hesum fólkunum ein bíbliuskúla. Hann kendi, at hann mátti venja upp lærarar, sum kundu greiða frá Bíbliuni á ein skilligan hátt. Hesir lærarar kundu læra upp ungar menn, so teir ikki fullu út í høpisleysa fanatismu. Tað hendir lættliga millum fólkið í Afrika.
Bíbliuskúlin hevði verið eitt støðugt bønarevni hesi tvey árini. Hann visti, at hann skuldi hava grundøki og timbur og mat til næmingarnar. Tí fáir næmingar og familjur teirra høvdu pengar yvirhøvur. Hann vendi aftur til Potgeitersrus og bað alla náttina. So fór hann til býráðið, og teir góvu honum beinanvegin eitt stórt jarðarstykki til endamálið. Hann bjóðaði fólki til eitt vígslumøti fyri jarðarstykkinum, og fólk komu langvegis frá. Teirra millum sá hann mangar, sum fyrr høvdu verið við í harkaliðum, sum høvdu sligið hann, og rødd hansara kvaldist eina løtu av gráti.
Eftir at hann hevði biðið, kom ein óðalsmaður fram og gav honum alt timbrið, sum honum tørvaði. Tveir innføddir, sum dugdu væl at saga, stigu síðani fram og søgdu: “Vit skulu saga timbrið hjá tær uttan at fáa nakra løn. Vit skulu bara hava mjøl til tann greytin, sum vit skulu eta.”
Ein sannroynd var tað, at allastaðni lovaðu fólk honum hjálp. Tí vórðu eftir einum ári tveir kostskúlar við sovisalum bygdir, ein fyri menn og ein fyri kvinnur. Eisini góvu teir honum ein lítlan bóndagarð, og tískil var mattrupulleikin í høvuðsheitum loystur.
Næmingar úr Patmos Bíbliuskúlanum undirvísa og boða í dag evangeliið um alt Afrika. Allir næmingarnir eru djúpt andaligir og kendir fyri sín kærleika til Gud og menniskju. Dentur verður lagdur á bíbliugranskan, so har sum næmingarnir koma fram, har eru teir vápnaðir við sannleikanum í evangeliinum.
Soleiðis gjørdist tað Letwaba, sum fram um nakran annan helt á við tí stóra arbeiðinum, sum John G. Lake byrjaði í Afrika.
START
Lars Løver fann Jesus á Bláa Krossi
Tað er ikki ein sjálvfylgja, at Lars Løver brennir fyri teimum ónáddu í India, har hann nú hevur starvast sum trúboðari í 14 ár. Hann er ikki vaksin upp við einari persónligari trúgv ella í einum kristnum umhvørvi. Hann hevði áhuga fyri telving, og á ungdómsárum var hann á landsliðsstøði í Noregi. Hann var eisini í “Natur og Ungdom”, men tá ið ein tíð var farin, so var tað ikki nóg víðgongt. So fór hann upp í djóraverndarfelagið, og har var hann noyddur at gerast vegetarur, og tað helt hann fast við eina tíð. Men heldur ikki tað var nóg víðgongt.
“Ein dagin sá eg eitt skelti hjá Bláa Krossi í Frederikstad. Teimum tørvaði sjálvboðin hjálparfólk, og har meldaði eg meg til tænastu,” sigur Lars. “Eg visti, at tey hjálptu teimum niðurundirkomnu í samfelagnum, og tað vildi eg fegin.
So eg, sum var 19 ára gamal og tókst við breakdance, fór saman við nøkrum 50 ára eldri missiónstantum út á gøtuna, har tær sungu vekingarsangirnar hjá Åge Samuelsen og vitnaðu fyri teimum niðurkomnu í samfelagnum,” flennir Lars. Tað eru góð minnir.
“Men ein av hesum missiónstantunum hevði fingið eina veldiga neyð fyri mær, og ein dagin gav hon mær bókina “Pílagrímsferðin”. Tá ið eg las hana, kom eg í eina slíka syndaneyð, at eg higstraði og græt og bleiv frelstur tann 14. nov. 1997. Tá kveiktist ein eldur í mær at vinna sálir, og tann eldurin er ongantíð slóknaður.
“Troens Bevis”
START
BRAND OMMAN
Evelyn Brand kendi seg kallaða av Gudi at fara til India. Ein einlig kvinna í 1909, sum tók ímóti einum sovorðnum kalli, hevði brúk fyri einum heilum fjalli av trúgv. Hon gifti seg við einum ungum manni, Jesse, og saman byrjaðu tey eina tænastu úti á bygd í India. Tey undirvístu, komu við heilivági og syrgdu fyri, at vegir vórðu gjørdir, so tey fátæku ikki skuldu vera so avbyrgd. Tey hildu á í sjey ár, uttan at eitt einasta menniskja varð frelst!
Men so fekk ein hinduprestur har á staðnum fepur og gjørdist álvarsliga sjúkur. Eingin annar kom honum nær uttan Evelyn og Jesse, sum røktaðu hann, tá ið hann var um at doyggja. Hann segði: “Hesin Gud, Jesus, má vera tann sanni Gud, tí tað eru bara Jesse og Evelyn, sum vilja taka sær av mær nú, tá ið eg liggi at doyggja.”
Hindupresturin læt børn síni upp í hendurnar á teimum, tey skuldu hava tey í varðveitslu – og hetta gjørdist eitt andaligt vendipunkt í hesum parti av heiminum. Fólk fóru at fáa áhuga fyri Jesu lívi og hansara undirvísing, og fólk í størri tali fóru at fylgja honum. Evelyn og Jesse fingu trettan ár saman í tænastuni, so doyði Jesse. Tá var Evelyn 50 ára gomul, og øll trúðu, at nú fór hon aftur til heim sítt í Onglandi. Men tað vildi hon ikki. Hon var kend og elskað víðahvar sum “Brand omman”, og hon varð verandi í 20 ár afturat í tí missónsarbeiðinum, hon so trúfast hevði tænt í.
Sonur hennara, Paul, fór út at vitja hana, tá ið hon fylti 70 ár, og hann segði soleiðis um mammu sína: “Soleiðis skulu vit gerast gomul. Vit skulu lata alt annað tódna, so tað einasta, sum er at síggja hjá teimum, sum eru uttan um okkum, er kærleiki.” 1. Kor. 13,1-2.
Sum 70 ára gomul fekk Evelyn Brand bræv frá sínum missiónsfelag heima, at tey vildu geva henni fimm ár afturat. Men hon hevði Kalebs hugburð: “ ... Hatta kunnu vit saktans!”
Tey hildu eina veitslu í India at takka henni fyri hennara tíð har, og øll heiðraðu hana. Øll søgdu: “Vit ynskja tær góða heimferð.” – “Eg skal siga tykkum eitt loyndarmál,” segði hon, “eg fari ikki heim. Eg verði verandi í India.”
Evelyn hevði ein lítlan skúr, sum var bygdur úr tilfari, sum hon hevði smuglað inn. So keypti hon ein pony, so hon slapp víða um uppi í fjøllunum, og henda 70 ára gamla skuldi so ríða á sínum pony úr eini bygd og í aðra og siga fólki frá Jesusi. Tað gjørdi hon einsamøll í fimm ár.
Ein dagin, tá ið hon var 75 ár, datt hon og breyt mjødnina. Sonur hennara, Paul Brand, sum var ein framúrskarandi lækni, segði við hana: “Mamma, tú hevur verið ófør. Gud brúkti teg. Nú er tíð at gevast. Tú kanst koma heim nú.” Hon svaraði: “Eg komi ikki heim aftur.”
Hon var 18 ár afturat í India og ferðaðist úr bygd í bygd á hestbaki. Hvørki fall, heilaskjálvtar, sjúkur ella aldurdómur kundu steðga henni. At enda, tá ið hon gjørdist 93 ár, fekk hon ikki riðið longur. So løgdu menninir í bygdunum hana á eina børu – teir elskaðu Brand ommuna so høgt – og bóru hana úr bygd í bygd. Hon livdi í tvey ár afturat, og hesi árini gav hon seg sum eina gávu til tey fátækastu av teimum fátæku, har hon, borin á einari børu, kom teimum til hjálpar.
Hon doyði, men hon fór ongantíð úr starvi við eftirløn.
Hon gjørdi bara arbeiði sítt liðugt.
Hoyrið søguna um lív Evelyn Brands á enskum her
START
HIMMALSKI MAÐURIN
Nú eitt kvøldið hoyrdu vit eina samrøðu í sjónvarpinum við Eivindi Frøen á Kanal 10. Samrøðan er tikin upp í apríl 2015. Eivind Frøen er knýttur at Misjon i Østen, og hann greiddi frá vekingini í Kina. Fyrsti partur av samrøðuni var um Himmalska mannin.
Rætta navn hansara er Bróðir Yun, men hann gongur eisini undir navninum Himmalski maðurin. Hetta navnið kom í, einaferð tá ið hann varð tikin av loyniløgregluni. Teir spurdu hann, hvør ið hann var, og hvar hann búði. Tá rópti hann: ”Eg eri himmalski maðurin, og eg eri úr Evangelii býnum!” Hetta rópti hann fyri at ávara hini, so tey kundu fáa stundir at sleppa sær burtur.
Tá ið hann var til avhoyringar, spurdu teir hann, um hann ætlaði sær at rýma, um hann fekk høvi til tess. ”Ja, so avgjørt,” svaraði hann. ”Ja, tú skalt ikki fáa nakað høvi,” svaraðu teir og knústu báðar føtur hansara við eini jarnstong oman fyri økulin. Eg kenni ongan, sum hevur liðið meir fyri Jesus enn hann. Teir settu hann í ein kliva á fjórðu hædd. Hann hevði ræðuliga pínu, sum hann sat einsamallur har í klivanum. ”Eg havi kall at boða evangeliið, og so siti eg innilæstur her,” hugsaði hann.
Tann 5. mai kl. 8 á morgni kom Harrans nærvera inn í fongslið, og Harrans rødd ljóðaði: ”Reis teg upp og far út!” Hann fór á føtur beinanvegin. Hann var grøddur og hevur einki mein havt av hesum síðani. Hetta var eitt stórt undur, og undrini hildu á at koma eitt fyri og annað eftir. Hann fór yvir móti hurðini, og hon læt seg upp av sær sjálvari. Hann fór til gongu oman eftir gongini, tá sá hann ein mann, sum hann kendi, koma saman við einum fangavaktara. Bróðir Yun segði: ”Eg eri á veg út!” Hin svaraði: ”Eg eri á veg inn!” Fangavaktarin hvørki sá ella hoyrdi nakað. Harrin blindar tey forfylgjandi eyguni og tippir oyru teirra.
Hin, sum var á veg inn, fór upp á okkurt at standa í klivanum, so hann sá út gjøgnum eitt lítið vindeyga í klivanum. Tá sá hann Bróðir Yun fara rennandi gjøgnum garðin og út gjøgnum portrið. Hetta var eitt stórt undur. Hesin maðurin hevði borið Yun hvørja ferð, hann skuldi til avhoyringar, tí hann fekk ikki stigið til sjálvur. Í fongslinum hevði Yun eyknevni ”Innvalidurin”.
Tá ið Bróðir Yun nærkaðist høvuðsportrinum, sum førdi út til gøtuna, undraðist hann á, hvussu Harrin mundi fara at fáa alt at laga seg her. Men vaktarskifti var beint tá, so dupult manning var har, so har var eitt sindur rokaligt, og beint tá Yun skuldi fara gjøgnum portrið, ringdi telefonin, og høvuðsmaðurin snaraði sær á og tók hana. Tá ið hann snaraði sær á, kom hann at venda ryggin til Yun og sá hann tískil ikki.
Beint uttan fyri portrið stóð ein hýruvognur. Yun leyp yvir, læt hurðina upp og segði: ”Koyr!” Hugsa tær, ein maður í fangabúna kemur rennandi út úr fongslinum, hvat man hýruvognsførarin halda? ”Tú hevur skund,” segði førarin. ”Ja, eg skal til arbeiðis,” svaraði Yun, men hann visti ikki, hvar ið hann skuldi fara.
Tá segði Harrin honum eina adressu. ”Koyr meg har og har,” segði Yun. Hann kendi væl adressuna, tí hetta var ein kristin bróðir. ”Bíða her, meðan eg fari inn eftir pengunum fyri túrin,” segði Yun. Hann leyp inn og fekk pengar fyri túrin frá familjuni. Tá ið hann kom oman og skuldi gjalda, hevði Harrin viskað alla hesa hendingina burtur úr heilanum á hýruvognsmanninum. ”Hví gevur tú mær pengar?” spurdi hann. ”Tí tú hevur koyrt meg, hatta er fyri túrin.” – ”Eg kenni teg ikki, eg havi ongantíð sæð teg,” svaraði maðurin. Hetta hevði Harrin gjørt, fyri at løgreglan ikki skuldi fáa nakra ábending um, hvar ið Yun var.
Tað, sum Bróðir Yun ikki visti, var, at Harrin hevði tosað við hesa familjuna eina viku, áðrenn hann flýddi. Harrin hevði opinberað fyri teimum, at Yun fór at flýggja, og at tey skuldu gera honum ein loyniligan bústað. Tey høvdu fingið til vega eina lítla smáttu uttan fyri býin, og har skuldi hann halda til fyribils. Tey høvdu útvegað mat, klæði og eina Bíbliu til hansara.
Nakrar mánaðir seinni góvu tey honum eitt pass. Tað var ein annar maður, sum átti passið, og myndin av honum líktist yvirhøvur ikki Bróðir Yun. Harrin segði við hann, at tá ið hann kom til passeftirlitið, mátti hann undir ongum umstøðum siga so mikið sum eitt orð. Hann skuldi vera fullkomiliga tigandi. Tá ið hann so kom til passeftirlitið við kinesiska markið, hugdi eftirlitsmaðurin at passinum og segði: ”Handa myndin er ikki av tær!” Yun segði ikki eitt orð, hann stóð tigandi sum ein onnur standmynd. So lyfti eftirlitsmaðurin passið upp at vísa hinum, og teir flentu allir. Eftirlitsmaðurin helt støðuna vera sera løgna og var rættiliga ørkymlaður, so hann stemplaði passið og læt hann fara. Tað sama hendi í Frankfurt, tá ið hann kom til Týsklands.
Hann helt seg kvirran har eina tíð, tí konan og børnini vóru enn í Kina. Seinni blivu tey smuglað út til Burma, tá vóru tey trygg, og nú kundi hann fara at tala. Nakað eftir var hann og talaði í Finnlandi, tá greiddi hann frá hesum undrinum við passinum. Tá ið møtið var liðugt, kom ein maður at tosa við hann. ”Tað var gott, at tú einki orðið talaði við passeftirlitið, tí so hevði tú blivið tikin. Eg arbeiði fyri Nokia, og vit hava lagt eina skipan inn í teldurnar, sum skráseta røddir. Hevði tú tosað, so var eitt merkið komið upp á skíggjan beinanvegin, sum vísti, hvør ið tú vart, tí teir eiga so nógv bond av tínum talum.”
Ja sanniliga, Gud er undrunnar Gud. Himmalskimaðurin hevur verið í Føroyum og talaði hann millum annað í Vesturkirkjuni.
Her ein videotala av Himmalska manninum, Bróðir Yun
START