Dr. Filip Vukosavovic, dr. Joe Uziel og Ortal Chalaf

 

 

Múrur um Bý Dávids staðfestir Bíbliuna

 
 

“Tá vit funnu fyrsta partin av múrinum, skilti eg beinanvegin, hvat hetta var. Eg nærum græt, tá eg sá hann,” segði Filip Vukosavovic frá Ancient Jerusalem Research Center við blaðið, Jerusalem Post.

“Vit hava øll tey prógv, ið hugsast kunnu fyri kongadømi Júda millum áttandu og sættu øld f.Kr. tað er ógjørligt at nokta fyri hesum. Vit hava fornfrøðina, Bíbliuna og aðrar skjalfestar tekstir umframt Bíbliuna, ið vátta kongatíðina,” svarar dr. Filip Vukosavovic.

Umframt Vukosavovic hava eisini dr. Joe Uziel og Ortal Chalaf frá Fornmyndugleika Ísraels skipað fyri útgrevstrinum.

Babylonisk pottabrot

 

 

Bíbilsk fornfrøði

Funnin partur av múrinum um Bý Dávids staðfestir Bíbliuna. Har var veruliga ein stórur verjumúrur um Bý Dávid kongs undir fyrsta templinum, siga fornfrøðingar.

Ísraelskir fornfrøðingar hava funnið tveir partar av gamla múrinum um Jerúsalem úr bíbilsku kongatíðini, sum higartil hava mangla. Fyri fyrstu ferð vátta fornfrøðilig fund, at har veruliga var ein múrur um Jerúsalem, eins og Bíblian lýsir tað.

Í einum tíðindaskrivi vísir Fornmyndugleiki Ísraels til 2.Kongabók 25, 9-10: ” hann setti eld á hús Harrans og kongshøllina og brendi upp øll hús í Jerúsalem og øll hús hjá megnarmonnum. Og allir hermenn Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, brutu Jerúsalems borgargarðar niður.

Múrurin er bygdur í endanum av áttandu øld í jarnøldini. Tað var eitt høvuðsverndarvirki, ein linja fyri at verja eystara part av Jerúsalem. Teir báðir partarnir, ið nú eru komnir undan kavi eru umleið 2,5 metrar høgir og nærum 5 metrar breiðir. Múrurin er gjørdur úr stórum og smáum steinum í einum skráa upp á 30 stig. Hallið er møguliga orsøkin til, at múrurin ikki varð tikin niður.

 

hann setti eld á hús Harrans og kongshøllina og brendi upp øll hús í Jerúsalem og øll hús hjá megnarmonnum. Og allir hermenn Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, brutu Jerúsalems borgargarðar niður.
2.Kongabók 25, 9-10

 

Størsti fundur í áratíggju
Tað er ein lítil fornfrøðilig gáta, ið nú er avdúkað.

“Eg skal greiða tykkum frá, hví hetta, sum nú er komið undan kavi, hevur so stóran týdning,” sigur Filip Vukosavovic, og heldur fram:“Fyrstu útgrevstrarnir í Jerúsalem vórðu gjørdir í 1867. Næstu 150 árini hevur verið gravað um alt økið. Mangt og hvat er funnið, ið hjálpa okkum til betur at skilja Jerúsalem.


Í 1960’unum kom víðagitni bretski fornfrøðingurin, Kathleen Kenyon til Jerúsalem, ið tá var undir jordanskum yvirvaldi. Hon kom fram á 30 metrar av múrinum, sum hon tíðarfesti til endan á jarnøldini og altso úr tíðini hjá fyrra templinum. Tað var fyrsta ábendingin um, at Býur Dávids var umgyrdur av einum múri longu tá, mest sannlíkt úr endanum av áttandu øld f.Kr. ella 2.600 árum síðani.

Tíggju ár seinni kom kendi ísraelski fornfrøðingurin, Yigal Shiloh. Yigal fann 90 metrar av sama múri hinumegin býin. Teir hildu alt fyri eitt, at hetta var ein stórur múrur, ið hevði umgyrt Bý Dávids og Jerúsalem.

Størsti trupulleikin var tann, at har var eitt stórt glopp millum báðar múrarnar, ið Kenyon og Shiloh høvdu funnið. 70 metrar er eitt stórt øki í fornfrøðiligum høpi. Av tí, at ongi brot vórðu funnin av múrinum, ið knýttu múr Kenyons og Shilos saman, fóru fólk at ivast í, um tað yvirhøvur var talan um ein býarmúr.

Hetta helt fram líka til vit funnu tveir nýggjar partar av hesum múri. Fyrsti parturin er 40 metrar. Tað er framhaldið av múrinum, Kathleen Kenyon hevði funnið, sum bert liggur fáar metrar hiðani. Longri sunnanfyri hava vit funnið ein annan 3 metrar langan part av múrinum.

“Fyri fyrstu ferð nakrantíð kunnu vit nú við vissu siga, at har avgjørt var ein stórur steinmúrur um Bý Dávids, bygdur í tíðini frá fyrra templinum og mest sannlíkt í endanum af áttandu øld f.kr. Hetta var eitt verjuvirki um Jerúsalem,” greiðir Filip Vukosavovic frá.

Tempul Jerúsalems varð lagt í oyði 9 í jødiska mánaðinum Av ár 586 f.Kr. Hugvekjandi og sera áhugaverdi fundurin av gamla múrinum úr áttandu øld f.Kr. varð avdúkaður á einum tíðindafundi framman fyri múrarnar í Jerúsalem júst áðrenn føstudagin Tisha B’Av í 2021.

“Tá babylonar komu higar, hálvannað ár áðrenn teir løgdu Jerúsalem í oyði, var tað júst hendan múrin, teir sóu.

 

Babylonisk stempel

 

Babylonisk pottabrot

.

Pottabrot við babylonskum stempulmerkjum, eitt stempul og eitt andlit siga um babylonska vitjan í Jerúsalem.

Fundini vórðu avdúkað á einum tíðindafundi framman fyri gamla múrin.

 

 

Steinarnir tosa
Hvørji prógv hava tit fyri, at babylonarnir vóru her?


“Allastaðni í Jerúsalem hava vit prógv fyri, at babylonski herurin var í býnum. Í teimum pørtunum av býnum, ið babylonarnir brendu, er øska funnin frá oyðingini. Vi síggja hetta eisini í einum býi sum Lakis. Ongin ivi er um, at babylonar vóru her.”

Filip Vukosavovic greiðir víðari frá, at ein starvsfelagi hansara gravaði í einum húsarúmi, ið var heilt brent niður. Eldur var eisini sett á templið, so tað brendi niður í grund.

Fornfrøðingar hava funnið ein babylonskan pílaodd, ið kann hava verið nýttur undir álopinum á Jerúsalem.

“Vit hava eisini funnið eitt segl, ið líkist vanligum babyloniskum segli. Tað kann hava hoyrt til onkran frá Babylon ella ein jøda, tí slík segl vórðu nýtt og latin víðari frá ættarliði í ættarlið.

Á krukkum og kørum eru eisini babylonsk stempul. Myndir eru millum annað eisini av avgudunum, Marduk – eisini róptur Bel – og Nabu.

Filip Vukosavovic heldur, at Jerúsalem og Judea vórðu nærum løgd fullkomiliga í oyði. Men í øki Benjamins, nakrar kilometrar uttanfyri Bý Dávids, har ráddu kaldear.

Jeremias sigur, at fólk úr Samária komu til Jerúsalem fyri at halda bøn. Tað má hava verið við niðurbrenda templið.

 

Bíbliusøga
Hevur hesin fundur nakran týdning fyri uppáhaldið um, at Dávid og Sálomo ongantíð hava verið til, umframt tað, at her ongantíð hevur verið nakar stórur bygningur her?


“Tá tað snýr seg um Dávid, so haldi eg ikki, har er nakar ivi um, hvørt hann hevur verið til. Vit hava mangar skriftir um hann, men slíkt søguligt tilfar hevur ikki verið funnið um Sálomo.

Vóru múrar her, áðrenn Dávid kom?

“Hesin múrur er helst uppførdur uml. 200 ár aftaná Dávid.

Yigal Shiloh segði, at har vóru múrar, ið vórðu uppførdir omaná eldri múrar. Tann múrur, ið nú er vorðin avdúkaður her, kann hava broytt kósina. Hann liggur á grunnfjallinum. Her er ein massivur strukturur. Trupult er at siga, hvør hevur bygt hann.

 

Søgan á templunum
Søgan um jødiska templið er bæði ein stór frásøgn um tíð við framgongd og ein sorgarsøga um ósigrar jødanna.

Frásøgnin byrjaði í 1004 f.Kr. Tá hertók Dávid kongur Jerúsalem. Í 954 f.Kr. byrjaði sonur hansara, Sálomo, at uppføra tað fyrsta templið.
Í 586 f.Kr. legði Nebukadnesar frá Bábylon templið í oyði. Í 538 f.Kr. lat Kyros kongur jødar venda aftur úr útlegdini í Babylon

Næsta templið varð uppført í 521 f.Kr., og í 444 f.Kr. bygdi Nehemias býarmúrarnar uppaftur.

Í 167 f.Kr. vanæraði Antiokus Epifanes templið við avgudadyrkan. So kom Heródes Mikli. Hann syrgdi ár 20.f.Kr. fyri at víðka Tempuløkið, so tað gjørdist enn meira stórfingið.

Ár 70 e.Kr. løgdu rómverjar templið í oyði. Frá 132 til 135 kom jødiska Bar Kokba-uppreisturin, sum Hadrian keisari bardi niður. Fyri at revsa jødar gav hann Jerúsalem eitt nýtt navn, Aelia Capitolina. Jødar vórðu tá sendir í útlegd og spjaddir um allan heim. Men nú í okkara egnu tíð finna jødar teir gomlu múrarnar aftur í teirra egna landi, Ísrael.

Udfordringen: Vidar Norberg