Siloam hylurin

 

Hylurin Siloam, har Jesus grøddi blinda mannin

Eitt heilagt kristið stað eyðmerkt av fornfrøðingum.

Hylurin Siloam hevur leingi verið hildin at vera eitt heilagt kristið stað, hóast tann rætta eyðmerkingin av sjálvum staðnum var ivasom. Sambært Evangeliinum eftir Jóhannes var tað við hylin Siloam, at Jesus grøddi ein blindan mann (Jóh 9,1-11).

Vanliga hevur verið hildið, at kristna staðið Siloam-hylurin var hylurin og kirkjan, sum byzantiska keisarinnan Eudocia (um 400-460) bygdi til minnis um undrið, sum Nýggja testamentið sigur frá. Men nágreiniliga staðsetingin av upprunaliga hylinum, sum hann var á Jesu døgum, var eitt loyndarmál inntil juni í 2004.

Meðan teir umvældu eina stóra vatnleiðing sunnanfyri Tempulfjallið í Jerusalem, við suðurendan á heygginum, ið er kendur sum Dávidsbýurin, komu fornfrøðingarnir Ronny Reich og Eli Shukron fram á tvey forn steintrin. Útgrevstur avdúkaði, at tey vóru partur av einum stórfingnum hyli frá tíðarskeiðnum undir Seinna templinum, tá Jesus var uppi á døgum. Struktururin, sum Reich og Shukron avdúkaðu, var smáar 70 metrar langur, við hornum, ið vóru eitt sindur meira enn 90 stig og soleiðis bendu á eitt trapetsformað skap, við tí breiðara endanum vendum móti Tyropoeon-dalinum.

Hylurin Siloam er granni við økið í gamla Dávidsbýnum, ið er kent sum Kongsins urtagarður, og liggur í ein landsynning beint við leivdirnar av kirkjuni og hylinum frá fimtu øld, sum fyrr vóru hildin at vera tað heilaga kristna staðið.

 

Hvat var hylurin brúktur til?

 

Hvat varð hylurin Siloam brúktur til á Jesu døgum? Av tí at hylurin fær vatn frá kelduni Gihon, ið liggur í Kedrondalinum, kundi hugsast, at hylurin er skikkaður at verða brúktur sum mikvé til rituella baðing. Hinvegin kann tað eisini vera, at hylurin hevur verið ein týðandi veitari av frískum vatni til íbúgvarnar í tí partinum av býnum. Ein granskari hevur enntá skotið upp, at hylurin var ein svimjihylur í rómverskum stíli.

Hvat upprunaliga endamálið so var, er hylurin Siloam, har Jesus grøddi blinda mannin, eitt týdningarmikið kristið stað, og tað var ein merkishending í bíbilskari fornfrøði, tá tað varð funnið.

Sum við so mongum støðum í heilaga landinum røkkur upprunin hjá hylinum Siloam uppaftur longur aftur í søguna – í minsta lagi sjey øldir áðrenn Jesu dagar. Hizkia kongur í Juda (seint í 8. øld f.Kr.) væntaði av røttum, at Sankerib kongur í Assýria fór at kringseta Jerusalem (2 Kong 18-20).

Fyri at verja vatnveitingina til býin undir kringsetingini fór Hizkia undir eina strategiska verkfrøðingaverkætlan, sum til eina og hvørja tíð hevði verið eitt undranarvert bragd: Hann gav boð um at grava ein tunnil uppá góðar 530 metrar undir Dávidsbýnum, so vatn kundi veitast frá kelduni Gihon, sum lá uttanfyri býarmúrin, inn í býin til ein hyl hinumegin heyggin. Tey næstu árini veitti tunnilin hjá Hizkia frískt vatn til henda partin av Jerusalem, og ymiskir hylar vórðu bygdir her gjøgnum øldirnar, eitt nú tann hylurin, sum Jesus kendi.

Kelda: Biblical Archaeology Society / grein umsett av Øssuri Kjølbro

 

Leinkja: https://trubodin.fo/hylurin-siloam-har-jesus-groddi-blinda-mannin/