Konan úr Valdres

 

Emanuel Minos

Eftir at mong hava vent sær til mín og biðið um, at sjónin úr Valdres aftur má koma á prent, verður tað gjørt hervið. Tá ið eg kom heim eftir lestrarárini í Oxford í 1964, fekk eg fleiri innbjóðingar at tala í kirkjum í Danmark, Noregi og Svøríki. Ein av innbjóðingunum var at tala í hámessuni í Etnedal kirkju í Valdres. Tá ið gudstænastan var liðug, kom ein eldri kona og vildi siga mær frá einari sjón, sum hon hevði havt um framtíðina. Hon segði, at hon var yvir 90 ár og var komin við hýruvogni til kirkjuna.

 

Kona mín Aase og ein eldri bróðir úr hvítusunnusamkomuni í Gjøvik vóru hjástødd undir samrøðuni við konuna. Hon bað meg skriva niður tað, sum hon greiddi frá, og hon spurdi, um eg ikki kundi siga frá hesari sjónini á møtum, tá ið eg kendi meg mintan á tað.

Tá ið vit komu aftur til Oslo, og eg tá las ígjøgnum tað, sum hon hevði sagt, stúrsaði eg við. Hetta virkaði ov ógvisligt og víðgongt. Tað, sum eg hevði skrivað niður, varð lagt í eina skuffu og lá har í fleiri ár. Men í 1993, tá ið eg skuldi rudda skuffuna, datt eitt gulnað ark út. Tað var frásøgnin um sjónina hjá konuni í Valdres.

 

Nú stúrsaði eg aftur við, men á ein annan hátt. Nógv av tí, sum hon hevði sagt, var gingið út. Eg havi tí lisið tað upp á møtum, har evnið hevur verið tað profetiska orðið. Sjónin vakti stóran ans. Hon er vorðin prentað í dagbløðum, bløðum, tíðarritum og traktatum fleiristaðni í Skandinavia. Onkuntíð er hon ikki endurgivin heilt røtt.

Tá ið talan er um profetiskan boðskap, sum ikki stendur í sjálvari Skriftini, má eg leggja

dent á tað, sum Paulus ápostul skrivar: “Men profetar tali tveir ella tríggir; og hinir skulu døma um tað!” (1. Kor. 14,29) og tað, sum Paulus hevur sagt á einum øðrum staði: Vanmetið ikki profetaorð! (1. Tess. 5,20)

Við hesum fyrivarni verður sjónin hjá konuni í Valdres enn eina ferð almannakunngjørd. Eg býti frásøgnina upp í fýra partar.

 

Sjónin

Tað var, sum eitt kort varð rullað upp framman fyri mær. Eg sá tað við mínum natúrligu eygum. Á kortinum vóru allir heimspartarnir niðurteknaðir. Eg legði merki til Evropa, Skandinavia og Noreg. Tað, sum eg slapp at síggja, vóru fyribrigdi, sum fóru at henda í tíðini, áðrenn Jesus kemur aftur, og triði heimsbardagi brestur á.

 

I

Áðrenn Jesus kemur aftur, og triði heimsbardagi brestur á, verður linni í viðurskiftunum landanna millum. Tað verður eitt langt tíðarskeið, har friður ræður millum stórveldini. Fólk fara at leggja langtíðar ætlanir. Í okkara landi verður avvápnaður, og aftur fara vit at verða ófyrireikað sum 9. apríl 1940. Triði veraldarbardagi byrjar á ein hátt, sum eingin hevði væntað, og úr einum heraðshorni, sum fólk ikki roknaðu við.

 

II

Tað fer at koma eitt fráfall frá sonnum og ektaðum kristindómi, sum ikki hevur sín líka. Tey trúgvandi fara í hópatali at gerast lunkað. Tey fara ikki longur at vera opin og ávirkað av rannsakandi boðskapi. Fólk vilja ikki so fegin hoyra um synd og náði, lóg og evangelium, bót og bata. Frá talarastólinum fer eitt nýtt slag av boðan at taka yvir. Tað fer at snúgva seg um at søkja eydnu, framgongd og materiellan vælstand. Eitt slag av einum eydnuboðskapi fer at gera um seg.

Kirkjurnar fara at standa tómar. Tað sama hendir við missiónshúsum og vekingarsalum.

Tey trúgvandi vilja ikki fylgja Jesusi eftir á tí smala krossvegnum. Undirhald, list og mentanartiltøk fara meir og meir at yvirtaka plássið, sum veking, neyð, angur og bótarmøtir skuldu havt.

 

III

Tað verður ein moralupploysing, sum vit ikki hava upplivað áður. Fólk liva sum gift uttan at vera gift. (Tá á døgum høvdu vit ikki orðingina sambúgvi, so tann gamla konan orðaði seg á henda hátt.) Tað verður stór óreinska undan hjúnalagnum, og tað verður nógvur ótrúskapur í hjúnalagnum. Ja, sjálvt í kristnum hjúnaløgum ger ótrúskapurin seg galdandi, og hjúnaløg verða upployst.

Ónatúrligar syndir fara eisini at gera um seg, og tær verða harafturat góðtiknar í kristnum bólkum.

Sjónvarpið kemur at fáa ein stóran leiklut. Tað fara at vera nógvar sjónvarps-støðir. (Tá á døgum høvdu vit ikki orðið “ræsir”, so henda gamla konan brúkti orðið “støðir”, eftir tí sum vit brúktu um útvørp.) Sjónvarpið verður fult av harðskapi. Harðskapurin verður undirhald hjá menniskjum um hesa tíðina, og tann harðskapurin, sum fólk síggja í sjónvarpi, kemur at enda at seta dám á býir og bygdir.

Tey fara eisini at vísa kynsligt samlív. Tað mest inniliga, sum hoyrir hjúnalagnum til, fara tey at vísa opinberliga í sjónvarpinum. (Tá ið hon segði hetta, segði eg, at tað var ikki loyvt í almennum sendingum. Tá á døgum høvdu vit filmseftirlit, sum ikki loyvdi skendskum og ósømiligum myndum. Tá harðnaði hon á málinum og segði: “Tað fara tey ikki at leggja petti í, tá ið tíðin kemur.)

 

IV

Fólk úr fátøkum londum fara at streyma til tey ríku londini. Tey koma til Evropa, til Skandinavia og eisini til Noregs. Tey verða nógv í tali, og tey fara ikki at vera væl lídd. Fólki dámar tey ikki, og tey fara at vera hørð móti teimum. (Tá ið hon segði hetta, fór hon at gráta.) Tey verða meir og meir handfarin sum jødarnir undir krígnum.

Tá er okkara syndamál fult. Kríggið brestur á. Fyrst verður tað ein lítil samanbrestur, ein týdningarleys ósemja. Men hon endar ikki. Hon veksur og breiðir seg. At enda mennir hon seg og verður til eitt stórt kríggj.

Móti endanum á hesum stóra krígnum verða ræðulig vápn tikin í nýtslu. Millum annað verða tað atomvápn. Luft, jørð og vatn verða eitrað og oyðiløgd.

Fólk úr ídnaðarlondunum Amerika, Evropa, Avstralia, Japan og onnur líknandi lond noyðast at flýggja. Tey kunnu ikki búgva har longur. Tey koma til tey fátækastu londini, sum eru sloppin undan tí versta. Men tey fara ikki at vera so villig at taka ímóti okkum, á sama hátt sum vit ikki vóru so villig at taka ímóti teimum.”

 

Eftirskrift

Soleiðis greiddi kona úr Valdres frá um sína sjón. Tað er ikki eydnast okkum at finna fram til hennara nú í eftirtíðini. Høgi aldur hennara sigur okkum, at hon kanska ikki livdi so leingi eftir hesa hending. Hon tosaði við einari dialekt, sum tey brúka í býunum á eysturlandinum í Noregi.

Henda sjónin legst afturat raðnum av spádómum um endatíðina, og í tí sambandi vil eg aftur loyva mær at siga: Tað hevur ringt fyri triðju ferð.

Effie Campbell umsetti.