Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk, tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists.
Gal 1,11-12

 

”Og eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, til tess at teir, tá ið hann trýtur, mega fagna tykkum í hinum ævigu heimbýlum.”
Luk. 16,9

”Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!”
Róm. 8,15

”Men nú, tá ið tit eru loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guðs, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív.”
Róm 6,22

”Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív.”
Gal. 6,8


”Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum! ”
Gal. 5,25

”Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins.”
Gal. 5,16

”Dagur frá degi orðum mælir, nátt eftir nátt talar fróðskap. ”
Sálm. 19,3

”Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum,”
Ef. 3,20

”við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika,”
Ef. 4,2

”Harrin hevur samlag við teir, ið hann óttast, fyri at kunngera teimum sáttarmál síni.”
Sálm. 25.14

”Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Guð mín, og eftir tær allan dagin eg bíði.”
Sálm 25,5

 

Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er!”
1.Tess. 5,21

”»Lovaður veri Harrin, Guð Ísraels, tí at vitjað hevur hann fólk sítt, og loyst hevur hann tað út; og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids, tænara síns;”
Luk. 1,68-69

 

Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.«”
Jes. 40,8

 

Sí, eg sendi ørindreka mín; hann skal greiða vegin undan mær; og brádliga kemur hann í tempul sítt, Harrin, ið tit søkja, og boðberi sáttmálans, ið tit stunda eftir; sí, hann kemur, sigur Harri herliðanna”

Mal.3,1

”Á tí degi skulu heidningarnir spyrja eftir rótarkvistinum av Ísai, sum stendur sum hermerki fyri fólkini; og bústaður hans skal verða dýrligur.”

Jes. 11,10

”Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans.”

Jes. 11,1-2

 

(Jesus sigur) ”»Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, ”

Luk. 4,18

 

Verið tí tolnir, brøður, til Harrin kemur! Sí, bóndin bíðar eftir hinum dýrabara ávøkstinum av jørðini og væntar í tolni eftir honum, til hann fær heystregn og várregn. Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí at koma Harrans er í nánd.”
Ják. 5,7-8

 

men íklæðist heldur Harran Jesus Krist, og havið ikki tílíka umsorgan fyri holdinum, at tað elvir girndir.”
Róm. 13,14

 

Jóhannes svaraði og segði: »Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum.”
Joh. 3,27

 

Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg,”
Gal. 4,4

 

"Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist,..."
Fil. 3,20