Hvat líður náttini?

Í løtuni hvílir náttin yvir jørðini. Tað kennist, sum myrkrið tyngir niður yvir okkum. Vit hoyra og síggja ræðulig tíðindi í miðlunum: fólk, sum rýma úr heimlandi sínum, flóttafólk í yvirfyltum bátum, fólk í hundraðtali til gongu eftir vegunum, ræðuleikarnir, sum IS fremur, veðurlagsbroytingar við kolandi ódnum og brotasjógvum, og nú til seinast smittandi sjúkur. Hvat verður endin, og hvussu leingi varar hetta?

Soleiðis spáar Jesaja: ”Vøkumaður, hvat líður náttini? Vøkumaður, hvat líður náttini?” Vøkumaðurin svarar: ”Morgunin kemur, men enn er nátt.” Jes. 21,11-12. Hetta eru verkirnir, áðrenn Jesus kemur aftur. Verkirnir gerast títtari og harðari, áðrenn barnið verður borið í heim, og soleiðis er eisini í endans tíð. So vit skulu ikki vænta, at alt verður sum fyrr.

MEN, latið okkum ikki gloyma mentuna í lívsins roknistykki, JESUS. Hann ger allan munin. Myrkrið hevur havt sína forsøgu í Gamla Testamenti, tá ið Ísraels fólk trælaðu í Egyptalandi. Harrin sendi 10 plágur yvir egyptar, og ein av plágunum var myrkur:
”Tá segði Harrin við Móses: ”Rætt út hond tína móti himni, so skal koma yvir Egyptaland tílíkt myrkur, so takandi er í tað!” Og Móses rætti út hond sína móti himni; tá varð bølamyrkur um alt Egyptaland í tríggjar dagar. Eingin sá annan, og eingin flutti seg haðan, sum hann var staddur í tríggjar dagar; men allar staðir, har ísraelsmenn búðu, var ljóst.” 2. Mós. 10,21-23.

Ja, ísraelsmenn búðu og virkaðu í bjartasta sólarljósi, og tað sama lovar Jesus sínum. Hann sigur soleiðis:
”Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.” Jóh. 8,12.
 

”Tí sí, myrkur hylur jørðina og sorti fólkini; men yvir tær rennur Harrin upp, og dýrd hans birtist yvir tær.”
Jes. 60,2.

Einki grunnskygd hjálpir í lívsins avbjóðingum. Vit mugu meina tað í álvara og bjóða Jesusi inn í okkara hjarta. Tá eru vit púra trygg. Les allan Sálm 91, øll lyftini eru til tín.

Effie Campbell.