Jólabrævið

Góðu tit!

Góð jól! Ja, tú hyggur kanska við, tá ið tú sært, at tað er bræv til tín. Tað er langt síðani, at vit hava havt samband hvør við annan. Tú ert blivin eldri, og eg eri blivin eldri.

Summi av tykkum eru blivin so stór, at tit hava mist tenninar. Summi av tykkum eru farin í skúla, meðan onnur eru farin upp í 2., 3., 4. ella 5. flokk.

Tíðin fýkur avstað. Tað haldi eg ið hvussu er. Kanska heldur tú ikki tað sama. Serliga undan jólum gongur tíðin seint. Tú hevur óivað talt dagarnar ella spurt onkran av teimum vaksnu, hvussu nógvir dagar eru eftir til jólaaftan.

Annars man tað vera nógv, sum tú tekst við um dagarnar. Hjá summum er tað skúlating, skreiðing og mangt annað. Eg vóni ikki, at tit hava so nógv at gera, at tit ikki fáa stundir at tosa við Jesus. Tað er jú ikki bert hvørji jól, vit skulu minnast til hansara, ella bara hvønn sunnudag í sunnudagsskúlanum. Summi hugsa mest um Jesus um summarið, tí tá eru tey á summarlegum. Um tú ert ein av teimum, sum eg her havi nevnt, so mást tú skunda tær at rætta upp á hetta. Jesus mugu vit hava við okkum hvønn einasta dag. Tað er heilt vist, at tú kanst geva mær rætt í tí, at sjálvt um vit hava ongantíð so nógv at gera, so fáa vit altíð tíð til tað, vit hava hug til.

Eg vóni, at tú ómetaliga fegin vilt blíva betri kend við Jesus. Tað verður tú við at hoyra um hann, lesa um hann, og tá ið tú biður til hansara. Heldur tú, at tað er ringt? Ja, tað kann ofta vera ringt. Ofta er tað so, at vit ikki fáa stundir at tosa við Jesus. Men, minst til tað, eg havi sagt: Tað, tú vilt, fært tú tíð til. Far heldur eitt sindur fyrr upp um morgnarnar, áðrenn tú fert í skúla. Tú og eg treingja líka nógv til at biðja, áðrenn vit byrja dagin, sum vit treingja til at eta. Heldur tú, at tað sær vakurt út, tá ið onkur skundar sær avstað í skúla ella til arbeiðis við breyðflísini í hondini? Soleiðis verður tað næstan, tá ið vit í størsta skundi kvika okkum í skúla, meðan vit ramsa upp nøkur orð til Jesus.

Nei, góða tú, far fyrr upp og les og bið eitt sindur, áðrenn tú fert. Eg hoyrdi um eina gentu, sum fór upp ein tíma fyrr um morgnarnar fyri at tosa við Jesus. Tað var rætt gjørt.

Tá ið tú kemur úr skúla, eru tað vinfólk tíni, tú verður so upptikin av. Hvat gert tú við Jesus tá? So títt og knapt tú hevur etið, rennur tú út. Aftaná eru tað skúlatingini og barnaløtan. Tú hugsar, at tú kanst lesa eitt sindur, áðrenn tú leggur teg. Men tá ert tú sum oftast so móð, at svøvnurin kemur, næstan áðrenn høvdið er komið niður á koddan. Kanska fært tú biðið eina stutt bøn. Tú, tað er ikki nóg mikið. Vit kunnu siga, at tað at lesa í Bíbliuni kann sammetast við at eta, meðan tað at biðja kann sammetast við at drekka. Tú kanst ikki liva av berum vatni. Tú mást eisini hava mat. Hevur tú hugsað um hetta?

Í dag eru tað so nógvar sjúkur, sum brádliga uttan nakra ávaring vera menniskjum fyri. Nógvar av hesum sjúkum eru deyðiligar, soleiðis er tað eisini, tá ið tað ræður um okkara viðurskifti við Jesus. Tað er so mangt, sum brádliga “herjar á” okkara hjarta, so at Jesus-lívið í okkum doyr. Og tað, sum er hitt álvarsamasta, er, at vit ofta merkja tað ikki, fyrr enn tað er ov seint.

Ájú, dagarnir fara. Men nær fert tú at fáa tíð til Jesus? Brádliga ein dag eru vit gomul, og tá hava vit gloymt Jesus. Jesus elskar teg og meg. Hann gongur og kallar á okkum hvønn dag. Hann vil vera okkara besti vinur. Men vit skýggja hann meir og meir. So ein dag gevst Jesus at kalla á okkum. Bíblian sigur, at Jesus kallar ikki á okkum í tað óendaliga. Steingja vit hann úti ferð eftir ferð, so gevst hann at kalla á okkum.

Tú, nú skal eg siga tær frá tí ferðini, eg vildi flýggja frá Jesusi.

Tá ið eg var 11 ár, segði eg ja at fylgja Jesusi. Tað var í sunnudagsskúlanum. Frá tí degi kom nakað nýtt í hjarta mítt. Tað var ikki so nógv, sum eg skilti ta ferðina av tí, sum stóð í Bíbliuni, og sum tey vaksnu tosaðu um. Men tað gekk frægari, sum tíðin leið. Eg var ið hvussu er ómetaliga glað. Eg segði tað í skúlanum og við vinir mínar. Teir kallaðu meg skjótt “trúboðarin”. Men tað gjørdi einki. Eg var erpin av tí. Tí støðan var tann, at eg kendi, at Jesus vildi, at eg skuldi vera ein lítil trúboðari fyri hann.

Tá ið eg var 14 ár, varð eg lærarinna fyri mínum egna sunnudagsskúlaflokki. Mær dámdi at siga hinum frá Jesusi. Mær dámdi eisini at hoyra um hann. Hvørja ferð, ið møti var, mátti eg fara. Tað var okkurt innan í mær, sum longdist eftir møtinum.

Eg átti tveir yngri beiggjar, og pápi arbeiddi í skiftum, tí noyddist altíð onkur at vera heima. Tað hendi ofta, at eg fór á møti heilt einsamøll í myrkrinum. Men eg mátti fara. So høvdu vit eisini serlig møti, har vit bóðu til Jesus. Tað vóru tey bestu møtini. Tað var so gott at tosa við Jesus. Eingin annar var har á mínum aldri; men heldur ikki tað legði eg í. Heldur tú, at eg hevði tað gott inni í hjartanum? Ja, tað er vist. Men so bleiv eg størri, og eg visti, at Jesus vildi, at eg skuldi arbeiða fyri hann allan dagin. Tá ið tey vaksnu spurdu, hvat eg skuldi verða, tá ið eg bleiv stór, svaraði eg ongantíð. Men innan í mær sang tað - trúboðari.

Tá ið eg bleiv so stór, at eg skuldi byrja at arbeiða, fór eg inn til Oslo. Eg fekk pláss á eini skrivstovu, og alt sá so fínt út. Men har hendi nakað, sum eg ongantíð trúði fór at henda. Fyri fyrstu ferð, síðani eg gav Jesusi lív mítt, segði eg ikki teimum, eg arbeiddi saman við, at eg var ein kristin. Og tað bleiv eitt stórt fall fyri meg.

Eg kann ikki siga tær frá øllum nú, kanska eina aðru ferð, men sum tíðin leið, fekk eg minni og minni tíð til Jesus. Eg kendi, hvussu hann helt á at kalla á meg. Jesus minti meg hvønn dag um, at eg hevði lovað at tænt honum heilt! Tað føldist sum tannapína. Tað hevur tú óivað havt, og tað er ikki gott.

Alt endaði við, at eg gjørdi av at flyta heimanífrá. Eg orkaði ikki at búgva heima, har tey bóðu til Jesus. Tú kanst líta á, at eg angri tað, eg gjørdi ta ferðina. Kortini var Jesus ikki blivin móður av mær. Eg gjørdi av at skriva í blaðið, at eg sóknaðist eftir einum kamari. Eg skrivaði í lýsingina, at eg var ein kristin ungdómur. Tað var jú ikki heilt satt, tí eg hevði avnoktað Jesus í hjarta mínum. Men eg hugsaði, at tað so fór at verða lættari hjá mær at fáa eitt kamar. Eg fekk trý svør, og so fór eg út eitt kvøldið eftir arbeiðstíð, at hyggja at hesum kømrunum. Endiliga skuldi eg gerast frí og gera, sum mær lysti. Eg helt, at eg var glað; men hjarta mítt græt. Samstundis mundu tey har heima biðja til Jesus fyri mær.

Tað fyrsta kamarið var hjá einari gamlari konu. Tað var ikki stórt. Einki skáp var heldur har, men nýggj rullugardina var og tvær stikkkontaktir, segði hon. Eg hugsaði, at eg eins væl kundi taka hetta kamarið, tí tað lá mitt í býnum. Men tá ið eg fór yvir ímóti vindeyganum at hyggja út, varð eg stórliga skelkað. Veitst tú, hvat ið eg sá? Eg bleiv næstan óð. Yviri á hinari síðuni av gøtuni vóru bakdyrnar til eini meinigheitshús, og har stóð “Betlehem” á einum skelti. Nei, tú, har skuldi eg ikki búgva. Eg vildi ikki hvønn einasta dag blíva mint um Jesus, tá ið eg sá hatta skeltið.

So tók eg bussin víðari. Eg fann bústaðin og var øgiliga spent, tá ið eg bankaði uppá. Har búði ein maður, sum skuldi leiga eitt kamar út. Eg var einsamøll har saman við hasum fremmanda manninum. Men eg flýddi jú undan Jesusi, so eg mátti heldur vága tað. Men nú skalt tú hoyra: Jesus hevði framvegis ikki gloymt meg. Tað var soleiðis í tí kamarinum, at vindeygað vendi út móti mótsettu síðuni av har, eg kom inn. So tá ið eg hugdi út gjøgnum vindeygað, stóð “Salem” við stórum bókstøvum hinumegin gøtuna. Nei, hetta orkaði eg ikki. Eg veit ikki í dag, hvussu eg slapp út úr hasum húsinum; men eg mátti sleppa mær burtur. Eg skilti, at Jesus royndi at steðga mær; men í treiskni fór eg víðari. Og tað vita bæði tú og eg, at tað kemur ongantíð nakað gott burtur úr at treiskast.

So hevði eg ein bústað eftir. Tá ið hýruvognurin steðgaði uttan fyri síðsta staðið, sá eg eina kirkju; men hon lá so langt burtur. Har kundi eg búgva. Her var bygdarligt við útsýni yvir býin. Kamarið var frálíkt, og eg fekk egnu inngongd. Eg gjørdi av, at her skuldi eg búgva.

So var at fara heim eftir tí, eg átti. Har mundi ikki vera ein einasti lutur heima, sum minti um meg, tá ið eg fór. Alt tók eg við. Og pápi mátti koyra meg.

Eg hevði búð í húsinum í umleið 14 dagar og var farin at dáma her; men eg hevði tað ræðuliga ringt innan í mær, tá ið tey, sum áttu húsini, bjóðaðu mær oman til teirra eitt kvøldið. Nakrir vinir skuldu koma at vitja tey. Eg var glað við at vera boðin. So fekk eg ið hvussu er ein kopp av kaffi. Tú skilir, eg var eitt sindur svong. Pengarnir hjá mær rukku ikki til so nógv. Glað og nøgd fór eg oman um sjey tíðina. Men aftur bleiv eg mint um, at Jesus framvegis livdi, og at hann vildi tosa við meg. Veitst tú, hvat tað var, sum skuldi vera har tað kvøldið? Tað var eingin vanlig veitsla, men rætt og slætt eitt missiónsmøti. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera av mær. Alt í einum var pínan nógv sterkari innan í mær.

Skilir tú nú betri, at tað ikki er so lætt at flýggja frá Jesusi? Hugsa tær til, hvussu nógv eg kundi verið spard fyri, um Jesus hevði sloppið at verið alt fyri meg alla tíðina! Minst til tað, Jesus kanst tú ikki rýma frá.

Nú undrast tú kanska á, hvussu tað síðani mundi gangast mær. Tað kann eg ikki siga frá í hesum brævinum. Men tað er bara Guds góðska, sum ger, at eg kann skriva til tín í dag.

So mást tú hava tað gott. Eg biði fyri tær.

Gloym ikki Jesus. Tað besta er at kunna lata Jesus sleppa at vera hitt fyrsta í lívi okkara.

Heilsan Liv-Turid.

Effie Campbell umsetti.