Gud setti á jólaborðið
Trolli Neutzsky Wulff
Fíggjarkreppan verður enn havd á orði her í Kanada. Tey, sum fóru ígjøgnum hesa sváru tíð, tá ið tað almenna gav teimum mongu arbeiðsleysu og svongu at eta, nevna kreppuna við virðing og ótta.
Men eisini í krepputíðum livir Gud og er hin sami. Tað, sum er ógjørligt hjá menniskjum, er gjørligt hjá honum, eisini undir umstøðum, har alt tykist vónleyst.
Minnie og Herb Jones vóru teirra millum, sum kreppan hevði rakt hart. Hon tók tey púra av fótum. Arbeiðsloysið gjørdi, at lívskrøvini lækkaðu niður á lágmarkið, og tey høvdu havt betri kor.
Stutt fyri kreppuna høvdu tey givið seg yvir til Guds, og tá ið tey nú litu móti eini framtíð, sum ikki tóktist lova teimum nakað gott, lærdu tey at krøkja seg upp í Gud.
Trúgvandi og meira royndir vinir undirvístu teimum í Guds náði og um bønarinnar undurfullu framíhjárættindi, og Herb goymdi alt hetta í hjarta sínum. Hann vágaði sær at trúgva, tá ið tey ikki kundu vænta sær hjálp frá nøkrum menniskja, og tey upplivdu mong undurfull ting, sum vístu, hvussu Gud hoyrir bøn og hevur umsorgan fyri sínum, sjálvt um hann viðhvørt gongur vegir, sum kann gera tað sera ringt at halda út í bøn og trúgv.
Viðhvørt tóktist tað, sum at nú fór rættiliga at enda galið. Gud svaraði ikki upp á bøn, soleiðis tóktist tað ið hvussu er. Hann læt vanlukkurnar rúgva seg saman og læsa allar vegir, og so gjørdust tey av álvara bangin. Serliga Minnie, sum var løtt at ræða, og so hugsaðu tey, at nú var ólukkan vís. Men altíð kom fram, at Gud kom ikki ov seint. Tað var bara í eygunum á bangnum menniskjum, at tað tóktist, sum urið í Himli gekk ov seint.
Ein dagin áttu tey einki annað etandi í húsinum uttan ein lítlan skálk, og tey høvdu heldur ongar pengar at keypa mat fyri. Høvdu tey havt okkurt annað etandi inni, hevði tað ikki verið so illa vorðið; men hesin skálkurin var alt, tey áttu.
Tey fingu fílað so frægt av honum, at tey so dánt gjørdust mett á morgni; men tað sindrið, sum var eftir, var langt ífrá nokk, so tey fingu skorið sær tvær tunnar flísar av honum. Minnie var ógvuliga mótfallin, tí hetta var fyrstu ferð, at tey vóru so illa fyri, at tey ikki fingu etið seg mett.
Tey vóru á knøum fleiri ferðir hesa morgunstund og løgdu tørv sín fram fyri Gud, og meir ella minni tilætlað vónaðu bæði, at postboðið kanska fór at koma við hjálpini. Tað var hent fyrr. Men í dag kom postboðið ikki so mikið sum til dyr teirra, og ímeðan gjørdist morgunmatartíð. Herb hevði lisið mong av Guds lyftum, so trúgv teirra kundi styrkna, og hann hevði takkað og prísað Gudi, at hann ikki sveik tey, sum trúðu á hann. Men tað sást á Minnie, hvussu bangin hon var, og hon helt, at nú hevði Gud heilt gloymt tey.
Herb gjørdi av, at tey líka so væl kundu býta skálkin millum sín sum at sita her og svølta. Hann fór út í køkin, og løtu seinni kom hann aftur við tveimum breyðflísum.
“Eg skilji einki,” segði hann. “Tað tóktist, sum var tað líka nógv at skera av sum í morgun.”
So takkaðu tey Gudi og ótu hvør sína breyðflís, og tá ið Minnie við einum suffi segði, at hon var verri enn so mett, fór Herb út í køkin eftir skálkinum - og aftur nú kom hann inn við tveimum breyðflísum. Nú fóru tey so smátt at gruna, at Gud hjálpti teimum á sín egna hátt, og at honum ikki nýttist eitt heilt breyð at metta tey.
Tey gjørdust als ikki svong henda dagin, ikki eina ferð. Tá ið døgurðatíð var, fingu tey aftur skorið tvær flísar av skálkinum, og tá ið tær vóru etnar, fór Herb aftur út eftir tveimum flísum. Hvørja ferð, hann kom út í køkin, var skálkurin ikki minkaður.
Nakað út á seinnapartin kom ein ófrelst kona at vitja tey, og tankarnir hjá Minnie fóru beinanvegin til tóma spísikamarið. Tað hevði kortini ikki verið neyðugt hjá henni at stúrt fyri hesum, tí henda konan, sum hvørki fyrr ella seinni gav teimum nakra hjálp, hevði kaffi, sukur, hveitibreyð, smør og mjólk við. Tað var Minnie, sum tók ímóti gávuni og bar alt út í køkin, og tá sá hon, at nú var einki eftir av skálkinum uttan nakrir molar.
Tá ið tey aftur vóru einsamøll, høvdu tey eina signaða bønarstund saman og prísaðu Gudi fyri hansara trúfesti. Tey høvdu av sonnum fingið at sæð, hvussu óheftur og leysur Gud er frá øllum umstøðum og menniskjansligum, tá ið hann vil hjálpa.
Eina aðru ferð høvdu tey einki koks eftir. Hetta var á miðjum vetri, og ein gift dóttir við einum pinkubarni skuldi koma at vitja. Tey kundu ikki vænta sær nakra hjálp frá henni, tí eisini í hennara heimi var arbeiðsloysi. Tey vóru stúrin fyri barninum, og tey vildu ið hvussu er kyka í ovninum við tí, tey høvdu, nøkur dagbløð og nakrar koksrestir. Koksið var í einum stórum hektoliturkassa í køkinum. Herb sópaði vandaliga alt saman, tað var mest dust og nakrir koksamolar, og hann fekk upp í koksspakan tvær ferðir.
Tað ornaði eitt sindur í stovuni, til pinkubarnið fór at koma, men ikki vardi leingi, fyrr enn tað var um at gerast øskukalt, og tað fór at kølna.
Herb fór útaftur at vita, um tað bar til at skava eitt sindur av koksdusti saman, og hóast hann hevði tikið hvørt fon og pu við síðst, fekk hann eisini hesa ferð so mikið, at hann fekk upp í spakan tvær - tríggjar ferðir, so tað ikki bleiv øskukalt. Og soleiðis helt hann á restina av degnum, og eingin teirra var kaldur. Hvørja ferð Herb fór út til kokskassan, fekk hann aftur skavað eitt sindur saman.
Soleiðis gekst, til væl leið út á seinnapartin.
So kom postboðið til dyrnar við einum pakka úr einum heilt øðrum staði í landinum. Í pakkanum vóru matvørur, sum komu væl við, og eitt sindur av peningi, so tey fingu keypt sær koks teir komandi dagarnar. Og tað gekst sum við skálkinum - tá ið Herb royndi at sópa so frægt saman, at ikki gjørdist øskukalt í ovninum, til teir fóru at koma við koksinum, tá var ikki gjørligt hjá honum at fáa so frægt sum upp í eina teskeið. Nú tørvaði honum heldur ikki eitt undur.
Tá ið leið móti jólum, sá syndarligt út fyri tey, tað er so satt og vist. Tey høvdu ongar pengar at halda jól fyri, sjálvt um tey vóru kravlítil og vóru nøgd við eina slættliga máltíð, og ringast av øllum var, at skógvarnir hjá Minnie vóru heilt slitnir. Skósmiðurin segði bart út, at hann fekk einki gjørt við teir.
Hóast mangar bønir, drálaði svarið, og tey vóru heldur hugtung. Minnie skammaðist at fara til gudstænastu í teimum ljótu, sólaleysu skónum, og Herb skilti hana væl. Ofta gekk hann langar túrar, púra einsamallur, og hann læt hjarta sítt upp fyri Harranum og minti hann á lyfti hansara. Tað fall honum lættari enn Minnie at biðja og lovprísa. Fyri honum stóðu lyftini føst eins og kletturin, hann kundi byggja trúgv sína á, og tann veruleikin, at hon so lættliga fall í fátt og misti trúnna, noyddi hann inn í eitt djúpari samfelag við Gud, so hann kundi fáa styrki til tey bæði.
Ímeðan hugdi Minnie langtandi í handilsgluggarnar, har tey seldu skógvar. Hon hevði verið takksom sjálvt fyri teir bíligastu skógvarnar, bara teir vóru heilir.
Tað bar illa til hjá henni at nýta brúktar skógvar frá øðrum, tí hon hevði ógvuliga truplar føtur. Teir vóru stuttir og ómetaliga breiðir, so tað var altíð ein trupulleiki, tá ið hon skuldi keypa sær okkurt upp á beinini.
Hvussu mundi fara at gangast til jóla, gloymdu tey næstan heilt, tí tey hugsaðu so nógv um skógvarnar hjá Minnie.
Aftur drálaði Gud so mikið leingi, at Minnie helt, at hesa ferð fekk hon so avgjørt onga hjálp. Tá ið Herb so tosaði við hana um lyftini, og tey bóðu saman, kundi hon eisini fyllast við trúgv og áliti, men ikki skuldi nógv til, fyrr enn hon aftur hugdi niðureftir, niður á trupulleikarnar.
Ein dagin var Herb farin at vitja dóttur sína, og av tí at hann altíð var so hjálpsamur, tók hann øskuskuffuna og bar hana oman í garðin. Har lá alt møguligt skrambul, sum nøkur fólk høvdu borið oman, tá ið tey fluttu dagin fyri. Og mitt oman á øllum burturkastinum stóðu einir spildurnýggir heitir vetrarskógvar við rágummisólum - og tað tóktist, sum fóru teir at passa truplu fótunum á Minnie.
Mær nýtist ikki at nevna, at teir vóru sum seymaðir til hennara. Gud, sum kendi hennara føtur, hevði eisini fingið teir røttu skógvarnar til vega.
Nú gjørdist trupulleikin við jólunum aftur meira átrokandi. Eitt sindur høvdu tey fegin viljað havt, so tey merktu, at nú vóru jól; men pengar vóru eingir. Tey áttu ongantíð meir enn akkurát nóg mikið til teirra fátæksliga húsarhald. So okkurt serligt kom ikki upp á tal.
Eisini hetta løgdu tey fram fyri Gud, og tey løgdu tað heilt upp í hansara hond, tí tey vóru jú vaksin fólk, sum vistu, at jólini eru ikki bundin at ytri umstøðum.
Men Gud, sum veit, at hansara skapningur er dust, hevði í kærleika sínum eisini fyrireikað eini góð jól til teirra.
Tey hjálptu ágrýtin til í tí, sum nevnt var “slummmissión”. Tey vóru trúføst á øllum møtum og útimøtum, og Herb var altíð til reiðar við einum vitnisburði um Jesus.
Henda missiónin vildi fegin gera okkurt serligt fyri einar fimm - seks menn, sum komu regluliga har. Teir høvdu ongar staðir at vera um jólini, og av tí at tey vistu, at Herb og Minnie ofta høvdu tað smáligt sjálv, góvu tey teimum pengar og bóðu tey síggja til, at hesir heimleysu, niðurundirkomnu menn, sum annars eingin legði nakað í, fingu ein góðan jólaaftan. Á tann hátt lagaði tað seg soleiðis, at Herb og Minnie heldur einki trutu.
Hetta gjørdist ein signað jólahátíð - um eitt vældúkað borð við øllum góðum á - saman við teimum, sum vóru ringast fyri í samfelagnum. Hásmæltir sungu teir teir gomlu jólasálmarnar um hann, sum kom niður til jarðar nettupp at frelsa sovorðnar fátækar syndarar.
Meir enn eitt tár glitraði, og hjørtu og sinn vóru opin, so hjúnini bæði kundu vitna fyri teimum um Jesus, og hvat ið hann hevði at týða fyri tey.
Jólatræið stóð har við brennandi ljósum og bar hin rætta jóladámin við sær, tá ið Herb las jólaevangeliið, og Minnie býtti gávurnar út, sum vinirnir í missiónini høvdu gjørt til teirra. Ein heit skjúrta - einar nýggjar hosur - teir tóku ímóti øllum, sum vóru tað dýrgripir. Teir vóru sanniliga ikki vanir at fáa gávur.
Jesus hevði borðreitt fyri tey øll, og hann hevði verið heiðursgesturin, tann, sum setti sín dám á samveruna, og hvørs signing varð verandi eftir hjá teimum, tá ið teir heimleysu vóru farnir.
Tvey takksom menniskju boygdu knø og prísaðu honum, sum hevði syrgt fyri øllum, og sum eisini í nýggja árinum, sum nærkaðist, fór at vera trúfastur móti børnum sínum.
Effie Campbell umsetti.