Burturferð Ísraels úr Egyptalandi

Kort yvir burturferð Ísraels

 

Filmsupptøkur av fundum í Akaba-víkini

 

 
Á VEG MÓTI REYÐA HAVINUM
 
Í 2.Mósebók lesa vit um burturferðina hjá ísraelska fólkinum og tær 10 plágurnar, Gud førdi inn yvir Farao og egyptiska fólkið. 
 
Í mongu øldirnar, ið eru farnar síðan hesa skakandi hendingar hevur verið spekulerað um og kannað, hvar ísraelar fóru um havið og heilt til okkara tíð hevur vanliga hugsanin verið, at ísraelar við Mósesi á odda fóru tvørturum Reyða Havið sunnanfyri Gosen, har ísraelar høvdu búleikast um 4 øldir og seinni mongu árini sum trælir hjá egyptum.
 
Í Bíbliuni verður ikki nevnt, hvørja leið ísraelar fóru fyri at koma sær úr Egyptalandi. Í Mós.13,17 stendur: "Táið nú Farao læt fólkið fara, leiddi Gud tey ikki vegin til Filistaraland - sum hevði verið stytsta leiðin; tí Gud segði: "Fólkið kundi komið at angrað tað, táið tey síggja, at kríggj verður, og vent aftur til Egyptalands!" Nei, Gud læt fólkið fara umveg gjøgnum oyðimørkina móti Reyðahavi..."
 
Vit skulu nú hyggja nærri eftir, hvørja farleið ísraelar tóku fyri at fara út úr Egyptalandi. Sambært vestligari siðvenju fóru tey suðureftir, tí hetta varð hildið vera mest sannlíkt fyri at koma til Reyða Havið. Men tað er nógv, ið bendir á, at tey ikki hildu suðureftir.
 
Vert er at hava í geyma, at vanliga staðið at fara tvørturum Reyða Havið liggur uml. 200 km í sunnan og har er botnurin alt ov djúpur og furutur til at koyra eftir við vognum og djórum og heldur ikki eru fjøll har umleiðir, sum Bíblian nevnir, tá egyptar eltu ísraelar. Altso má rætta staðið hava verið onkra aðrastaðni.
 
Ein onnur orsøk, at Gud ikki leiddi ísraelar hesar umleið 200 km. suðureftir fyri at fara um Reyða Havið er, at í so fall høvdu tey als ikki komið út úr landinum, Egyptalandi, so sum Gud hevði lovað teimum, tí Sinai var, og er enn á okkara døgum undir egyptiskum ræði.
 
Og ein triðja orsøk er, at tá á døgum róku egyptar umfatandi minuvirksemi umframt, at egyptar høvdu stórar herstøðir á Sinai-hálvoynni,3 altso í tí økinum, har ísraelar í vanligari hugsan hildu ímóti og har tey skuldu vera næstu 40 árini. Tað merkir tessvegna, at tey skuldi til í einum øki, sum var undir egyptiskum ræði, og sum tískil óivað hevði merkt stríð og samanbrestir. Hettasum er rættiliga óhugsandi, tí so var hetta óivað eisini nevnt í Bíbliuni. Tvørturímóti koma tey ofta í stríð við onnur fólkasløg, sum als ikki livdu í Egyptalandi.
 
Tað er heldur einki í Bíbliuni, ið so mikið sum rør fram undir, at ísraelar hildu suðureftir, men heldur, at Gud leiddi teir eystureftir, sum ein kann úrleiða frá 2.Mós 13. Tí tá tað hevur verður sagt, at ikki loyvdi fólkinum at snara av vegnum móti filistaland, so kann tað næstan bara merkja, at teir fyrst hava hildið beint eystureftir, sum er vegurin móti filistalandi í norði og Kanaans landi. Men hetta varð steðgað, tá Gud lat fólkið fara ein umveg til oyðimørkina við kós móti Reyða Havinum. Einasta alternativa leiðin út úr Egyptalandi var karavanuvegurin móti eystri(markerað við gulum á kortinum), sum seinni greinar seg, so hann endar í Eilat í núverandi Ísrael og hin vegurin leiðir móti Sinaihálvoynni í landsynningi. Hesar leiðir eru til enn tann dag í dag og kunnu síggjast á fylgisveinamyndum.
 
Tað kann vera trupult hjá mongum at ímynda sær, at ísraelar hildu áðurnevndu leið til Reyða Havið, hinumegin Sinai-hálvoynni, tí hetta merkir jú, at tey ikki, eins og vanliga verður hildið, gingu runt í hesum øki í 40 ár. Tað eru kortini so nógvar orsøkir at halda, at tað fólk vanliga hevur hildið verið rætta svarið er skeivt. Vit hava longu nú sæð fleiri grundir og fleiri fara at koma afturat.
 
Sum nevnt í erva fylgdu ísraelittar ta leið, sum er markerað fyrst í lilla liti og aftaná teir uml. 125km í landsynning, ið markerað í appelsingulum liti. Og nú byrjar tað at verða sera áhugavert, tí hesin síðsti teinurin av leiðini, sum leiðir beinleiðis móti eystri er umgyrt av tøttum fjallamassum, og tú skuldi ikki trúð, at tað ber til at finna eina gongda leið gjøgnum hesi fjøll. Men tað ber til, tí júst her liggur nevniliga ein sera javnur og slættaður dalur millum fjøllini - sostatt ein sera lættgongdur vegur fyri ta um 2 millión ella meir stóru mannamúgvuna, sum helt ávegis móti Reyða Havinum. Í tí fylgjandi fara vit at síggja, at hetta er í tráð við tað, sum stendur skrivað í Bíbliuna, eitt nú nevndu fjøllini.
 
Tí tað er júst hjáveran av hesum fjøllum, ið er ein av mest týðandi ábendingunum fyri, at hetta staðið er tað rætta sum legupláss, ísraelar komu til, júst áðrenn Gud leiddi teir yvir Reyða Havið.
 
Latið okkum lesa, hvat Skriftin sigur um staðið í 2. Mós. 14,1-3:
"HARRIN talaði nú við Móses og segði: "Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu venda við og gera steðg framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið, beint yvir av Ba’al-Zefon; har skulu tit gera steðg, við havið. Farao fer tá at halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum og innistongdir í oyðimørkini."
 
 
Vit hyggja nú nærri at teimum nøvnum, ið eru nevnd í tekstinum, fyri um møguligt at staðfesta økið. Tað fyrsta Pi-Hakirot, er navnið á einum fjalli - ella møguliga fleiri fjøllum - í økjum. Gud nágreinar staðið nærri við at siga, at tað er framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið. Tað er ein ávís óvissa um, hvar ella hvat Migdol sipar til, men teir flestu granskarar eru samdir um, at svarið liggur í etymologiska týdninginum á navninum. Á hebraiskum og fleiri øðrum semitiskum tungumálum kann Migdol umsetast til at merkja:
 
1: "Eitt torn av fjøllum", ið samsvarar við "fjallatindar nær hvør øðrum" í einum ávísum øki,
2:  ella "ein høgt staðsett virki ella vaktartorn" (4)
 
 
Í tráð við hetta greiðir egyptiska søgan frá, at nevnda fjallaøkið í eystara parti av Sinai var eitt týðandi eftirlitsøki fyri landið, av tí at vaktirnir høvdu eitt frálíkt útsýni harfrá og út yvir Reyða Havið og landið handan havið og kundu tí tíðliga varnast møguligar fíggindaligar eindir. Á júst tí fjallinum, ið liggur dygst úti við havið við Pi-Hakirot eru eisini leivdirnar av einum gomlum skansa við vaktartorni funnin.
 
Leguøkið við Reyða Havið
Tað sær altso út til, at Gud hevði leitt ísraelarnar gjøgnum breiða dalin millum fjøllini, har teir settu upp tjøld síni. Í tráð við hetta nevnir jødiski søgufrøðingurin, Flavius Josefus, hvar ísraelittar settu upp tjøld síni,
 
"vóru (tey) á tveimum síðum umgyrd av fjøllum, ið rukku heilt út til havið, og kundu tessvegna ikki passerast. Triðja síðan er Sivhavið(Reyða Havið) og fjórða síðan er: dalurin gjøgnum hvønn, ísraelar vóru komnir til leguøkið" (5)
 
Ísraelar vóru sostatt sperraðir inni úr øllum ættum, og Farao fekk skjótt frænir av hesum. tað er lætt at ímynda sær, at hetta hendi, tí vaktarfólkið á skansanum ovast á fjallatoppinum, sum mest sannlíkt hava fylgt hesum løgna og óvanliga virksemi niðri í dalinum, gjørdu tað, teir vóru vanir at gera: Teir skundaðu sær at senda boð um hetta til farao við at nýta eldtekin, ið skjótt ferðaðust úr fjalli til fjals, til tey at enda náddu málið. Hvat Farao hugsaði og gjørdi er lýst í 2. Mósebók 14,1-3, har Gud sigur:
"HARRIN talaði nú við Móses og segði: "Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu venda við og gera steðg framman fyri Pi-Hakirot, millum Migdol og havið, beint yvir av Ba’al-Zefon; har skulu tit gera steðg, við havið. Farao fer tá at halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum og innistongdir í oyðimørkini. Og Eg skal herða hjarta Faraos, so hann heldur eftir teimum, og so skal Eg opinbera dýrd Mína á Farao og øllum heri hansara, og Egyptar skulu sanna, at Eg eri HARRIN!" - Tey so gjørdu." 
 
Samstundis við at hetta fór fram, so høvdu ísraelar sett tjøld síni upp millum Migdol og havið. Men, fara atfinningarsamar røddir at siga: "Var tað í veruleikanum pláss fyri at so nógvir ísraelarar kundu vera har millum fjøllini? Um teir vóru 2,5 mió í tali, ið flýddu úr Egyptalandi, so hevur tað kravt eitt sera stórt leguøki til hesa miklu mannfjøld, og eitt serliga stórt javnt og slættað øki nær havinum. Men hetta hevði Gud sjálvandi eisini havt í huga, áðrenn hann førdi teir til hetta stað.
 
Á einari fylgisveinamynd yvir økið sæst týðiliga, at har út til havið, har fjøllini og breiði dalurin millum fjøllini endar, har er ein umleið 75-100kvm stór og fløt hálvoyggj, og her er ríkiligt av plássi til, at teir 2,5 mió ísraelarnir ella fleiri, kundu steðga har áðrenn fráferðina yvir um Reyða Havið.
 
Henda hálvoyggj verður kallað Nuweibahálvoyggin og er í dag eitt frítíðarparadís, ið hvørt ár verður vitjað av mongum ferðafólki frá útlondum eins og heimanífrá. Tað er áhugavert, at Nuweiba á arabiskum merkir, "Opið vatn, Móses", tí staðið sambært elligamlari siðvenju er staðið, har Móses leiddi ísraelar um Reyða Havið. At henda frásøgn er meira eftirfarandi enn tann vestliga, verður váttað, tá vit síggja, at hon er fullkomiliga í tráð við allar vitnisburðar úr Bíbliuni, eins og frá fornfrøðini, søguni og landafrøðini. (6)
 
Áðrenn vit fara víðari, skulu vit hefta okkum við seinna navnið, ið er umtalað í 2.Mós.14,2: Tí Gud gav jú boð um, at fólkið skuldi gera ein steðg við havið, beint yvir av Ba’al-Zefon, ið lá beint yvir av staðnum, har teir skuldu seta upp tjøld síni. Sum eg síggi tað, so má staðið "beint yvir av" hava merkingina "Hinumegin Reyða Havið", tí Ba’al-Zefon var nevniliga sambært navninum ein arabiskur býur og ikki egyptiskur. Tí, tá Ba’al er partur av navninum, so sipar tað altíð til eitt stað, har Ba’al varð tilbiðin. Í Egyptalandi tilbóðu teir ikki Ba’al, tí teir høvdu sínar egnu egyptisku (av)gudar og tí var heldur eingin býur í Egyptalandi, har Ba’al var partur av navninum. Men hinumegin Akabavíkina(Reyða Havið), bert 14 km. harfrá vóru hinvegin hópin av slíkum býum. Tað er áhugavert, at beint yvir av staðnum, har ísraelar settu upp tjød síni, har liggur ein arabiskur býur, ið kallast Bal-al-Saraf, og sambært málgranskarum kundi hesin etymologiskt gott verið samlíkur við 3500 ára gamla býarnavnið, Ba’al-Zefon. (7)

Hvørt hesi bæði býarnøvn dekka yvir sama bý, tað hevur kortini ongan týdning fyri at skilja, at býarheitið er eitt prógv uppá, at hann ikki hevur ligið á Sinai-hálvoynni, ið sum áðurnevnt var ein partur av Egyptalandi. Tað einasta staðið, hesin arabiski býurin kann hava ligið, má vera beint yvir av staðnum, teir sambært Bíbliuni hava sett upp tjøld síni. Altso hinumegin Reyða Havið í núverandi Saudi-Arabia, har teir so eisini sambært Bíbliuni hava hildið til næstu 40 árini.
 

Botnurin í Akaba-víkini

 

 

Vit venda nú aftur til aktuellu støðuna tá egyptiski herurin fult útgjørdur til krígsferð við stórari ferð nærkaðust ísraelum sama veg sum ísraelar ígjøgnum dalin, teir sjálvur vóru komnir ígjøgnum, og sum Bíblian sigur, vóru teir nú fullkomiliga innisperraðir og høvdu tískil ongastaðni, teir kundu flýggja og koma sær undan egyptum. Tað er væl skiljandi, at fólkið gjørdist ræðslusligin og mistu bæði dirvi og trúnna uppá nakra undurfulla útfrían, og teir róptu til Móses og søgdu:
"So søgdu tey við Móses: "Vóru tá ongar gravir í Egyptalandi, síðani tú ert farin higar við okkum at doyggja í oyðimørkini! Hvat er tað, ið tú hevur gjørt við okkum, at fara av Egyptalandi við okkum! Var tað ikki tað, ið vit søgdu við teg í Egyptalandi: "Lat okkum vera, lat okkum halda við at træla hjá Egyptum, tað er betri fyri okkum at træla hjá Egyptum enn at doyggja í oyðimørkini!""" 2. Mós. 14,11-12
 
Eitt sindur seinni róptu tey og søgdu til hansara:
 
Teir loystu av mótvegis Mósesi, men í veruleikanum var tað Gud, tey deildu. Teir vistu væl, at tað var Hann, ið hevði leitt teir higar. Altso, at Hann ikki hevði gjøgnumhugsað alt. Men nú skuldi Hann vísa teimum, at einki er ógjørligt hjá honum. Teir skuldu koma at síggja, hvussu stórur Hann er til at fría teir frá fíggindaveldi. Og júst soleiðis er tað eisini í dag. Móses kendi Gud og leit á, at Hann bæði kundi og vildi gera tað, Hann hevði sagt. Í tí løtuni visti hann sikkurt ikki, hvussu hetta skuldi koma at henda, men kortini bar hann fram trúgv til fólkið, ið var full av ræðslu, við tí at hann segði:
"Men Móses svaraði fólkinum: "Ræðist ikki! Standið nú føst, so skulu tit síggja frelsu HARRANS, sum Hann í dag skal senda tykkum! Tí sum tit síggja Egyptar í dag, skulu tit aldri í allar ævir síggja teir uppaftur. HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!"" 2.Mós.14,13-14
 
Hvat álit á Gud, at hann kundi siga: "Sum tit síggja egypar í dag, skulu tit aldri nakrantíð aftur síggja teir". Men áðrenn hetta hendi, gjørdi Gud enn eitt undur fyri teir. Hann syrgdi fyri, at egyptiski herurin ikki kundi sleppa at leypa á teir, meðan teir bíðaðu útfríanini:
"Eingil Guds, ið gekk undan heri Ísraels, flutti seg nú og gekk aftan á teimum, og skýstólpin, ið var framman fyri tey, flutti seg og stóð aftan fyri tey, so hann kom ímillum egyptaherin og her Ísraels; øðrumegin var hann skýggj og myrkur, og hinumegin lýsti hann upp náttina. Hvørgin herurin nærkaðist tá hinum alla náttina." 2.Mós.14,19-20
 
Leggið til merkis, at "Eingil Guds" og skýstólpin bæði vóru aftanfyri ísraelar fyri at verja fólkið ímóti egyptum, ið nærkaðust teimum úr tí einasta og sama vegi gjøgnum dalin, teir sjálvir høvdu lagt afturum seg. Ísraelarnir hildu, at fjøllini vóru ein trupulleiki: "Teir vóru jú innisperraðir", men júst hesi fjøll gjørdu, at egyptiski herurin ikki slapp uttanum eingil og skýstólpu, ið sperraðu fyri vegnum beint fram, so teir kundu umringa ísraelar frá síðunum. Soleiðis "komu teir ikki nær hvør øðrum alla náttina".
 
Sum vit hava sæð tað, so passa aktuellu viðurskiftini á eystara vongi av Sinaihálvoynni niður í minstu smálutir við tað, ið gongur fram í Bíbliuni. Áðrenn vit fara at hyggja nærri eftir teim mongu prógvunum fyri, at ferð jødanna yvirum Reyða Havið hendi júst her, skulu vit síggja enn ein vitnisburð frá Nuweibahálvoynni, har sum sagt fyrr, ísraelar settu upp tjøld síni áðrenn sjálva ferðina yvir um.
 
Tað er sera áhugavert, at júst her við Nuweiba-strondina, har er ein umleið 4,7 metra høg súla í granitti við einum tvørmáti upp á uml. 90cm. Hon lá við sjóvarmálan, tá hon varð funnin, men hon er nú vorðin endurreist. Vektin á súluni er mett at vera 11,5 tons. Reydliga granitti kemur ikki úr hesum øki og bæði skap og stílur síggja ikki út til at vera egyptisk, men líkjast nógv gomlu súlunum, ið finnast í Ísrael. Súlan hevur ongar innskriftir, men hildið verður, at innskriftir hava verið fyrr men at hesar við tíðini eru máaðar burturav av havinum. (8)
 
147_pillar.jpg
Granittsúlan
 
Tað er eisini áhugavert, at ein meinlík súla eisini er funnin hinumegin Reyða Havið(sí mynd í erva), tvs. í núverandi Saudi-Arabia - á júst sama staði, har ísraelar verða hildnir at verða komnir í land hinumegin, aftaná at hava gingið um havið og lagt tað afturum seg. Har var sostatt eisini reist ein súla í sama tilfari, í somu hædd og breidd, báðumegin havið. Ongin munur er á súlunum, burtursæð frá, at súlan á saudiarabisku síðuni er í betri standi, av tí at hon enn stóð uppi og hevur ikki ligið við sjóvarmálan og er tískil ikki ávirkað av havinum i sama mun sum hin. (9) Fornfrøðingar meta súlurnar at vera um 3000 ára gamlar. Teir halda, at tær einaferð vórðu settar upp sum minnismerki. Men, minnismerki um hvat, og reist av hvørjum?
 
Tað er sannlíkt, at súlurnar vórðu reistar av Salomo kongi, ið júst hevði sína stjórnartíð fyri umleið 3000 árum síðan. Úr Skriftini vita vit eisini, at hann væl kendi Akaba-víkina(er partur av Reyða Havinum). Eitt dømi um hetta sæst í 1.Kongabók í Gamla Testamenti
 
"Sálomo kongur læt eisini smíða skip - í Ezjon-Geber, sum liggur við Elot á Reyðahavsstrond í Edomslandi. Hiram læt menn sínar, royndar sjómenn, fara við skipunum saman við monnum Sálomos." 1. Kong. 9:26-27
 
Sum áðurnevnt er Elot tann sami sum núverandi ísraelski býurin Eilat, ið sum kunnugt liggur í syðra enda av Ísrael og út til Reyða Havið, og tað var hiðani, at Salomo koyrdi síni skip av bakkastokki. Tað er sera væl hugsandi, at hann frá gomlum uppritum og notatum kendi júst rætta staðið, har Gud á undurfullan hátt leiddi ísraelska fólkið yvir um Reyða Havið 350 ár áðrenn tíð Salomos. Og sum tann gudsóttandi kongur, hann var, er tað eisini hugsandi, at hann lat høgga út hesar báðar súlur úr granitti til at standa við byrjunar og endastaðið sum eitt ævigt minni og vitnisburð um stórleika og mátt Guds. Sambært Bíbliuni hevði hann møguleikan til hetta, tí hann verður lýstur í Bíbliuni sum ein stórur byggiharri og hann hevði tískil eisini nógva fakfólk undir sær til at høgga út steinarnar og føra teir til støðini, har tey skuldu nýtast. Hvussu mong, er eisini lýst:
 
"Av teimum gjørdi hann 70 000 til berarar, 80 000 til steinhøggarar í fjøllunum " 2.Krøn.2,18
 
Vit hava nú fylgt ísraelska fólkinum allan vegin úr Egyptalandi og til Reyða Havið á eystursíðuni á Sinai-hálvoynni.
 
Hetta er vitnisburður Bíbliunnar av tí, sum fór fram, tá Gud leiddi ísraelar yvir um Reyða Havið. Men, kundi ein spurt: Eru nøkur fornfrøðilig prógv fyri tí, og um ja, at tað var júst á hesum staði, tað veruliga fór fram? Kundi ferðin yvir um ikki havt verið aðrastaðni? Svarið er eitt greitt, nei. Vit hava longu sæð og funnið fleiri prógv uppá hetta, og vit skulu nú síggja fleiri. 
 
Akabavíkin er partur av eini grýtutum skarði, ið verður rópt Rift Valley, og hetta skarð toyggir seg úr tí Ísrael, vit kenna og langt niður í Afriku. Hetta skarð hevur sín uppruna í, at tvær kontinentalplátur spakuliga hava flutt seg í hvør sína ætt, ein eystureftir og hin vestureftir. Tí er Akabavíkin nærum allastaðni sera djúp, norðaliga einar 7-900 metrar djúp og sunnaliga einar 15-1900 metrar í dýpt. Hetta merkir, at um Gud hevði leitt ísraelar til eitthvørt annað stað og flutt burtur vatnið har, so hevði tað í øllum førum verið neyðugt fyri teir at klúgva niður í eitt djúpt og bratt skarð, sum fyri tað mesta mynda hvassar klettar. Tað hevði, sum vera man verið ógjørligt fyri ísraelar, tí hetta hevði treytað, at teir vóru royndir fjallaklatrarar og av hesum vóru tað helst ikki nógvir av millum fyrverandi trælirnar. Harumframt vóru eisini djór og vognar, sum skuldu við yvirum, so tað sigur seg sjálvt, at Gud mátti og vildi leiða teir  til eitt stað, har tað er lætt at fara yvirum. Og tað er jú júst hetta, ið stendur í Bíbliuni, og sum eisini kann staðfestast ígjøgnum óteljandi fundir.
 
 
Ísraelar vóru nevniliga komnir til staðið, har 14 km. langi vegurin eftir botninum var(og er)javnur og slættaður allan vegin yvir hinumegin havið. At tað veruliga er soleiðis háttað har kemst av nøkrum serligum landafrøðiligum lagaligum viðurskiftum, ið eru til staðar júst har á hasum staði. Hesi viðurskifti gera, at frá áðurnevndu fjøllum, har ísraelska fólkið hevði sett upp tjøld síni, hevði gjøgnum farnu øldirnar verið eitt støðugt jarðarslit, sum hevði skolað stórar mongdir av sand- og grúsbotnfalli fyrst oman í dalin, ið hevði skapt ein so slættan og lættframkomiligan dal, at ísraelska fólki lættliga kundi koma sær framat sjóvarstrondini. Síðani er botnfallið ført víðari út móti havinum, og hevur soleiðis gjøgnum tíðirnar formað ta áðurnevndu 75-100 kvm stóru Nuweibahálvoynna. Og endiliga er ein stóru partur av hesum botnfalli leitt víðari út í havið og hevur yvir mongu øldirnar elvt til, at havbotnurin júst á hesum stað yvir tíð er hækkaður so nógv, at hann sambært US National Geophysical Center bert er umleið 100 metrar djúpur, har hann er djúpastur.(10) Hetta merkir ítøkiliga, at botnfallið sum víst á diagramminum í neðra hevur formað ein breiðan og slættan "háveg" eftir havbotninum, sum førir allan vegin tvørtur um havið til strondina hinumegin Akabavíkina(Reyða Havið)(11) og høgru- og vinstrumegin hesum hávegi fellur og hækkar dýpdin ógvusligt, av tí at dýpdin har ikki er ávirkað av omanfyrinevndu botnáløgum.
 
   
                                                                                                                               
Tekning av botninum við Nuweiba hálvoynna          
 
Tær flestu keldur nevna harumframt, at á hesum stað er eitt lítið fall upp á 2,2-4% oman til djúpasta staðið, og tí var tað sum vera mann ongin trupulleiki fyri ísraelar at fylgja vegnum frá strondini og niður á botnin - og haðani aftur allan vegin upp aftur til strondina hinumegin, tá Gud á undurfullan hátt fekk vatnið til at standa sum ein múr til báðar síður, og ruddaði soleiðis slóð fyri einum turrum vegi hjá ísraelum at ferðast eftir. Sambært orðum Bíbliunnar var tað júst hetta, ið hendi í samband við yvirferð Ísraels um Reyða Havið. Tað stendur jú skrivað, at tá
"So fóru Ísraelsmenn beint tvørtur um havið, á turrum; men sjógvurin stóð sum ein veggur høgrumegin og vinstrumegin tey." 2.Mós.14,22
 
Áðrenn hetta sóu vit í áðurlisnu ørindum úr sama kapitli, sum sigur, at "So hildu Egyptar eftir teimum, allir vagnar Faraos, hestmenninir og allur herur hansara, og teir fingu tey aftur, táið tey høvdu gjørt steðg við havið, við Pi-Hakirot, yvir av Ba’al-Zefon."
"Men táið morgunvøkan var komin, hugdi HARRIN úr eld- og skýstólpanum niður á Egyptaherin og fekk hann í ólag; Hann læt hjólini detta av vagnum teirra, ..."
 
Orsøkin til hetta er møguliga, at Gud um hetta mundi spakuliga lat vatnið renna aftur á sín stað, og tað gjørdi sjálvandi leiðina hjá egyptiska herinum munandi truplari. Tað var eisini um hetta mundið, at tað av álvara gekk upp fyri egyptum, at tað var Gud, ið stóð aftanfyri alt og teir søgdu tí til hvønn annan:
"... "Latið okkum flýggja fyri Ísrael, tí HARRIN stríðir fyri tey móti Egyptum!"" 2. Mós. 14,25
 
Um hetta mundið vóru ísraelar komnir yvir um og upp á turt land hinumegin havið. Í kapitlinum verður verður sagt, at tá rætti Móses eftir boðum Guds aftur hond sína út yvir havið.
 
"Móses rætti tá út hondina yvir havið; móti morgni kom sjógvurin so aftur, hagar sum hann var vanur at vera, beint ímóti Egyptum, sum flýddu; HARRIN rak Egyptar beint út í havið. Sjógvurin kom aftur, og legði yvir vagnarnar og hestmenninar, allan her Faraos, sum var farin eftir teimum út í havið; ikki so mikið sum ein varð eftir av teimum." 2.Mós.14,27-28
 
Sum nevnt fyrr, so forklára ella burturforklára bíbliuatfinnarar omannevndu hendingar við, at tað er farið fram á einum stað, har havdýpdin helst ikki hevur verið meir enn ein ella tveir metrar. Men um hetta var so, hvussu ber tað so til, at allir egyptar kundu drukna - meðan tað sama ikki hendi fyri ísraelar? Atfinnararnir hava somuleiðis gjørt eina roynd at greina ferð ísralitta um havið við, at tað bert hevur verið talan um flóð og fjøru, sum flutti vatnið, soleiðis at teir kundu ganga tvørturum turrskøddir. Men í veruleikanum er tað ógjørligt, at mánin, sum kunnugt verður stýrdur av mánanum, kundi fáa tað 100-150 metra djúpa vatnið til at flyta seg - og so eisini út til síðurnar, so tað stóð sum ein múrur um ísraelarnar. Vit koma ikki uttanum, at her snýr tað seg um onki minni enn eitt Guds undur, eitt undur, sum Skriftin um og umaftur vendir aftur til. Sum eitt nú í lovsongi Ísraels, har eitt av ørindunum ljóðar:
"Vagnar Faraos og her hansara kastaði Hann í havið, útvaldu vagnkappar hansara druknaðu í Reyðahavi;" 2.Mós.15,4
 
Sum bíbliutrúgv kristin trúgva vit sjálvandi tí, ið skrivað stendur í Skriftini. Merkir tað so, at vit trúgva uttan at síggja nøkur prógv? Ja! Men tað merkir ikki, at har ikki finnast prógv, tí Gud er søgunnar Gud. Tá nú onkur kortini roynir við undanførslu at greina tí, ið skrivað stendur, eins og tey gera tað við øllum teim søguligu og fornfrøðiligu vitnisburðunum, ið ikki hóska til teirra, so prógvar tað bert teirra dáragerð. Paulus lýsir henda dárskap soleiðis:
"Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan." Róm. 1,19-20
 
Red Sea Path
 
Um vit vilja tað, so kunnu vit síggja Gud til verka, í søguni eins væl og í teim mongu fornfrøðiligu fundunum, ið eru framd, vitnisburðar og tekin, ið vísa, at Bíblian hevur rætt, tí hon er innblást av søgunnar Gudi. Lat okkum nú hyggja nærri at fleiri fundum, ið eru framd á havbotninum út fyri Nuweibahálvoynna - í eini umleið 14 km langari linju til hinumegin Reyða Havið(Markerað í reyðum á tekningini í erva). Á hesum "vegi" eftir havsins botni eru hópin av lutum funnir, sum eru ein stórur vitnisburður um, at tað var júst her, ferðin tvørtur um Reyða Havið fór fram, og sjálvandi eisini, at hetta hendi soleiðis sum Bíblian lýsir tað. Latum okkum hyggja at nøkrum fornfrøðiligum prógvum fyri hetta:
 
Tað mest áhugaverda er tann heilt stóra mongdin av egyptiskum vognhjólum, ið funnin eru á havbotninum á hesi 14 km langari leiðini yvir um Reyða Havð, har "hávegurin" liggur. Tvey ymisk sløg av hesum hjólum eru at síggja á myndunum í neðra.
 
                           
 
Vit hava longu viðmerkt tekstin, har tað stendur, at egyptar eltu ísralittarnar út í havið við teirra mongu stríðsvognum. Í 2. Mós. 14,6-7 verður neyva mongdin givin upp:
"So læt hann seta hestarnar fyri vagn sín og tók menn sínar við sær; hann tók 600 útvaldar vagnar og allar hinar vagnarnar í Egyptalandi og mannaði teir allar við vagnkøppum."
 
Jødiski søguskrivarin, Josefus nevnir sama tal av vognum, men skoytir uppí, at umframt hesar vóru eisini 50.000 reiðmenn og 200.000 gonguhermenn.(12) Nevndu striðsvognar vóru gjørdir til skjótt og effektivt stríð, og vanliga vóru tveir hermenn á hvørjum vogni. Annar koyrdi vognin og hin stríddist frá vogninum við boga og píli, svørði. Hesir vognar vóru lutfalsliga lættir; vognkassin og vognkurvin vóru úr træ og leðri. Hjólásin var festur til undursíðuna av vognbotninum, ið var úr træ.
 
 
Hesir stríðsvognar eru ofta vorðnir avmyndaðir í egypisku søguni og í ymsum samanhangi. Eitt dømi sæst her í erva. Harumframt hava fornfrøðingarnir eisini funnið bæði heil, og partar av bæði hjólum og vognum í Egyptalandi. Nøkur av hesum hjólum hava 4 snældur í hjólinum, onnur hava seks ella átta snældur, júst sum tað er komið fyri við funnu hjólunum á havsins botni við Nuweiba "hávegin". Tað áhugaverda er, at tað er gjørligt at tíðaráseta hjólini, alt eftir, hvussu nógvar snældur, tey hava, tí tey hoyra til hvør sína tíð í egyptisku søguni. Hetta merkir ítøkiligani, at tey hjól, sum eru funnin á havsins botni við Reyða Havið kunnu siga okkum nakað um tiðina fyri, nær tey eru endað har. Tað kann nevniliga vera hent í tí sera stutta tíðarbili, tá Egyptaland nýtti øll hesi trý sløgini av hjólum.
 
Gamlar egyptiskar áskriftir vísa eitt nu, at tey 4-snældaðu hjólini vórðu nýtt í fyrra parti av 18. dynastii og vóru í nýtslu til um. 1486 f.kr., tá Móses flýddi úr landinum. Og meðan hann var staddur hjá prestinum, Jetro í Midjans landi í 40 ár, byrjaðu teir at nýta tað 8-snældaða bronsuhjólið í Egyptalandi. Hesi hjól kunnu eitt nú síggjast á myndum av Thutmosis'4 stríðsvognum. (13) Hesi hjól vórðu kortini bert nýtt í eitt heilt stutt tíðarskeið, tí farið varð skjótt yvir til at nýta hjól við 6 snældum. Hetta sama gjørdu eftirfylgjandi kongsættirnar. Orsakirnar tykjast at vera, at tað 6-snældaða hjólið vísti seg at vera tað mest nýtiliga og høgliga.
 
Tað er sostatt gjørligt við hesi tíðarmerking at tíðarfesta rættiliga neyvt aldurin á egyptisku hjólunum, ið eru funnin á botninum í Reyða Havinum áraka Nuweiba. Men hvussu hongur hetta saman við tí, at øll trý sløg av hjólum eru funnin á botninum har? Hava vit ikki júst sagt, at tey ikki vóru í nýtslu um sama mundið í Egyptalandi? Jú! Og so kortini eisini nei! Latum okkum hyggja nærri eftir hesum. Í tí tíðarbili, tá egyptiski herurin elti ísraelar út í havið og druknaðu, tá vóru teir byrjaðir at nýta tað 6-snældaða hjólið í Egyptalandi - men tað merkir ikki neyðturviliga, at man hevði forkastað øll tey gomlu hjólsløgini - til hetta vóru tey ov virðismikil. Tað er skilagott at halda, at tey bert vórði skift út so hvørt. Kanska hava nøkur teirra verið varðveitt sum eykahjól, sum tað í mong ár var lagnan hjá gomlu MY diesellokomotivunum í Danmark?
 
Í øllum førum vóru øll trý sløg av vognum nýtt, tá farao gjørdi av at elta, heinta og leypa á ísraelarnar, sum hann helt, "vóru vilstir í oyðimørkini". Til sína innkalling til herin hevði hann slætt og rætt tørv á øllum sløgum av vognum, ið hendur kundu fáast á. Tað kann prógvast søguliga, at orsakað av júst hasi tíðini vórðu øll trý sløg av hjólum í nýtslu, tá egyptiski herurin elti ísraelar út í havið - sum avmarkar tíðina til at vera um 1446 f.kr., ella svarandi til ta tíð, Bíblian ásetur til útferðina hjá ísraelska fólkinum úr Egyptalandi.
 
 
Vit skulu aftur til tey funnu gomlu hjólini á havsins botni. Á ymsum myndum er tað lætt at komast við skapini á teim ymsu hjólunum, hóast tey viðhvørt, eins og víst á myndini í erva, eru trupul at eyðmerkja. Grundirnar eru sjálvsagdar. Tey hava ikki ligið á einum fornminnissavni, men á havsins botni, har eitt nú korallir hava lagt seg á tær í tjúkkum løgum. Men kortini skilja tær seg markant út frá umhvørvinum, og tað sæst greitt, at korallirnar hava fingið skap eftir hjólum og øðrum funnum lutum, sum t.d. brynjum, skjøldrum, mannabeinum og spjótoddum, men av og á krevur tað fakligan førleika at síggja, hvat tað snýr seg um, og hvørt hjólini hava so ella so mangar snældur.
 
Vit kunnu spyrja, hví hjólini eru funnin og ikki vognarnir? Frágreiðingin er tann, at um korallir vaksa á lívfrøðiligum tilfari sum eitt nú træi, sum vognarnir mest vóru gjørdir úr, so fer ikki at ganga long tíð til træið er molnað og burturi, og eftir eini tíð er tað bert skapi, sum er eftir. Hetta sæst ofta av gomlum fundum av vatni. Grundin til hetta er, at korallirnar í øvut av lívrunnum tilfari er gjørt úr ikki-niðurbrótiligum metallum. (14)

 
Umframt áðurnevndu hjólum eru sum nevnt eisini funnin mangir aðrir lutir frá egyptiska herinum, eitt nú skjøldur, spjótoddar, eins og ásløg út beltum og vagnar. Eisini eru funnin mongd av pørtum av beinagrindum. Tey liggja aloftast í stórum rúgvum og eru løgd við korallum, og hetta ger eina neyva eyðmerking av einkultu beinlutunum trupla. (15) Men kortini eru eisini partar av beinagrindum frá menniskjum og rossum, sum tað ber til at eyðmerkja. (16) Til dømis ber til á myndini í erva at síggja og samanbera eitt steinrunnið menniskjalærbein við eitt menniskjalærbein frá okkara tíð, og tað sæst, at skap, rundingar, lutfall eins og kúgluliðurin er heilt. Steinrenningin er farin fram, so at slík bein skjótt eru vorðin løgd inn í iltfrítt legugrýti og áðrenn beinini náddu at molna sundur. Á Stockholm University er beinið vorðið gjølla kannað og tey eru samd um, at tað er eitt høgra lærbein frá einum manni, ið var 165-170cm høgur, og sum livdi fyri 3500 árum síðan, (17), altso á somu tíð, sum ferð jødanna um Reuða Havið.
 
Har eru annars eisini onnur dømi um, beinagrindir og partar av hesum eru vorðin varðveitt so sum nevnt áður. Eitt nú hava teir út fyri Miðalhavsstrond Ísraels funnið hitt størsta og best varðveitta fornfrøðiliga búplássið á havsins botni. (18). Hildið verður, at vatnstøðan einaferð var 30 metrar lægri í Miðalhavinum enn nú, og búplássið, ið tá á sinni lá við sjóvarstrondina, liggur tí nú á havsins botni. Her hava teir t.d. funnið 15 beinagrindir, ið eisini eru vorðnar til stein orsakað av iltfríum botnfalli, eins og tað í Reyða Havinum, og eru tískil varðveitt fyri eftirtíðina.
 
Men hóast slík fund, ið er ein stórur vitnisburður fyri øll kristin um sannleikan í tí, sum greitt verður um í Bíbliuni, so er hetta ikki nóg mikið fyri at sannføra søguliga bíbliukritikkin. Einaferð hoyrdi eg ein av hesum atfinnarunum koma við undanførslum fyri, hví hann  ikki trúði, at áðurnevndu fund stava frá burturferðini hjá ísraelska fólkinum úr Egyptalandi. Hann byrjaði við at siga, at teirra uppihald í Egyptalandi er mytisk(altso ikki eksisterandi), og helt tískil, at so máttu tey mongu funnu hjólini og partarnir av beinagrindum frá rossum og menniskjum í staðin stava frá einum egyptiskum skipbroti um ta mundi. Tvs., at í staðin fyri at trúgva tí, sum stendur skrivað í Bíbliuni, so roynir hann at mótprógva, at fundini hava nakað við málið at gera.
 
 

Egyptiskur stríðsvognur

 

Keldutilfar:
 
1.      Flavius Josefus: The Antiquities of the Jews, bind 2, kap. 14-6.
 
2.      Sama, bind 2, kap. 15-3.
 
3.      Tel, nr. 3, 2003, s. 9.
 
4.      http://www.bible.ca/archeology/bible-archeology-exodus-route-migdol.htm
 
5.      Flavius Josefus: The Antiquities of the Jews, bind 2, kap. 15-3.
 
6.      http://www.da.amazinghope.net/exodus-nuweiba/ 
 
7.      Dr. Lennart Möller: Exodus, udvandringen fra Egypten, síða 203.
 
8.      http://www.da.amazinghope.net/exodus-nuweiba
 
9.      Dr. Lennart Möller: Exodus, udvandringen fra Egypten, síða 238.
 
10.      Dr. Lennart Möller: Exodus - udvandringen fra Egypten, síða 213
 
11.      http://www.biblebigpicture.com/biblelessons/evidenceofredseacrossing.htm
 
12.      Flavius Josefus: The Antiquities of the Jews, bind 2, kap. 15-39 (síða 240)
 
13.      Dr. Lennart Möller: Exodus - udvandringen fra Egypten, síða 241
 
14.      http://natgeo.dk/videnskab/teknologi/hvornaar-blev-hjulet-opfundet
 
15.      http://www.pinterest.com/saltrockcowgirl/bible-storys-proof/
 
16.      Myndadømi síggjast í bókini: Dr. Lennart Möller: Exodus - udvandringen fra Egypten, s. 251
 
17.      Sama
 
18.      Dr. Lennart Möller: Exodus - udvandringen fra Egypten, side 259
 
19.    Sama, síða 153
 
20.    Sama, síða 164-167.
 
21.    http://en.wikipedia.org/wiki/Amarna_letters
 
         http://www.pilgrimpromo.com/war/discovered/html/chapter12.htm
 
         http://www.reshafim.org.il/ad/egypt/zannanza_affair.htm
 
22.      Dr. Lennart Möller: Exodus - udvandringen fra Egypten, síða 164
 
23.      Sama, síða 165
 
https://jesus-lever.dk/Udvandringen fra Egypten.htm

Egyptaland

Hvussu