Andakt á Pottemagerens hus, Regnbuen / Moses Hansen

Tað vellir, brakar í og garterar í andaliga heiminum. Stutt fyri sín deyða í 1797 í Vilnius lutaði rabbinari, Elijah ben Shlomo Zalman eina profeti, sum, tað eg sjálvur veit um, er vorðin hildin loynilig fram til 2014, tá eitt av skyldfólki hansara almannakunngjørdi hana.
Hon er m.a. Soljóðandi:

”Tá russarnir hertaka Krim, tá eiga tit at vita, at Messias-tíðin er byrjað, at tit hoyra fet Hansara. Og tá russarnir fara inn í Konstantinopel (í dag róptur Istanbul), tá latið tykkum í sabbats-klæði tykkara, og latið tykkum ikki úr aftur, tí tá kann Messias koma nær tað skal vera.”

Nei, eg havi ikki sett nakrað dagfesting á komu Jesusar – ella sagt, at tað fer at henda komandi 10 árini. Eg havi bert víst á eitt lítið horn av tí, sum gongur fyri seg í andaliga heiminum. At ein avhildin rabbinari fyri 218 árum síðani nevnir 2 tekin fyri komu Messiassar.

Tann eina gekk út 18. mars 2014, tá Russland gjørdi innrás og legði Krim oynna undir seg. Um Russland ger innrás í Turkaland og Istanbul, tað veit eg ikki. Men eg veit, at Putin júst nú er sera hóttandi mótvegis Istanbul vegna niðurskjótingina av einum russiskum flogfari – og av tí at Turkaland i hesum døgum nærkast ES.

VAKIÐ OG BIÐIÐ!