Tass saada, vitnisburður, persónligur vitnisburður, snýkiskjútti fyri arafat, snýkiskjúttur, once an arafat man,

28. januar 2014

TASS SAADA


 

 



Biografiska bók Tass Saadas "Once an Arafat Man" er til taks fyri øll á Amazon.com.

Nú er dramatiska lívssøgan hjjá kristna palæstinensaranum eisini útgivin á donskum undir heitinum, "Jeg var snigskytte for Arafat". Bókin fæst hjá danska forlagnum, Lohse.

17-ára gamal søkti hann høvuðsstøð Fatahs fyri at melda seg til og taka virknan lut í stríðnum fyri tí 
palestinska fólkinum. Hann hataði jødarnar og varð upplærdur sum sníkskjútti. Seinni gjørdist hann bilførari hjá Yasser Arafat.

Í dag hatar Tass Saada ikke longur. Hann møtti jødanum Jesusi. Hann og kone hansara arbeiða í Jeriko, har tey tosa um sátt og fyrigeving. Sanna og djúpa, júst sum hann sjálvur upplivdi fyrigevingina.

- Tað er eitt undur, at eg enn eri á lívi, sigur Tass Saada.
Hann hevur oplivað nógv, hann í dag iðrar seg staðiliga um. Men hann ber alt fram opið og djarvt, eins og eisini ta ólagaliga og revsiverda er lýst i tí bókini, sum nú eisini er givin út á donskum máli


FØDDUR Í EINI FLÓTTAFÓLKALEGU

Tass Saada er 63 ára og fekk navnið Taysir Abu Saada, tá hann varð føddur í flóttafólkaleguni al-Brej í Gaza trý ár eftir stovnsetingina av statinum Ísrael.
Pápi hansara var appelsinframleiðari í Jaffa, men dugdi ikki at síggja nakra framtíð á einum vígvølli, har arabisku statirnir vildu tveita jødarnar út í
Miðjarðarhavið
.

Í 1951 setti FN tí familjuna upp í ein yvirfyltan lastbil, sum flutti tey til Jeddah í Saudi Arabien. Har kundi familjan búgva og klára seg fíggjarliga. Men tey vóru flóttafólk og vórðu ikke sædd við mildum eygum av saudi-arabunum. Tey vóru heldur ikki mett at vera rættir muslimar.

Tá Tass var 10 ár, flutti familjan til Qatar við Persiska flógvan, har pápin lat upp eitt bilverkstað, og m.a. tók sær av bilum prinsins.

 

REBELLURIN LÆRDI AT HATA

Men tann upreistrarsinnaði tannáringurin Tass kom skjótt í hóslag við løgregluna. Bert tilknýti pápans til prinsin bjargaði Tass undan harðari revsing.

Hann og familjan hansara stuðlaðu palestinsku søkini av fullum huga. Tass hevði lítlan hug at bíða og bað tí pápan um loyvi til at taka lut í palestinsku frælsisrørslini.

Faðirin kveistraði hann ikki beinleiðis burtur, men ynskti, at hann fyrst skuldi gera seg lidnan við útbúgving sína. Tass var kortini ov algoystur til at bíða. Saman við tveimum vinmonnum helt hann í 1967 avstað við følskum pappírum til Jordan fyri sjálvboðin at melda seg til at stríðast fyri Fatah og fría Palestina.
Hann varð vandur av elitu-eindum frá ræðuligum regimum í eini loyniligari legu í Jordan til ein kaldan drápsmann. Hetta gjørdi hann við stórari gleði. Hann lærdi serliga at hata jødar, sum hann helt høvdu tikið land hansara. 

Grammur lærdi hann at samla sína egnu AK-47 riflu og fekk eina sterka kenslu av mátti. Tá yvirmenninir løgdu til merkis evni hansara, fekk hann loyvi at handfara eitt Simonov-skotvápn við kikarasigti og fekk sína fyrstu loyniligu uppgávu sum snýkiskjútti. Hann var tá bert 17 ár og varð róptur, Jazzar, slátrarin. Hesi 3½ árini sum guerilla-hermaður hjá Fatah var lív hansara støðugt í vanda. Hann greiðir frá einum tilburði við ánna Jordan, har hann hvíldi seg saman við fólki sínum.

Brádliga byrjaði eitt harðligt skotálop við tungum vápnum.
- Eg helt meg vera raktan av granatsplintum. Eg var smurdur inn í blóð og avrivin likamslutir. Mínir menn vórðu sprongdir í petti. Læknakanningin seinni vísti, at eg bert hevði fingið onkran smávegis snudd í høvdið, greiðir Tass Saada frá.

Hendingar sum henda slóu hann í høvdið, so hann so við og við helt seg vera nærum ódeyðiligan, gjørdist hugmóðigur og tók støðugt størri vága.
- Eg eri takksamur fyri, at Gud helt hond sína yvir mær, sjálvt um eg ikki fylgdi honum eftir. Eg haldi, tað er Guds verja, at eg enn eri her.

Aftaná at eg havi givið lív mítt til Harran og havi sæð, hvussu ofta, eg kundi havt verið dripin, síggi eg, at tað var alt av Guds náði. Hann vardi meg. Eg eri sera takksamur, sigur hann og hyggur meg beint inn í eyguni.
Tass Saada goymir onki burtur men fer beint til sakina. Sannleikin skal jú framm í dagsljós, hóast hann er pínufullur.

Hann fortelur um vónbrotið eftir Seksdagakríggið í 1967, tá ísraelski herurin upp á fáar dagar vann ein sannførandi sigur á samlaðu arabiska yvirvaldinum. Arabisku fjølmiðlarnir høvdu annars frammanundan boðað frá stórum framstigi á hermótinum, ikki so fá niðurskotin stríðsflogfør hjá fíggindanum og sigrar á øllum økjum.

Tá heimurin eina viku eftir krígsbyrjan fingu tíðindini, at arabisku statirnir høvdu givið seg yvir, skakaði tað heimin. Teir høvdu borið fram ósonn tíðindi. Propaganda-tíðindini var ikki bert yvirdrivið skrøgg, men ein gjøgnumførd lygn. Hetta festi í sinni og hatrið hjá tí uppreistrarsinnaða unga manninum. Tað bar als ikki til at hava álit á statsligu herdeildirnar.


MØTTI ARAFAT

Yasser Arafat, sum gjørdist leiðari fyri PLO og seinni eisini forseti fyri palestinar, gjørdist stóra frælsishetjan hjá Tass Saada. Hann var ímyndin av mótstøðu palestinaranna og førur fyri at eggja sítt fólk til stríð. Bert fáar mánaðir áðren andlát Arafats í november 2004 fekk Tass møguleika at hitta sína fyrrverandi hetju og vitna um trúgv sína á Jesus Kristus.

Hetta gjørdist eitt serligt møti, har tann 74 ára gamli Arafat ynskti at hoyra alt um lívið hjá sínum gamla vini og bilførara. Arafat kendi pápa Tass og familju hansara. Kortini var tað ein óvæntaður heiður at kunna halda máltíð saman við Arafat forseta. Men tað var ein brotin maður, hann hitti á skrivstovu hansara í Ramallah henda dag.

Tass fortelur víðari: Vit hildu fram til gongu longur inn í bygningin, og tað, eg fekk at síggja fekk meg at rista við høvdinum. Hesin fyrrverandi so stolti og heimskendi palestinski leiðarin, sum í 1994 var annar av vinnarunum av friðarprísi Nobels, stjórnaði nú sínum felagskapi úr eini høll. Eg minnist, hvussu hann dugnaliga og eggjandi kveikti okkum í jagstran okkara eftir jødunum. Hann var ein gávaður herførari. Nú var veiðimaðurin sjálvur vorðin tann veiddi og mær tóktist synd í honum. Vit komu til eina skitna trappu, sum førdi til næstu hæddina. Onki var reint. Onki var ruddiligt og so varð hurðin latin upp til neyðarsligu skrivstovu hansara. Eg fór inn og heilsaði aftur upp á mína gomlu hetju, sum nú var vorðin 74 ár og heilt útslitin. Atmosferan var kortini hjartalig, sjálvt aftaná tey 34 árini, sum farin vóru, síðan teir seinast sóu hvønn annan. Heimurin var broyttur. Tað sama var Tass Saada, sum júst hevði hildið eina røðu við eina friðarráðstevnu í Egyptalandi.

NÝGGJUR KÆRLEIKI
Tass Saada var aftaná tíðina sum guerilja hermaður blivin álagdur at lesa og taka eina útbúgving av pápanum. Tað gingu tó ikki mong ár, fyrr enn hann flutti til USA fyri at byrja eitt nýtt lív har.

Hann gifti seg við amerikansku kvinnuni Karen í Kansas City bert við tí fyri eyga at fáa eitt uppihaldsloyvi. Aftaná 40 ár eru tey tó enn gift.

Orðið elska hevði Tass Saada trupult við at skilja. Tá kona hansara segði, at hon elskaði hann, svaraði hann bert aftur við einari tøkk. Ikki fyrr enn hann gjørdist kristin kom broyting í. Hatið bráðnaði, og hann fekk ein nýggjan kærleika til konu sína.


RADIKALT PAULUS-MØTI

Eftir at hava arbeitt í mong ár innan matstovu- og hotell yrki í USA var tað eitt viðskiftafólk, sum førdi  Tass til trúgv á Jesus. Hetta hendi ikki á sama hátt sum Paulus ávegis móti Damaskus, men í Kansas.

Men Tass hevði eisini jagstrað tey kristnu, ikki bert jødar. Sum hermaður hjá Fatah hevði hann tveitt hondgranatir inn í heim hjá kristnum og skotið eftir húsum teirra. Hann ynskti at verða tann ringasti av øllum. Tí mátti onki minni enn ein radikal broyting til, áðrenn hann kundi broytast.

Hann fortelur um eitt kraftigt og bjart ljós og um orð, hann aldri áður hevði hoyrt: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Hann fall á knæ hjá hesum kristna vininum, sum hann hevði kjakast við um Jesus. Tass bað um fyrigeving og um bað Jesus gerast frelsara sín.

- Eg upplivdi tað, sum ein tung byrða varð tikin av herðum mínum. Ein kensla af fullkomnum friði og gleði fylti meg. Guds nærvera var so verulig, at tað kendist, sum eg kundi taka og nerta við hana, minnist Tass Saada. Hetta var í mars 1993.

SÁTTARGERÐARARBEIÐI

Umbroytingin frá at vera ein víðgongdur muslimur til kristið hjálparfólk var kortini alt annað enn løtt.
Hann fekk deyðshóttanir frá muslimsku familju síni í Quatar. Tey kendu tað so, at hann hevði svikið tey. Eftir teirra fatan mátti tann fráfalni lata sítt lív fyri ikki at føra skomm yvir ættina. Tað gingu 11 ár, áðrenn hann aftur møtti síni familju, og hatrið bráðnaði burtur. Tey góðtóku sonin, sum vísti eyðmýkt og kærleika móti sínum foreldrum og systkjum.

Upp til 2007, tá Hamas tók valdið í Gaza rak hann eitt barnaheim og ein skúla í Gaza-geiranum saman við konu síni
- Vit kundu ikki halda á í Gaza-geiranum. Síðan 2008 hava vit verið við í humaniterum virksemi í Jeriko. Felagsskapurin kallast, "Seeds of Hope". Við at sáa vónar-sáð royna vit at byggja upp samfelagið, sigur Tass Saada.

Hann gevur ikki upp, hóast tær óteljandi miseydnaðu royndirnar hjá umheiminum at skapa frið í økinum.

- Síðan Abraham á sinni sendi son sín Ismael burtur hevur ætt hansara havt ein longsul at koma heim aftur. Eg vil vísa, at einasta vónin hjá arabiska fólkinum er at finna í Jesusi Kristi.
- At síggja arabar og jødar verða sáttar. Hetta brenni eg fyri djúpt í mínum hjarta. Tá alt kemur til alt snýr hetta seg ikki um eina pollitiska ósemju, men heldur eina av andaligum slag, endar Tass Saada hesa samrøðuna.

HOME


 

 

 

 

 

Maxim ammosov

8.1.2014

MAXIM AMMOSOV

Eg vaks upp í eini familju av ídnum kommunistum, sum leiða felagskapin Komsomol (ungir kommunistar) á vísindaliga fakultetinum fyri fysik í USSR. Foreldur míni vóru sannførd um, at framtíðar eydnan hjá tí einkulta var tengd at stremban hjá tí einkulta at skapa eina betur framtíð við okkara egnu hondum. Vit hildu tað vera gjørligt, um hvør gjørdi sítt besta fyri at nøkta sín egna tørv. Søgan var á okkara síðu: Sigur í 2. Veraldarbardaga, frambrot í Rúminum og á øðrum økjum innan Vísindi og gransking. Hví tosa um Gud? Alt kann jú greinast og lýsast vísindaliga og alt kundi náast við egna avriki menniskjans.

Men Berlin-múrurin fall í 1989. Um hetta mundið vóru nógvir av mínum vinum vorðnir sannførdir anti-kommunistar. Men eg hevði verið meira i iva hesum viðvíkjandi. Fallið av Múrinum legði hvørja leivd av "ateist átrúnaða" í oyði í mínum hjarta.

Eg gjørdist ógvuliga bilsin av at kenna ófjálgni og leiði við brádliga at verða uttan mín "átrúnað". Nú kendist ein tómleiki í mínum hjarta. Eg byrjaði at leita eftir onkrum øðrum, men visti ikki hvat. Eg gjørdist áhugaður í eysturlendskari filosofi og eg royndi transcendental meditatión. Agnið var, at Maharishi, stovnarin av hesi rørslu, snýtti fólk og tvíhelt um, at hetta ikki var ein átrúnaður, men ein vegur at náa sjálv-fullkomileika. Hetta er tað, sum dróg meg til rørsluna. Hvør hevur ikki eitt ynski um at gerast betur? Eg gavst at eta kjøt, fastaði, mediteraði, og hevði ikki ánilsi fyri, at eg við hesum var í ferð við at tilbiða illar andar. Kortini gav mítt stríð eitt úrslit. Eg fór aftur, var førur fyri at arbeiða meir, gjørdist betur hugsandi. Eg frøddist yvir hetta, men brátt varð áhugin fyri meditatión horvin, og eg legði til merkis eina ótespiliga kenslu í mínum hjarta, og tómleikin var enn til staðar í mínum hjarta.

Gud vísti mær, at hvørki sannføringar/átrúnaður(kommunisma ea.), ella filosofi(eystlig ella annað), ella serligir framferðarhættir til sjálv-perfektión kann setast í staðin fyri sonnu trúnna og felagskapi hjá manni við sínum skapara. Eg skilti tað ikki tá. Eg kundi ikki finna hvíld og sóknaðist eftir onkrum, sum eg hevði mist, tá Berlin-múrurin fall. Meiningin og endamálið við lívinum. Russiskar klassiskar bókmentir lýsa hetta fyribrigdi sum ein tráan eftir Gudi. Hetta var eisini orsøkin hjá mær, men eg var bert ikki klárur yvir tað.

Uttan at finna nøktandi svar í átrúnaði ella filosofi, gjørdi eg av, at vísindi skuldi verða mít mál við lívinum. Og eg gekk upp í tað vísundaliga við lív og sál. Tað hylnaðist eisini væl. Eg vardi pd.d-ritgerðir í optikki og atomfysikki, vann læknafrøðiligu kappingina hjá kanadisku stjørnini og flutti við familjuni til Kanada í 2½ ár.Har var enn betur arbeiðsviðurskifti at starvast undir, av tí at eg í Kanada hevði atkongtd til framkovið tekniska útgerð á Laval University, Quebec City. Eg arbeiddi dagar og ofta heilar nætur.

Arbeiði eydnaðist væl og eghevði ein stóran vøkstur, men í mínum hjarta kendi eg onga gleði, bert ein kensla av tómleika. Harumframt byrjaðu mínir innaru trupulleikar at vaksa, og mín ófjálga kensla av stikni gjørdist til vónloysi. Eg kundi ikki finna meining í hesum lívinum ella í mínum arbeiði. Hví gerast betur til arbeiðið? Hví skuldi eg tráa eftir at gerast vælumtóktur vísindamaður? Hví skuldi eg arbeiða við náttúruvísindi yvirhøvur? Eg byrjaði at fata, at eg ikki tænti sannleikanum, men bert arbeiddi til frama fyri egnu virkisleið.

Og fyri fyrstu ferð í mínum lívi gjørdi eg av bert at fylgja við streyminum. Eg visti ikki, hvønn veg eg skuldi fara. Eg slapp teymunum fullkomiliga á mínum lívi - tað var eitt torført stig. Tað var torført at viðganga fyri mær sjálvum, at eg var heilt hjálparleysur.

Men Gud er góður. Bíblian sigur í Matt 7,7-8 "Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp."
Hin Almáttugi Gud lat upp dyrnar fyri mær. So skjótt, eg gavst at stýra mínum egna lívi tók hann róðrið í egnar hendur.

Rættiliga skjótt eftir míni avgerð kom ein kvinna, sum eg ikki kendi nakað serligt "tilvildarliga" og bjóðaði míni konu og mær at "møta Jesusi". Ja, tað var orðið, hon nýtti, og et helt, tað var heiti á eini átrúnaðarligari rørslu. Eg visti ikki, hvat hesi orð nágreiniliga merktu. Vit tóku ímóti hennara innbjóðing og fóru heim til hús hennara fríggjakvøldið. Komin inn sóu vit 20 onnur, sum vit heldur ikki kendu. So brátt og skjótt eg traðkaðe inn um kendi eg ein serligan fløva í mínum hjarta. Kenslan av ótespiligheit og ófjálgni svann sum døgg fyri sól og áðurnevndi tómleikin í hjartanum við og eg varð fyltur upp í staðin. Eg var ikki greiður yvir alt tá, tí eg møtti øllum hesum fremmandu fólkunum og hevði nógv nýtt at taka støðu til. Men eg vil restina av mínum lívi koma at minnast henda eyðkenda og óskiljandi fløvan í hjarta mínum. "Brann ikki hjartað í okkum,?" (Lukas 24,32), mintust tveir av Jesu lærusveinum aftur á, men teir kendu hann ikki beinanvegin.

Vit gjørdu av at vitja hesi fólk enn einaferð. Næsta sunnudag fóru vit til eina lítla protestantiska kirkju nærindis Quebec City. Aftaná gudstænastuna bað presturin fyri mær og eg kendi nakað, sum líktist vindi frá hondum hennara. Onkur var við at fylla meg upp. Eg merkti hansara nærveru í og um meg, Tað var sera ítøkiligt og ómetaliga undursamt. Eg visti ikki, hvør tað var, men eg skilti, at eg var í nærveru Guds.

Mín andaliga leiting endaði við stórum ruðuleika í sinni mínum. Eg havi ongantíð ivast í veruleikanum av andaliga heiminum, men eg grunaði ikki, hvussu bygnaðurin var. Eg royndi at finna út av, hvør høvuðspersónurin var: Krishna, Budddha, Jesus, ella kosmiska sinnið? Eg havi samband við høvuðspersónin nú, men hvør er hann? Hvat eitur hann? Og bráddliga henda kvinnan, sum eg bert hevði verið saman við 2 ferðir í lívinum, ein sum eg ongantíð fyrr hevði tosað við um andaligar spurningar, hon segði profetiskt. "Jesus er navn hansara". Hon endurtók tað 3 ferðir upp í saman. Allur ivi hvarv - gjøgnum hana. Gud presenteraði hann(Jesus) fyri mær. Kallaði hann við navni.

Hetta var ein opinbering. Slørið fall frá eygu mínum. Eg fann tað, sum eg leitaði eftir, ella rættari, hann fann meg. Takk, Jesus! Eg bant mítt lív til hansara, gav meg upp í hendur hansara og bað hann um syndanna fyrigeving.

Síðan tá eri eg vorðin kristin. Kristin eru menniskju, sum kenna Skaparan persónliga og tæna honum. Hann hjálpur mær í øllum. Eg upplivdi grøðingar, skjóta og prísleysa hjálp í vísindaliga arbeiði mínum og onnur undur, skapt í stóru kraft hansara.

Nakað eftir hetta, aftaná at eg var vendur aftur til Russlands og hoyrdi kall Jesussar, gavst eg við fysik og helt avstað fyri at tæna í Moskva Charity Mission, "Emmanuel".

Aftaná at vera blivin ein kristin, byrjaði eg at síggja ábyrgdina av at vera jødi. "Fólkið, ið Eg havi skapt Mær, skal kunngera prís Mítt." Hetta er, hvat Harrin sigur um jødiiske " Det er hvad Herren sagde om det jødike folk i Bibelen, Esajas 43:21

Í 1998 varð eg settur í altjóða felagskapinum, Jødar fyri Jesus. Tað er eitt stórt vælsignilsi at vera missionerur fyri fólk mítt. Gud gav mær meiningina og málið við lívinum. ""Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær..." segði Jesus við lærusvein sín Tummas (Joh. 14,6), men hetta verður eisini sagt við øll, sum lesa hetta.

Lívssøga:
Føddur í Moskva, Ammosov er jødi og hevur ph.d. grad í optikk og atomfysikk. Han tók ímóti Jesusi sum sínum frelsara í Quebec, Canada, í 1994 og kom í okkara felagskap í 1998. Kona Maximx, Olga kom til trúgv um somu tíð. Maxim leiðir Jews for Jesus í Moskva, og Olga starvast har sum uppsøkjandi starvsfólk upp á niðursetta tíð. Familjan, Ammosov hevur tvær døtur, Katja og Liza, umframt ein svigarson og eitt dýrabart abbabarn.

HOME

 

 

 

 

 

 

2 ÁRA GAMALT BARN

 

 

 

2 ára gamalt barn vitnar saman við foreldrum sínum.

Hoyrið vitnisburð hansara her

 

HOME

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

VITNISBURÐUR FRÁ KVINNU VIÐ MUSLIMSKARI / INDISKARI BAKGRUND

VITNISBURÐUR FRÁ KVINNU VIÐ MUSLIMSKARI / INDISKARI BAKGRUND

Muslimsk kvinna við indiskari og malaisiskari bakgrund, Fatima, greiðir frá, hvussu hon á heilt serstakan hátt møtti Jesusi.

Fatima er lærari og ætt faðir hennara hevur djúpar muslimskar røtur. Bróður, pápi, abbi og ætt hennara langt aftur í tíðina vóru allir imamar. Fatima er lýðin og rætttrúgvandi muslimur. Men tá egna lív hennara skal byrja og hon er leys av skyldum hennara hendir nakað, sum kollveltir hennara lív. Hoyr hennara sera áhugaverda vitnisburð her.

Síggj VIDEO

 

HOME

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

HINDU INDARI VENDIR UM TIL JESUS

HINDU INDARI VENDIR UM TIL JESUS

 

 

Persónligur vitnisburður frá hindu indiskari kvinnu, sum kom til trúgv upp á Jesus og hvussu tað hendi.

HER VIDEO

 

HOME

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

URVASHI ÚR DELHI RINDAR HØGAN PRÍS FYRI AT FYLGJA JESUSI EFTIR

URVASHI ÚR DELHI RINDAR HØGAN PRÍS FYRI AT FYLGJA JESUSI EFTIR

 

 

Persónligur vitnisburður

Her hoyra vit Urvashi frá Delhi í India greiða frá, hvat hon mátti ígjøgnum, tá hon valdi at geva seg yvir til Jesus.

HER VIDEO


HOME
 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

Hindu lærari umvend til Jesus í Mumbai

Hindu lærari umvend til Jesus í Mumbai

 

 

 

Persónligur vitnisburður frá hindu lærainnu í Mumbai, sum kom til trúgv upp á Jesus og hvussu tað hendi.

HER VIDEO


HOME
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

Evangeline Booth, Frelsunarherurin, njál djurhuus, vitnisburður, persónligur vitnisburður

26. januar 2014

HVØR VAR TAÐ, SUM KYSTI MEG?

Video av Evangeline Booth

Biografi: Evangeline Booth

 

”Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan...” 1.Joh. 4,7
 

Evangeline Booth stóð uttan fyri eitt rættarhøli og sá ymiskar fangar koma út haðani. Fyri løtu síðani hevði hon hoyrt onkran har inni rópt, skríggjað og bannað, og nú sá hon eina konu, sum sá ógvuliga vill út, verða førda út av 6 politimonnum. Tveir gingu framman fyri hana og tveir aðrir aftan fyri hana, meðan tveir hildu í armarnar á henni. Sum hon bardist at sleppa leys. Klæðini, hon var í, vóru skrødd, hárið á henni var ývið, og á hennara skitna andliti var storknað blóð. Hvat kundi hon gera fyri hana?

Evangeline visti, at ongar stundir vóru at prædika fyri henni. Tað vildi verið ein brotsgerð ímóti henni at givið henni pengar, og at sungið fyri henni vildi verið nyttuleyst. Um eina løtu vildi henda konan vera langt burtur. Drivin av einum knappligum innskoti rann Evangeline yvir til hesa skitnu, bannandi og illa luktandi konuna og kysti hana.

Konan sleit hendurnar leysar og hugdi vill rundan um seg. “Hvør var tað, sum kysti meg?” rópti hon.. “Hvør kysti meg? Eingin hevur gjørt tað, síðani mamma doyði.”

Hon koyrdi sítt skrædda fyriklæði upp til andlitið og brast í sjóðheitan grát, og sum eitt blítt lamb læt hon seg leiða upp í vognin, sum koyrdi hana til fongslið.

Nakrar dagar seinni fót frg. Booth til fongslið at vitja konuna. Andlit hennara var nú reint, og hon sá heldur vøkur út. Hon hugdi upp á hesa fremmandu og spurdi: “Vita tygum, hvør kysti meg?”

So segði hon frg. Booth sína ævisøgu. “Tá ið eg var eitt pinkubarn, doyði pápi mín, og tá ið eg var sjey ár, doyði mamma mín. Hon doyði í einum myrkum bakgarði í einum fátækrabýlingi. Tá ið hon lá at doyggja, rópti hon á meg, tók mítt lítla andlit millum hendurnar á sær og kysti tað. Hon segði: “Mín neyðars lítla genta! O, Gud, ver miskunnsamur móti míni lítlu gentu og ansa eftir henni!” Frá tí degi og til nú er tað eingin, sum hevur kyst mítt andlit til fyri stuttum.”

So spurdi hon aftur: “Vita tygum, hvør tað var, sum kysti meg?”

Evangeline Booth svaraði: “Tað var eg.”

Hon segði hesari falnu kvinnuni um Gud og um, hvussu hann elskaði hana so høgt, at hann fór til krossin, har hann bar hennara syndir. Hann bleiv særdur og sligin og kann frelsa øll frá syndum teirra.

Hetta var nakað nýtt. Konan hevði ongantíð hugsað sær, at Jesus elskar so nógv. Hon læt hjarta sítt upp fyri Jesusi, og áðrenn hon fór úr fongslinum, hevði hon eisini lært nógvar aðrar fangar at elska Jesus.

Alt hetta hendi, av tí at Evangeline Booth kysti hana. Sum hetta var ein vøkur og góð gerð! Evangeline Booth var dóttir tann mannin, sum setti á stovn Frelsunarherin.

Latum okkum eisini sýna medmenniskjum okkara kærleika og læra tey mongu ólukkuligi, at Gud sanniliga er ein Gud, sum frelsir syndarar.

E. Campbell umsetti.