Sum á Nóa døgum
Emanuel Minos
“Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða.” Matt. 24,37-39.
Áðrenn eg fari til sjálvan boðskapin, vil eg nevna eina vísindaliga roynd, sum varð gjørd í Onglandi fyri nøkrum árum síðani. Hetta var ein andstyggilig roynd. Maðurin, sum hevur greitt frá hesum, er Malcolm Mudderridge. Hann var sjálvur undangongumaður fyri sjónvarpi, sjónvarpsfrásøgnum og sjónvarpskjaki, ein pionerur innan hetta økið. Hann hevur útbúgvið fólk í Onglandi, Evropa og Amerika. Hann doyði fyri nøkrum fáum árum síðani, bara umleið 50 ára gamal. (Her í Føroyum man hann vera best kendur sum maðurin í BBC, ið gjørdi filmin um Móðir Teresu, sum varð nógv sýndur í skúlunum fyri nøkrum árum síðani.) Áðrenn hann doyði, stúrdi hann nógv fyri gongdini í Vesturheiminum, og í hesum sambandi nevndi hann hesa verkætlanina:
Nakrir vísindamenn samlaðu sær nakrar froskar. So lótu teir gera eina stóra grýtu úr metali. Síðani koyrdu teir vatn, runu og bløð niður í hana, so hon líktist einum froskalandslagi. Froskar eru tey mest viðkvomu og kenslusomu dýr av øllum, tá ið ræður um hita og kulda. Teir koyrdu so froskarnar niður í grýtuna, sum ikki var størri enn so, at froskarnir sum einki kundu leypa út úr grýtuni, um teir merktu eina broyting og ikki kendu seg væl.
Teir settu so grýtuna upp á ein gasskomfýr. Fyrst lótu teir vatnið vera líka kalt, sum froskarnir vóru vanir við úti í náttúruni. So settu teir ein pinkalítlan gassloga undir grýtuna og stóðu spentir og eygleiddu hana. Men froskarnir svumu runt í pottinum og trivust væl. So skrúvaðu teir eitt sindur upp fyri loganum og hugdu spentir eftir froskunum, um teir fóru at leypa upp úr grýtuni. Men froskarnir lótu ikki við seg koma. Síðani skrúvaðu teir logan enn hægri upp og bíðaðu spentir; men froskarnir svumu runt enn sum áður. Fyri triðju ferð skrúvaðu teir upp fyri loganum, og nú var gasslogin stórur. Men har hendi einki. At endanum koyrdu teir logan for frá, og nú væntaðu teir, at froskarnir fóru at leypa upp úr grýtuni, tí nú fór vatnið so smátt at kóka. “Men,” sigur Malcolm Mudderridge, “tá ið vatnið náddi kókipunktið, vóru allir froskarnir deyðir, tí at vatnið var vorðið so líðandi heitt, so teir merktu ikki munin. Vit liva í eini tíð, har vit verða heilavaskað,” sigur Malcolm Mudderridge at enda, og her hugsar hann um fjølmiðlarnar. “Vit gerast kensluleys og avskeplað.”
Orðini, ið vit lósu, eru tikin úr tí mætastu taluni hjá Jesusi. Skriftin sigur um Jesus: “Eingin hevur talað sum hesin maðurin,” (Jóh. 7,46) sannur Gud og satt menniskja. Her heldur hann eina máttmikla talu um endatíðina, og hann ger tann úrskurð um tann undurfulla sannleikan, sum vit bíða eftir, størstu tíðindini síðani uppreisnina, at eitt heilt ættarlið skal lyftast upp og ikki síggja deyðan. Í hesi taluni nevnir Jesus eina rúgvu av teknum, men so sigur hann eitt lyklaorð. Hann samanber tíðina á Nóa døgum við tíðina fyri komu síni. Nóa-tíðin verður umrødd í 1. Mósebók í sjey kapitlum. Hon byrjar við syndafallinum og endar við, at arkin verður bygd. (3.-10. kap.)
Eg veit ikki, hvat ið tit hugsa um Nóa-tíðina. Kanska halda tit, at har gongur ein einfaldur maður við einari steinøks, træøks ella jarnøks og skal smíða ørkina. Men Nóa-tíðin var ein nógv framkomin tíð við høgari mentan. Tað skulu vit koma aftur til.
Henda tíðin er eisini merkt av ómetaligum undirhaldi og stuttleika, ein tíð undan einari heimsumfatandi, globalari vanlukku. Og Jesus sigur, at tíðin undan komu hansara fer at líkjast tíðini á Nóa døgum.
Hvat var tað, sum serliga eyðkendi Nóa-tíðina, og sum eisini skal eyðkenna endatíðina? Jú, eitt líðandi fráfall frá Gudi. Fráfallið er í tveimum stigum. Tað fyrra lesa vit um í 1. Mós. 3,1, og eg skal bara lesa eina reglu: “Man nú Gud hava sagt?” Hetta er fyrstu ferð, at teologiin kemur inn í søgu mannaættarinnar.
Tað sigst, at tá ið ein slanga skal leypa á offur sítt, reisist hon upp og boyggir høvdið niður, áðrenn hon sprænir eitrið út úr sær. Tá líkist hon akkurát einum spurnartekini. Tá ið vit hugsa um syndafallið í Edens urtagarði, er tað ikki bara ein frukt, sum verður etin, og eitt træ, sum verður rænt. Nei, har byrjar fráfallið so líðandi við einum spurningi: “Man nú Gud av sonnum hava sagt tað soleiðis? Tær nýtist ikki at taka tað so álvarsligt! Tú skalt ikki taka tað so orðarætt! Tað kann vera, at tú hevur misskilt tað!”
Tá ið Jesus verður freistaður av djevlinum úti í oyðimørkini, so hendir nakað undurfult har. Staðin fyri slanguna, sum myndar eitt spurnartekin og spýr út sítt eitur, síggja vit við okkara andaligu eygum eitt rópitekin, tá ið Jesus rópar: “Skrivað stendur!” Tað er sum eitt snarljós kemur úr himli og beint niður, og jørðin er tann rundi prikkurin undir rópitekninum. “Skrivað stendur,” rópti Jesus. Gud fái lov. Eg trúgvi, at øll Bíblian er Guds innblásta orð, givin teimum heilagu til allar tíðir, og orðini í henni eru í gildi eisini fyri okkum í dag. Guds orð er sum eitt snarljós, ið slær niður: “Skrivað stendur!”
Um vit hyggja gjøllari at syndafallinum, so síggja vit, at ábyrgdarkenslan og næstakærleikin hvørva. Vit lesa í 1. Mós. 4,9: “Hvar er Ábel, bróðir tín?”. Tað er Harrin, sum setir Káini henda spurning. Káin veit, hvar ið hann er, tí hann hevur dripið hann. Gud veit tað eisini; men hann setir Káini henda spurning, tí hann vil hava ábyrgdarkensluna fram í honum. “Hvar er bróðir tín?” Hesin spurningur grípur djúpt inn í okkara samband við næstan.
Men Káin svarar aftur: “Eigi eg at varða um bróður mín?” Ja, vit eiga at varða um okkara brøður og systrar. Í 1. Jóh. 4,11 lesa vit: “Hevur Gud soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.” Tað sigst, at hatta orðið “eiga”, kann umsetast við: eru vit skyldug, tvungin at elska okkara næsta.
Á, mær leingist eftir einari andans úthelling, har næstakærleikin grípur djúpt inn í hjørtu okkara í hesum tíðum, har vit merkja, at tær somu andskreftirnar, sum gjørdu seg galdandi á døgum Nóa, gera um seg í dag. Lurtið gjølla eftir tí, sum eg sigi nú: Trúskapur móti Guds orði og kærleikin til næstan er tað týdningarmesta í einum sonnum gudssambandi! Fariseararnir vóru trúgvir móti Guds orði, men høvdu ikki næstakærleika, tá verður tað hykl. Vit skulu vera trúgv móti Guds orði og hava ein sannan kærleika í hjarta okkara mótvegis okkara brøðrum og systrum og okkara umhvørvi. Tað tvingar okkum at fara út á missiónsakrarnar at boða evangeliið. Tað tvingar okkum at spreiða evangeliið til ytstu endamørk á jørðini. Av tí at Gud hevur elskað so nógv, eru vit tvungin at elska næstan.
Í talu sínari um endatíðina sigur Jesus: “Av tí at lógloysi økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu.” Matt. 24,12.
Vit vanæra og dálka tey, sum mistaka seg og snáva. Vit reypa av tí, at vit ikki hava deyðarevsing her í Noregi, og tað skulu vit takka Gudi fyri. Men, vinir, ofta eru fjølmiðlarnir sum ein almennur gálgi, og menniskju orka ikki pressið, tað stendur um lív. Eg biði Gud um eina veking, sum skal grípa inn í fjølmiðlarnar eisini. Vit hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Gud hevur lagt tað niður í okkum, at vit skulu boða orðið, men vit skulu eisini elska hvør annan í hesi tíðini, sum eisini er Nóa-tíðin, og sum skal samsvara við tíðina fyri Jesu komu.
Nóa-tíðin er eyðkend av hesum, at hon manglar opinberingina frá Gudi. Frá Ádami til Nóa vóru 10 ættarlið. Menn halda sambært ávísum kanningum, at fólkatalið var 3. mill. á Nóa døgum. Um vit lesa 1. Mós. 5,3-29 stendur ein hópur av nøvnum har; men bara tveir menn høvdu eitt livandi samband við Gud. Í 24. versi stendur: “Og eftir at Enok hevði livað við Gudi, hvarv hann, av tí at Gud tók hann burtur.” Enok upplivdi ta fyrstu burturrykkingina, sum nakað menniskja hevur upplivað. Hann sá ikki deyðan. Elia upplivdi ta aðru burturrykkingina, og vit bíða eftir triðju burturrykkingini. Eg eri so barnsligur og bjartskygdur, at eg trúgvi, at vit kanska fara at uppliva hetta. Eitt heilt ættarlið skal ikki síggja deyðan, men rykkjast upp í luftina fyri at vera saman við Harranum, og so stendur skrivað: “Troystið tí hvør annan við hesum orðum!” (1. Tess. 4,18)
Eg bíði ikki eftir oyðingini. Eg bíði ikki eftir atombumbum. Eg bíði ikki eftir yvirgangi. Eg bíði eftir einum brostnum skýggi. Eg bíði eftir mínum Frelsara, sum skal koma eftir tí blóðtváaða skaranum. Men vit mugu ganga við Gudi. 1. Mós. 6,9 lesa vit: “Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Gudi.” Millum øll hesi menniskjuni í túsundatali og gjøgnum øll hesi 10 ættarliðini vóru tað bara tveir, sum gingu við Gudi. Tað vóru bara tveir, sum fingu hesa undirskriftina undir lív sítt: teir gingu við Gudi.
Á, høvdu vit kunnað upplivað eina heilaggeringar-veking, sum treingir inn í tað innasta í hjarta okkara, so vit ganga við Gudi og hava eitt livandi samband við Harran Jesus Kristus.
Í hesi tíðini merktu siðirnir meira gudsdýrkanina enn tað livandi sambandið við Harran. Menn hava grivið út og funnið eina rúgvu av altarum. Tað er ein neyð í mínum hjarta, um Gud í dag bara eigur abbabørn. Menniskju mugu gerast Guds børn, tey mugu vera menn og kvinnur, sum hava eitt livandi samband við Gud og ganga saman við honum. Eingin motorvegur gongur til himmals. Portrið er trongt, og vegurin er smalur, men sæl eru tey, ið finna fram. Nú sigi eg við teg: “Leita ikki eftir tí lætta vegnum, men leita eftir himmalvegnum, sum gongur inn til Guds, so tú kanst ganga saman við Gudi, so tú kanst uppliva Guds nærveru.
Eg segði í áðni, at mentanin var høg á Nóa døgum. Eg havi ferðast víða og havi m.a. verið fleiri ferðir í Amerika. Á míni síðstu ferð har yviri hevði eg verið í fleiri býum og vitjað skandinavisk kirkjulið, og so kom eg aftur til New York. Har heilsaði eg upp á ein byggifrøðing, sum er ein av mætastu byggifrøðingunum nakrantíð í Amerika. Hann koyrdi meg runt í New York og vísti mær háhúsini í Manhattan, sum hann hevði verið uppií at bygt. “Hesir skýskavararnir eru bygdir við øllum tí hátøkniska kunnleika, sum finst í Amerika í dag. Men vit megna ikki at byggja soleiðis, sum teir bygdu á Nóa døgum,” segði hann. Eg stóð bara og gapaði. Eg má næstan siga eitt sindur um uppruna mín, so tit skilja hetta betur.
Eg eri føddur í Afrika. Biologiski pápi mín var grikki, og mamma var av egyptiskum uppruna. Fyri at gera eina langa søgu stutta, so kom neyð og sjúka inn í familjuna, og so vóru tað nakrir norskir trúboðarar, sum ættleiddu meg.
Hesin byggifrøðingurin hevði hoyrt hetta og fekk áhuga fyri mær, og tí vísti hann mær runt í New York. So sigur hann, at tá ið tað ráddi um Keops pyramiduna, sum er bygd eini 200 ár fyri Nóa tíð, so kundu teir ikki við øllum tí kunnleika, sum vit hava í dag, byggja nakað, sum svarar til Keops pyramidu. So frammalaga vóru teir vísindaliga á Nóa døgum, og teir høvdu allarhelst amboð, sum eru farin í gloymskuna. Eg veit ikki, um hesin maðurin var trúgvandi, men so sigur hann: “Nóa tíð var ein tíð, sum var gjøgnumbloytt av synd, óreinsku og spillu.” Tað er ikki fyri einki, at Jesus sigur: “Sum tað var á Nóa døgum, skal tað verða, tá ið menniskjusonurin kemur aftur.”
Eg havi sagt við Gud, at eg vil ikki ferðast runt og prædika moral, tí tað frelsir ongan; men eg vil boða um blóðið, sum reinsar frá allari synd, og sum kann seta okkum í tað himmalska, so vit kunnu ganga saman við Gudi, sjálvt í eini tíð sum hesi.
Nóa-tíðin var eyðkend av, at Guds ævigu lógir blivu bronglaðar. Nú skal eg lesa tvey vers úr Skriftini, og munnu hetta vera løgnastu versini í allari Bíbliuni. Tey standa í 1. Mós. 6,2-3: “Tá bar so á, at synir Guds vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. Tá segði Harrin: “Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjunum, tí hon er jú hold; og ævidagar hennara skulu vera eitt hundrað og tjúgu ár.”
Tað eru tvær tulkingar viðvíkjandi hesum versunum. Onnur er ógvuliga djúpgongd. Eg helli meg meira til hina. Fyrra tulkingin gongur út uppá, at falnir einglar komu niður á jørðina og fóru inn til mannadøturnar, og tær føddu teimum børn; tað vóru hetjurnar, sum í forðum vóru navnframar (vers 6). Tey, sum hava hesa tulkingina, halda, at Stonehenge í Onglandi, tær stóru krukkurnar í Kambodja, megalittarnir í Fraklandi (t.e. ótilhøgdir, forsøguligir steinar) og standmyndirnar á Páskaoyggjunum hava eftirkomararnir frá teimum falnu einglunum reist og bygt.
Men tað er ein onnur tulking, og hon gongur út uppá, at báðar ættirnar, sum livdu um hesa tíðina, møttust. Tá ið Káin hevði dripið bróður sín Ábel, so kundi Gud ikki bara hava eina mordaraætt. Annars var henda ættin ein løgin ætt, sum bara eftir trimum ættarliðum fór undir at gera vápn, og eftir fýra ættarliðum fór undir at stuttleika sær. So Gud læt Set føðast. Hesar báðar ættirnar livdu lið um lið, ætt Káins og ætt Sets, og tey, sum hava hesa tulkingina, siga, at áðrenn Nóa fór inn í ørkina, komu hesar ættirnar saman. Rættvísi sameindist við órættvísi, reinleiki sameindist við óreinsku, og tær ævigu Guds lógir vórðu brotnar.
Vit liva í einari tíð, har vit bróta tær ævigu Guds lógir, sum Gud hevur gjørt til signingar fyri menniskju. Tá ið eg sigi hetta, vil eg ikki siga tað við einum peikifingri, men við einari gjøgnumstungnari hond frá Golgata við náði fyri menniskjum. Vit hava brotið ævigar lógir í tjóðini og millum tjóðirnar. Vit javnseta hjúnalag við tað at búgva saman. Tað er ein øgiligur munur á einum hjúnalagi og tað at búgva saman. Í einum hjúnalagi lova tit frammman fyri Gudi og menniskjum at elska og vera trúgv, til deyðin skilir tykkum sundur, og tá ið Gud skal fáa fram tað mest framúrskarandi av tí guddómliga, nevniliga sambandið millum meinigheitina og egnu veru hansara, so sigur hann: “Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins.” (Opb. 21,9) Eg sigi tað her í kvøld við tykkum, sum bara búgva saman: “Giftið tykkum í Jesu navni, og verið trúgv til deyðin tykkum skilir, tí tað er Guds guddómliga lóg við signingum til mannaættina.
Tað er meira enn, og eg nevni tað við stórum trega í hjarta mínum. Vit avoyða børn í móðurlívi. Í Svøríki eru tað 29.000 sviar, ið verða týndir á hvørjum ári í móðurlívi. Noreg er til helvtar so lítið sum Svøríki. Hjá okkum eru tað millum 14 og 15.000 norðmenn, sum verða avoyddir á hvørjum ári. Og hoyrið vinir, aftan fyri øll hesi aborttøl eru tað sorgarleikir, torførar umstøður og fløkt viðurskifti. Ógvisligt trýst verður eisini lagt á kvinnuna. Eg eri hin seinasti, sum vil døma, men kortini, vit bróta guddómligar lógir. Eg vil siga tað soleiðis, at situr onkur her í kvøld, sum er í hesi støðuni - og eg havi møtt mongum teirra, tí tey koma til mín - so sigi eg: “Eg standi ikki her við hamaranum, og eg standi ikki her við fordømingini. Men eg havi eitt hjarta, sum er í neyð, av tí at 14.000 norðmenn á hvørjum ári ikki sleppa at síggja dagsins ljós. Eg biði Gud um veking eisini á hesum øki.”
Nú fari eg at siga eitt, sum óivað skelkar mong. Um vit skulu minka um aborttølini, so mugu vit æra ta einsligu mammuna, og vit mugu gera tað uttan at slaka mótvegis sætta boðnum: Tú mást ikki dríva hor. Á, mátti Gud fingið loyvi at nomið við ein og hvønn í landi okkara, tá ið tað ræður um hesar heilagu lógirnar.
Eg fari at nema við eina lóg afturat. Henda lógin er komin fyri fáum árum síðani, og tað er lógin um skrásett parlag. Hetta er syndin ímóti náttúruni. Ofta verður sagt: “Ja, men hasin hugurin er íborin!” Tit, vit hava lyndi til alt møguligt. Vit hava lyndi til kleptomani. Vit hava lyndi til pyromani og til pædofili. Um vit slaka fyri tí, vit hava lyndi til, so endar mentan okkara í siðloysi og ørskapi. Eg rópi á Harran og sigi: “Gud, send okkum veking yvir land og fólk!” Eg trúgvi upp á kraftina í blóðinum. Eg trúgvi ikki upp á fordømingina. Eg trúgvi upp á kraftina í blóðinum, sum kann loysa frá lyndinum og huginum til hetta og hitt.
Lógir skapa sjónarmið, sjónarmið skapa rák, rákið skapar andsmaktir. Tað er tí, at eg biði, at Heilagi Andin skal koma yvir land og fólk, so at Heilagi Andin má fáa loyvi at loysa hesar andsmaktir, sum eru frammi í tíðini. Eg trúgvi einki upp á moralprædikur. Tú kanst prædika moral, til tú verður bláur í andlitinum, og eingin verður frelstur. Men eg trúgvi upp á Jesu blóð.
Í Svøríki syngja tey ein so undurfullan sang. Hann er 150 ára gamal. “Hvitare enn snö. Två meg i det rinnande blodet, så jag blir hvitare enn snö.” Um synd tín er lítil sum ein prikkur ella ómetaliga stór, tað er ikki tað, sum veldst um. Tað finst eitt blóð, nevniliga “Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” (1. Jóh. 1,9) Vit kunnu gerast hvítari enn kavi vegna Jesu blóð. Mátti Gud fingið loyvi at gripið hjørtu okkara og bjargað onkrum, sum hann vil bjarga, kanska á hesum møtinum.
Eyðkent fyri Nóa-tíðina við øllum syndum sínum er, at menniskju fáa eitt mektugt frelsutilboð, sum verðin ongantíð hevur sæð makan til. Í 1. Mós. 7,1 lesa vit: “Tá segði Harrin við Nóa: Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina.” Á, dett veldiga frelsutilboð. Har kemur fílurin saman við konu síni skjølkandi beina leið inn í ørkina. So kemur leyvan. Hon ristir sítt faks og fer saman við konu síni beina leið inn í ørkina. Tey høvdu bara instinkt, men tey hoyrdu kallið. So kom giraffurin, fjálturstungin og hugdi rundan um seg, við sínari lítlu konu, og tey fara beina leið inn í ørkina. Nú sigi eg við teg: “Gakk tú og alt hús títt inn í ørkina!”
Vita tit hvat, vinir mínir? Eg trúgvi, at ein veking kemur í endatíðini. Eg trúgvi, at Andin verður útheltur í endatíðini. So sigur onkur: “Íðan, tað vóru bara átta, sum blivu frelst.” Ja, men í mínari Bíbliu stendur, at eitt mannalív er meira vert enn øll verðin, altso 8 ferðirnar alla verðina, alt tilfeingið, øll mineralini. Átta ferðir meir enn alt tað, sum var. Á, tann veking! Eg trúgvi á veking í endatíðini. Hví? Tí tað stendur í míni Bíbliu: “Og tað skal verða á hinum evstu døgum, sigur Gud, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold.” (Áps. 2,17) Eg bíði ikki eftir nakrari oyðing. Eg bíði eftir einum veðri úr himli við Andans úthelling. Eg sigi: “Kæru vinir, blívið fyltir við Andanum. Vit hvítusunnufólk siga “halleluja”, og heimamissiónsfólk siga “ádú, ádú, ádú.” Men tað er tað sama, bara tú verður fyltur við andanum.
Latið okkum hyggja eftir, hvat ið Pætur sigur um hetta: “Teimum, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guds langmóð bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað, sum nøkur fá - tað eru átta sálir - vórðu bjargað ígjøgnum vatn, sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guds um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists.”
Á, teir sannleikar. Um tú lesur bæði brøvini hjá Pæturi, serliga tað seinna, so kemur Pætur við fleiri beinleiðis og óbeinleiðis sannleikum: Jesus Kristus er ørkin! Jesu blóð reinsar frá allari synd! Ein evarska lítil blóðsdropi er nóg mikið at fella ein brotsmann, so hann fær lívlanga fongsulsrevsing vegna genini, ella ílegurnar. Men ein lítil dropi frá Jesu blóði á Golgata reinsar teg frá allari synd, og so er tá eingin fordøming fyri tann, sum er í Kristus Jesusi. Á, tú kanst uppliva Jesu blóð í dag. Ein lítil blóðsdropi reinsar teg og heilagger teg, uttan mun til, um syndirnar eru mangar ella fáar.
Dópurin skilir okkum frá tí verðsliga umhvørvinum, og er ein sáttmáli við Gud til góða samvitsku. Paulus sigur, at vit eru grivin við Kristusi í dópinum, og so verða vit reist upp aftur við uppreisnarkraftini frá honum, og tá skulu vit ganga í einum nýggjum levnaði. (Róm. 6,4) Og tá sleppa vit at uppliva samfelagið við øll tey heilagu, tað, sum Bíblian kallar “ecclesia”, meinigheitin. Á, Guds meinigheit á jørð er størsta undur og signing, sum Gud nakrantíð hevur gjørt fyri okkum menniskju.
Eg havi nógvar vinir millum lutheranarar, m.a. Wisløff professara, sum hevur givið mær hesa Bíbliuna, og dr. Ejnar Lundby. Einaferð, tá ið Ejnar Lundby og eg vóru ungir, talaði hann um tær fýra B-vitaminirnar úr frá Áps. 2,42: Bekennilsi (altso ápostlanna læru), brøðrafelagsskapurin (samfelagið), breyðbrótingin (altargangurin) og bønirnar (bønarmøtini). Á, tær fýra veldigu B-vitaminir, vit kristnu hava í endatíðini, meðan vit bíða eftir Jesu afturkomu.
Eg taki uppaftur, eg bíði ikki eftir oyðingini. Eg bíði ikki eftir atombumbum. Eg bíði ikki eftir yvirgangi. Eg bíði eftir einum brostnum skýggi. Ímeðan mugu vit taka til okkum av hesum kraftigu B-vitaminunum, og eg skal bara siga eitt sindur um ta seinastu, bønarmøtini.
Latið okkum fara inn í bønina fyri ætt og vinir, sum ikki enn eru frelst. Í okkara familju hava vit gjørt av at savnast eina ferð um vikuna at biðja fyri teimum í familjuni, sum ikki eru frelst. Eg trúgvi upp á kraftina í bønini, eg trúgvi upp á undrið í bønini. Vit liva í endatíðini, tá ið alt, sum hendi á Nóa døgum, skal henda. Men lyftini eiga vit. Lyftini hoyra tykkum og børnum tykkara til, sigur Skriftin. (Áps. 2,39)
Í 40 ár vóru ísraelsmenn úti í oyðimørkini. So fóru teir og tóku lyftislandið. Ein teirra, sum var við, var gamli Kaleb. Hann var 80 ára gamal, og tá byrjaði hann gerning sín. Latið okkum samla okkum um Harrans søk og inntaka lyftislandið. Noreg skal uppliva veking. Noreg skal uppliva Andans úthelling. Noreg skal fyrireikast at møta Jesusi á tí brostna skýnum. Men vit mugu vera tváað í lambsins blóði, hvítari enn snjó. Amen.
Ver lýðin kallinum
Else Berit Schøne var í Verdikanalen, sum er ein norsk kristilig sjónvarpsrás, og greiddi frá lívi sínum. Hon er fødd og vaks upp í Drammen saman við sínum seks systkjum. Pápin var trúgvandi, men ikki mamman. Bara Else Berit og eitt annað av systkjunum blivu trúgvandi, og hetta systkini doyði á ungum árum, so Else Berit kennir seg eitt sindur einsamalla, tá ið ræður um andalig viðurskifti. Hon greiðir soleiðis frá:
“Pápi gekk altíð á sunnukvøldsmøti, og mikukvøld var hann á blákrossmøti. Hann var ikki nøgdur bert at lesa Guds orð, men hann íklæddi tað kjøt og blóð og virkaði fyri Harran millum tey, sum lógu lægst niðri. Hann kom hvørt kvøld til hús við onkrum heimleysum alkoholikara. Vit høvdu eina stóra gongd, sum var tvíbýtt við einum skilaveggi. Í hesi gongdini stóð ein sofa, har skuldi alkoholikarin sova. Hann læt seg úr klæðunum, og pápi vaskaði tey og legði tey á radiatorin at torna til morgunin eftir. So fekk hann mat og heitt kaffi. Hann skuldi vera farin av húsinum, áðrenn vit børn komu upp um morgunin. Mamma segði ongantíð nakað. Hon gjørdi bara, sum pápi vildi; men hýrurin í heiminum var ikki altíð líka góður.
Eg gekk altíð á møti saman við pápa. Tá ið hann gjørdist gamal, bleiv hann sjúkur og fór á sjúkrahúsið. Tá ið hann lá at doyggja, teskaði hann: “Nú mást tú, Else Berit, føra verkið víðari.” So teskaði hann veikur á málinum: “Sarpsborg, Sarpsborg, Sarpsborg.” Eg visti ikki so frægt sum, hvar ið Sarpsborg lá, men eg kendi kallið ógvuliga sterkt. Eg ringdi so til dóttir mína og segði, at eg hevði fingið kall at fara til Sarpsborg.
“Nú er tú vorðin so púra klikkað,” segði dóttirin. “Sarpsborg er bara ein lítil býur, sum tokið koyrir ígjøgnum á veg inn í Svøríki.”
Eg pakkaði mær eina tasku og fór við tokinum til Sarpsborg, tí eg helt, at eg mátti fara at vita, hvussu var vorðið har, tí kallið var øgiliga sterkt. Eg kendi ongan og visti ikki, hvat ið eg skuldi gera har. Tá ið eg steig út úr tokinum, stóð ein kona har við einum gittara í hondini. “Ja, tað er her, tú skalt vera,” segði hon. “Veitst tú, eg sat á møtinum, men mátti rýma, tí Harrin kallaði meg og bað meg fara oman á tokstøðina, tí hann hevði sent sína tænastukvinnu til Sarpsborg.”
Eg bara gapaði, men segði so: “Ja, men eg veit ikki, hvat ið eg skal gera, ella hvar ið eg skal búgva.”
“Hatta hevur Harrin langt síðani skipað fyri. Hasin maðurin, ið situr har yviri, hevur fingið kall at hjálpa alkoholikarum, og hann hevur í samstarvi við Bláakross latið upp eina kaffistovu. Hann eigur eina lítla íbúð, sum tú kanst fáa, til tú finnur eina størri.”
So tit síggja, at tá ið Harrin kallar, so er bert at vera lýðin, tí hann skipar fyri øllum.
Eg byrjaði. Klokkan 8 á morgni læt kaffistovan upp, og tað vóru fleiri pensionistar, sum komu inn frá morgunstundini at keypa sær heitt kaffi og fáa sær eitt prát. Tað var ótrúliga gott, tí tað var ein góður sosialur stuðul fyri alkoholikararnar eisini at umgangast onnur “vanlig” menniskju. Vit hildu á í trý og eitt hálvt ár, so segði býráðið, at teir noyddist móti sínum vilja at læsa kaffistovuna, tí keypmannafelagið mótmælti harðliga. Teir søgdu, at nú vóru fleiri innbrot enn fyrr, tí alkoholikararnir samlaðust har, og sølan hjá teimum minkaði.
Eg fekk mær so ein húsvogn og setti hann upp í útryðjuni av býnum, og í eitt hálvt ár stílaði eg so sjálv fyri kaffisøluni har. Men so kendi eg, at Harrin segði, at nú var mín tíð í Sarpsborg liðug, og eg skuldi fara til Frederikstad. Eg havi ongantíð havt kall at arbeiða í Drammen, tað er heldur ikki lætt at arbeiða í sínum føðibýi, har kenna tey teg ov væl. Í Frederikstad arbeiði eg eisini á einari kaffistovu fyri alkoholikarar. Tað er bara tað, at fyrr vóru fólk reinir alkoholikarar, nú eru nógvir tablettmisnýtarar, og tað er tað verra. Eg smyrji 32 matpakkar hvønn dag. Vit fara út í býin at geva alkoholikarunum teir. Beinanvegin, tá ið tað frættist, at eg deildi mat út til treingjandi, ringdi ein av teimum stóru matvøruheilsølunum til mín og segði, at eg skuldi fáa allan tann matin, sum eg hevði brúk fyri, ókeypis frá teimum.
Eg havi einki koyrikort; men Harrin er góður. Hann kallaði á eina konu, sum hevur koyrikort og bil, og segði við hana, at hon skuldi hjálpa mær. Hon fer eisini út til familjurnar hjá alkoholikarum og gevur teimum matpakkar, tí har er mangan smáligt. Hatta er ein stór hjálp fyri meg, tí eg orki ikki so væl at ganga upp og niður gjøgnum allar trappurnar longur. Ja, hon er sanniliga ein gáva frá Gudi.
Eg royni eisini at hjálpa teimum avvarandi, tey hava tað mangan tungt. Eg havi onga útbúgving; men ofta er tað eisini ein hjálp bara at kunna tosa við onkran, so tey koma einaferð um vikuna í nakrar mánaðir. Ein ung genta, sum í dag er 19 ár, kom heim til mín einaferð um vikuna í eitt hálvt ár. Hon var so full av hatri móti sínum foreldrum, sum bæði vóru alkoholikarar. So hendi tað, at tvær vinkonur bóðu hana koma við á eitt kristiligt møti. Hon fór, og allar tríggjar vinkonurnar blivu frelstar. Hon hevur nú tænt Harranum í hálvt annað ár í tí meinigheitini, og hon ringdi nú ein dagin til mín og segði, at bæði foreldur hennara eru frelst og loyst frá alkoholi. So tað loysir seg at ofra tíð upp á síni medmenniskju.
Telefonin heima hjá mær ringir nátt sum dag, og tá ið eg fari at ferðast við dóttur míni fyri at royna at taka mær av løttum onkuntíð, so sigur hon: “Mamma, kanst tú ikki sløkkja fartelefonina, nú tá ið tú ert farin at ferðast?” Men tað havi eg ikki hjarta til. Eg eri ofta móð og treingi til fleiri fólk at hjálpa mær í hesum verkinum, og eg veit heilt vist, at Harrin hevur kallað á fleiri fólk, men tey eru ólýðin kallinum,” sigur Else Berit Schøne at enda.
Hon hevur fingið heiðursløn og hevur verið nógv frammi í bløðum, útvarpi og sjónvarpi í sambandi við arbeiði sítt fyri teimum, sum liggja lægst niðri.
Effie Campbell.