Byrja úr erva

Tað var jólaaftan. Fimm ára gamli Janus hevði verið hjá abba og var afturkomin við einum stórum pakka, sum hann smoygdi sær inn í sovikamarið við, so at eingin sá.

“Eingin má síggja stásið, fyrr enn tað hongur uppi á dronginum,” hevði abbi sagt, og tað ætlaði Janus sær at halda. Hann skuldi gera júst, sum abbi hevði lært seg. Tá ið tað leið so væl, at ljósini á jólatrænum skuldu tendrast, tá skuldi hann gera sær ørindi inn í kamarið og lata seg í hetta nýggja, sum hann hevði fingið, og so skuldi hann koma spákandi inn og gera øll bilsin við jólagávuni frá abba.

Á, sum tað fór at verða stuttligt! Men hvat mundi vera í pakkanum? At tað var eitt nýtt plagg, var hann vísur í. Abbi hevði nevnt, at tað var okkurt, sum hann skuldi lata seg í. Kanska vóru tað hosur ella vøttir? Nei, tá ið hann hugsaði seg um, skilti hann, at tað mátti vera okkurt annað. Pakkin var alt ov stórur til okkurt, sum var so lítið.

Janus fekk ikki barað sær. Hann mátti krúpa inn undir songina at kaga. Hann varð liggjandi eina løtu á øllum fýra og lurtaði. Bara eingin kom! Helga, systir hansara, plagdi at vera hervilig at ganga og sneyta og forvitnast eftir sovorðnum, sum hann ætlaði at hava fyri seg sjálvan. Best mundi vera at seta ein stól fyri dyrnar, so hann hoyrdi dundrið, tá ið hon kom sníkjandi. So skjótt, sum hann hevði sett stólin, kreyp hann aftur inn undir songina og hálaði eskjuna fram.

Á, hygg! Eini yndislig dreingjaklæði. Jakkin hevði blankar knappar, og knæbuksurnar høvdu dragulás tvørtur um lummarnar. Nei, sum hesi klæðini vóru fín! Abbi mundi hava tikið djúpt niður í pengapungin hesa ferð. Janus lyfti klæðini eitt sindur uppfrá, og beinanvegin hoyrdist aftur eitt róp frá honum.

Eisini ein skinnhúgva! Silvursnórur - og gullknappar framman! Hetta var meir, enn hann hevði droymt um. Nú fór hann at líkjast einum prinsi. Men tað mundi ikki bera til at vera í húgvu, tá ið hann gekk runt um jólatræið? Hann varð noyddur at hava hana í hondini. Hon skuldi ið hvussu er sleppa við. Mamma, pápi og Helga skuldu síggja alt í senn. He, he! Janus legði stásið aftur í eskjuna og skumpaði hana enn longur inn undir songina enn fyrru ferðina.

Lítli var sera erpin, tá ið hann steig inn um køksdyrnar. Hann segði einki; men skilliga sást, at hetta smílandi dreingjaandlitið krógvaði eitt stórt loyndarmál. Tað sást so týðiliga á honum, at okkurt ómetaliga gott var hent honum.

“Tú hevur fingið okkurt frá abba, eg síggi tað á tær!” Helga setti síni hvøssu eygu beint upp í andlitið á honum.

“Á nei, tú. Ikki minsta sindrið. Tað man fara at koma seinni. Í postinum kanska, um eg yvirhøvur fái nakað.”

Hann dansaði runt á gólvinum og smábríkslaði av berari gleði. Helga royndi at tráspyrja hann; men tí spurdist einki burturúr. Hesa ferð var Janus sum ein bók, ið var læst við sjey seglum. Hann lýsti av gleði; men klæðini og húgvuna nevndi hann ikki við einum einasta orði.

- - -

Tá ið ljósini á jólatrænum skuldu tendrast, smeyg Janus sær inn í sovikamarið. Tað hevði verið øgiliga drúgt at bíða; men nú var stundin endiliga komin. Um eina løtu fór hann at koma inn í stovuna í snøgga hermannabúna sínum og gera tey øll ovfarin. Eitt, tvey, trý, so hevði hann latið seg í, og so fór hann yvir til spegilin at vita, hvussu fínur hann var.

Hann stardi og stardi, meðan eitt myrkt skýggj gleið tvørtur um tað fyrr so glaða andlitið. Jakkin var skeivur og ljótur. Vinstri kragin stóð minst einar 15 sentimetrar uppi yvir hinum. Nakað so andskræmiligt klædnaplagg hevði drongurin ongantíð sæð. Hann kundi ómøguligt fara í ein sovorðnan jakka. Vinmenninir fóru at flenna í kíki. “Kloddafyl! Kloddafyl! Hø-hø-hø!” Janus hoyrdi teir fyri sær og leyp stórgrátandi inn til pápa og mammu.

“Hø-hø-hø! Kloddaskraddari, kloddaskraddari, kloddaskraddari! Hø-hø - -”

Helga slerdi hendurnar saman og stórflenti; men pápi tók tann grátandi drongin og stillaði hann framman fyri sær, meðan hann eisini smíltist.

“Tú ert tápuligur. Skraddarin hevur einki skeivt gjørt. Tað er tú, sum hevur gjørt jakkan skeivan. Sært tú ikki, at tú hevur sett ovasta knappin inn í niðasta knappholið.”

Pápin rættaði mistakið, og ikki vardi leingi, fyrr enn Janus stóð sum ein prinsur í sínum fínu klæðum og smíltist gjøgnum tárini.

“Nú kanst tú hyggja at tær í spegilinum,” segði pápin. “So fínur manst tú ongantíð hava verið fyrr. Klæðini sita sum stoypt.”

“Nei, sum hetta var løgið. Hugsa tær, at knappingin hevur so nógv at týða.” Tað hoyrdist á málinum, at hann var lotur.

“Minst til, at tú mást byrja úr erva,” helt pápin á. “Knappa ovasta knappin í tað ovasta knappholið, so fara hinir knapparnir eisini at koma í sítt rætta stað.”

Tað var tøgn eina lítla løtu, so segði pápin álvarsliga: “Í dag hevur tú lært okkurt týdningarmikið, okkurt, sum er meir vert at duga enn nakað annað her í lívinum. Tað ræður altíð um at byrja úr erva, byrja við Gudi. Annaðhvørt tað er eitt stórt ella lítið tiltak, tú fert undir, legg so altíð søkina fram fyri hin almáttuga og ger eftir tí, sum hann sigur í orði sínum. Lat Guds vilja vera ovasta knappholið og hjarta títt ovasta knappin. Tá ið hesi bæði verða knýtt saman, tá fært tú at síggja, hvussu væl alt lagar seg.”

Nú er Janus vaksin maður; men hann hevur ikki gloymt klæðini, sum hann fekk frá abba. Hann lærdi okkurt tann jólaaftan, sum hann hevur havt brúk fyri hvønn dag. Hann byrjar úr erva, og tí hevur alt lagað seg so væl fyri hann.

Ein jólauppliving á jútsku heiðini

Eg var borin í heim í 1896 í Sdr. Omme sókn, har pápi var traðarmaður, og eg havi nógv góð minni frá barnaárum mínum. Bæði foreldur míni vóru trúgvandi og høvdu góða songrødd, so tað vóru mest andaligir sangir, sum ljóðaðu í heiminum, og vit børn sungu við. Minnist meg rætt, var yndissangur teirra: “Hidindtil Herren har hjulpet så vel”. Álitið og trúgvin hjá foreldrum mínum á Guds náðigu forsjón hjálpti teimum gjøgnum ringar tíðir við fátækdómi og sjúku.

Av tí at vit vóru átta systkin, máttu vit tíðliga út at tæna, og tá ið eg var níggju ár, fekk eg starv sum røktingardrongur. Ofta var tað strevið, og tíðum mátti eg arbeiða sum ein vaksin maður; men heima hevði mamma lært meg at biðja til Gud, tá ið eg kom í neyð, so tað gjørdi eg, og eg fekk nógv bønarsvar longu sum smádrongur.

Tá ið eg var 16 ár, fekk eg arbeiði á einum bóndagarði, har maðurin æt Jósef og kona hansara Maria. Jósef las ein kapittul úr Bíbliuni hvønn morgun og ein hvørt kvøld. Vit sungu eisini ein sálm um morgunin. Harafturat las hann á middegi eitt stykki úr andaktsbókini hjá Roseniusi. Har á garðinum búðu ofta talarar, sum hildu møti í missónshúsinum í sóknini. Jósef hevði bygt missiónshúsið saman við øðrum trúgvandi.

Beint fyri jól skuldi ein trúboðari, sum kallaðist J. Santon, koma at gista á garðinum og halda møti eina heila viku í missiónshúsinum. Um hesa tíðina kom andalig veking í bygdarlagið. Vit á garðinum skiftust um at fara á møti, og eitt kvøldið fekk eg eisini frí, so eg kundi fara. Møtið byrjaði við, at Santon sang og spældi á sín lutt ein sang, hann sjálvur hevði skrivað:

 

Du hørte kun rygtet, som fløj dig forbi,

du kender kun Herren af navn,

af stingende torne er opfyldt din sti

og din sjæl af et knugende savn.

Du må se! Du må se!

Ej blot høre rygter,

nej, selv må du se!

Guds Lam må du se!

Du hørte kun rygtet, men liv fik du ej;

du drak ej af livskildens brønd.

Nu Ånden dig kalder fra vildsomme vej:

“Kom i dag og få liv i Guds søn.”

 

Hin fyrsti jólakavin var komin, meðan vit vóru inni á møtinum, og lá nú sum eitt teppi yvir landslagið. Vit høvdu langan veg heim yvir lyngheiðina, har tað bert var einum hjólspori, vit skuldu fylgja. Jósef gekk fremstur. Santon og eg gingu í hansara fótasporum. Aftastur kom gamli faðir Jósefs, sum rópti: “Jósef, finnur tú ikki vegin?”

Men Jósef svaraði: “Nei, eg finni ongan veg. Vit eru vilstir á heiðini, og tungt er at ganga í djúpum kava.” Santon gekk og bað: “Jesus, hjálp okkum at finna leiðina heim.” Men brádliga sá Jósef eitt lítið ljós einastaðni har frammi.

Vit gingu eftir tí, og tað leiddi okkum heim, tí tað var Maria har heima, sum hevði sett ljós í vindeygað at leiða okkum rætt. Eg fór beinanvegin inn í húskallakamarið, sum lá við síðuna av stallinum, blaðaði upp í Bíbliu míni og fór at lesa í Rómverjabrævinum 8. kap. 1. vers: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

So fór eg at takka Jesusi fyri, at eg ikki var undir fordøming, av tí at eg vildi tilhoyra Harranum. Eg las víðari í Rómverjabrævinum og kom til 10. kap., og í versi 13 las eg: “Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.” Hitt stóra undurið hendi - Jesus, mín Frelsari, boygdi seg niður og frelsti meg. Eg tordi barnsligt og einfalt at trúgva, at syndir mínar vóru fyrigivnar av náði við trúgv á tað fullgjørda verkið á Golgata.

Eftir at eg var komin til trúgv á Jesus, var hægsta ynski mítt at vera saman við Guds fólki. Eg varð tá boðin at vera við á einum møti um jólini, har tey ungu, sum vóru blivin frelst, fóru at vitna. Vit vóru fýra ung, sum fylgdust og gingu 30 km fyri at vera við á møtinum. Dagin eftir gingu vit teir 30 km heimaftur. Hetta gjørdust eini undurfull jól, sum eg ongantíð gloymi. Tey ungu, sum høvdu upplivað frelsuna, sungu og vitnaðu.

Hjá Jes. 9. kap. v. 6 lesa vit: “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla ... veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” Jesus var undurfullur í sínum jarðarlívi. Hann livdi millum syndarar; men hann var syndafríur. Hann kom saman við teimum ríku; men hann varð verandi óspiltur av teirra gulli. Hann segði um seg sjálvan einaferðina: “Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.” Jesus Kristus bjóðar sína frelsu, gleði og frið til øll, sum vilja seta sítt álit á hann.

E. Campbell umsetti.