Eitt jólaundur
Kathleen R. Ruckman
Tað er so lætt hjá okkum at vera sjálvglað av teimum stóru framstigunum, sum eru gjørd innan læknafrøðiligar granskingar. Kortini kunnu deyðiligar sjúkur, sum difteritis í hesi frásøgnini, raka okkum - sjúkur, sum eru lívshættisligar, og sum eingin kend viðgerð er fyri, sum rínur á. Brádliga hava familjur eftir fáum tímum mist børn síni og borið tey út í kirkjugarðin. Hvussu ber til at tosa um at halda jól, tá ið slíkur sorgarleikur rakar?
Tað var spurningurin.
Rithøvundurin, sum býr í Oregon, greiðir frá upprunanum til hesa søgu: “Frá tí at eg var heilt lítil, minnist eg, at Suzanna omma segði okkum hesa søguna mangar ferðir. Vit børn sótu rundan um køksborðið og lurtaðu. Av tí at eg eri rithøvundur í fríari vinnu, havi eg skrivað frásagnirnar, sum omma segði, niður.”
- - -
Tað var tollaksmessudag 1908, og ein difteritis-farsótt herjaði eystara part av Kekkoslovakia. Í teirri lítlu bygdini Velk’y Slavkov, sum lá undir teimum høgu Tatra-fjøllunum, gekk ein einsligur maður í einari oydnari gøtu. Hann trýsti hattin longur niður á høvdið at verja seg móti tí hvassa vindinum. Á leiðini kom hann fram við húsum, har vindeyguni vóru fast afturlatin og rullugardinan drigin niður.
Í fleiri vikur hevði difteritis herjað bygdirnar undir Tatra-fjøllunum. Henda ógvislig sjúkan leggur á ovara part av andingarleiðini. Næstan helvtina av fólkunum í Velk’y Slavkov vóru deyð av sjúkuni. Nógv teirra vóru børn undir tíggju ár.
Maðurin kleiv upp í ein stiga við málingarspannini og málaði ein svartan kross á durastavin uppi yvir hurðini hjá familjuni Boratko. Enn eitt heim var avbyrgt. Tá ið maðurin var farin, fall Suzanna Boratko á knæ niður á trappusteinin. Hon græt og bað á slovakiskum máli. Eftir knappari viku vóru hon og maðurin Jano vorðin barnleys. Elsta barn teirra, fimm ára gamla Mariena, var deyð av sjúkuni fyri nøkrum fáum døgum síðani. Í skúrinum í bakgarðinum smíðaði Jano báðar kisturnar lidnar til synir sínar. Difteritis-sjúkan hevði tikið teir fyrr um dagin. Jano græt og hostaði, og tað ríkti og hvein í hálsinum - hann hevði eisini fingið sjúkuna.
Suzanna fór inn aftur. Hon græt av sorg, meðan hon vaskaði og læt synirnar í fyri seinastu ferð og legði teir varisliga niður í tær heimagjørdu furukisturnar. Hon og Jano lyftu tær upp á vognin og fóru undir ta seigligu ferðina út á kirkjugarðin.
Meðan tey stýrdu rossunum gjøgnum djúpa kavan, krupu tey saman móti tí ísakalda vindinum, sum beit bæði í kropp og sál. “Enn ein ferð út á kirkjugarðin er meir enn eg kann bera!” rópti Suzanna, meðan tey koyrdu fram við einum húsi fyri og øðrum eftir, sum var merkt við tí svarta deyðamerkinum. Hjúnini vistu, hvat ið hesar familjur máttu fara ígjøgnum, men orkaðu ikki at vísa teimum samhuga ella at stuðla teimum. Tey vóru sokkin ov djúpt niður í sína egnu sorg, sum synir teirra vóru soknir niður í bummullarløkini í kistunum.
Tvær nýggjar gravir vóru høgdar niður í frystu moldina. Nú vóru tey trý børnini saman í ævinleikanum. Suzanna strevaði seg gjøgnum Faðirvár, fevndi ta køldu moldina og vildi ikki sleppa henni. At enda dró Jano hana avstað við seinastu kreftunum, hann hevði, og leiddi hana yvir til vognin. Hon legði teir tómu armarnar á kross tvørtur um tað knústa hjartað og visti, at hon ongantíð aftur fór at kunna halda og kroysta børn síni.
Í morgin var jólaaftan. Jano og Suzannu tørvaði ugga, tá ið tey stigu inn í tey tómu og deyðamerktu hús síni. Teimum tørvaði stuðul og uggan frá vinunum í bygdini. Men eingin vágaði sær at nærkast. Tey fingu ongar jólaheilsanir og onga samkenslu. Svarti krossurin yvir hurðini merkti “deyði” og “eingin atgongd”. Myrka hús teirra var sum ein ræðslukend og skýggjað grøv.
Teir smáu brúnum skinnskógvarnir stóðu enn á rað framman fyri komfýrin, har tey kyndu við pinnabrenni, soleiðis sum teir plagdu, eftir at børnini varisliga vóru løgd í somu song. Nú var songin tóm, og hetta gamla húsið tóktist brádliga so kalt.
“Eg livi ikki næstu jól,” teskaði Jano veikt til konu sína. “Eg hugsi, at eg livi ikki so frægt sum inn í nýggja árið.” Hann skúgvaði súpanina og breyðið frá sær. Hann orkaði ikki at svølgja tað. Difteritis-sjúkan hevði líka sum rubbað eina lykkju fasta um hálsin, sum forðaði bæði mati og luft at sleppa framat. Bygdarlæknin ypti hjálparleysur øksl, tá ið hann kom á gátt fyri nøkrum døgum síðani. Hann fekk einki gjørt fyri hann.
Suzanna savnaði pinnabrennið saman og legði afturat eldinum fyri náttina. Hon var vís í, at maður hennara lá at doyggja; men morgunin kom, og Jano var á lívi enn. Tað kavaði frá einum gráum himli, og vindurin hurlaði kavaflykrurnar upp á teir frystu rútirnar. Útslitin eftir eina svøvnleysa nátt stakk Suzanna klútin niður í kalt vatn fyri enn eina ferð at køla ta glóðheitu pannuna á Jano. So gníggjaði hon tað tunna íslagið av rútinum og hugdi upp móti Tatra-fjøllunum. Hon hugsaði um orðini í Sálmi 121: “Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp?”
Alt í einum sá hon eina bóndakonu, sum stríddi seg fram gjøgnum kavan. Tað skotskternuta sjálið, sum gamla konan hevði um herðarnar, tóktist ikki at verja nóg væl móti morgunkuldanum. Hon hevði eitt pyntiturriklæði um høvdið, og síða bóndaskjúrtið var úr sprøklutum lappum úr bummull og lørifti. Hon var í ullintum gammasjum og longum stivlum, og tað var tað, sum gjørdi, at tað bar til hjá henni at ganga í hesum djúpa kavanum. Vøttir ella handskar hevði hon ikki. Í hondini bar hon eina kannu, har ein klárur løgur var í.
Suzanna stóð bilsin og hugdi, meðan konan strevaði seg niðan eftir gøtuni, har atgongd var bannað. So hoyrdi hon tvey sløg frá durahamaranum. Hon læt varisliga dyrnar upp og sá inn í eitt óvanligt andlit. Tað var rukkut eftir mongum árum við garðsarbeiði og strongum vetrum. Men eyguni lýstu við einum hita, sum trongdi inn í hjartað á Suzonnu. “Umfarsóttin gongur her hjá okkum, og maður mín hevur fepur,” ávaraði hon.
Gamla konan nikkaði og spurdi, um hon kundi sleppa inn. Hon rætti Suzonnu kannuna. “Vevj ein reinan lappa rundan um fingurin á tær,” greiddi hon frá, “dyppa hann niður í hetta reina parafinið og skrubba hálsin á manni tínum. Fá hann eisini at svølgja eina skeið av oljuni. Tá fer hann at spýggja hetta drepandi slímið upp. Annars kvalist hann óivað. Eg skal biðja fyri tær og tínari familju.”
Gamla konan kroysti hondina á Suzonnu og fór kvikliga út í kuldan. Ongantíð áður hevði Suzanna upplivað nakað tílíkt. Her kom ein fátæk kona í kærleika til hennara, meðan farsóttin leikaði í. Henda óvæntaða gáva varð brúkt sum heimaráð móti difteritisi. “Eg skal royna tað,” rópti hon við táravátum eygum eftir tí gomlu konuni. “Gud signi teg!”
Tíðliga jólamorgun spýði Jano tað drepandi slímið upp, og fepurin fall. Suzanna græt og prísaði Gudi. Vónin lýsti eina løtu í hjarta hennara. Ein dag fór Gud helst at signa hana og Jano við fleiri børnum.
Ongar gávur lógu undir tí pyntaða jólatrænum tann morgunin, men oljukrukkan, sum glitraði í vindeygakarminum, var lívsins gáva til komandi ættarlið.
Eftirmæli: Dagarnir eftir, at Jano var grøddur á undurfullan hátt, gav Suzanna gronnum sínum av oljuni. Jano fór til Amerika í tjúguárunum at finna sær arbeiði. Seinni fór Suzanna yvir við teirra átta børnum. Skipið, tey sigldu við, kom til Ellis Island tann 22. februar 1926, sjálvan føðingardagin hjá Washington, og familjan búsettist við stálmyllurnar í Johnstown í Pennsylvania. At enda áttu hjúnini hesi børnini: einar tríburar, tvinnar tvíburar og tvey onnur børn. Tveir av tríburunum itu John og Paul eftir báðum synunum, sum doyðu av difteritis-sjúkuni. Triði tríbururin fekk navnið Samuel, og hann er pápi konuna, sum hevur skrivað hesa søguna niður.
Effie Campbell umsetti.