Hvussu tveir jødar funnu Frelsaran jólaaftan

 

Tað var tann 24. desember 1887. Hin 80 ára gamli jødin, Jósef M., ið var gøtuseljari, fór, sum hann plagdi, tíðliga á morgni út úr tí lítla býnum í Harzen til bygdirnar, ið vóru har uttanum, at vita, um okkurt mundi vera at keypa og selja.

Hann plagdi altíð at fara einsamallur; men hesa ferð hevði hann tikið ein smádrong við sær, sum kallaðist Sámuel. Hetta var langabbabarn hansara. Drongurin var tíggju ára gamal og var einasta skyldfólkið, hann átti eftir. Hann hevði nevniliga varnast, at drongurin nú í síðstuni hevði fingið ov nógv at vita um jólahátíðina frá sínum kristnu spælibrøðrum. Og av tí at tað var ógjørligt at halda hann burtur frá vinunum, tók hann hann við sær, tí gamli Jósef M. vildi, hvussu so veik ella vendi, forða, at longsulin eftir jólunum skuldi seta seg fastan í hjartað á dronginum.

Hetta var ein frálíkur vetrarmorgun, so gamli óttaðist ikki fyri, at leiðin fór at gerast ov trupul hjá dronginum. Men sum dagurin gekk, legðist nógvur kavi, og út ímóti kvøldi brast hann á við stormi, so at stórar fannir rúgvaðu upp á vegunum, og tú kendi teg næstan ikki aftur.

Gamli Jósef byrjaði tí heimleiðina fyrr enn vant; men skjótt varnaðist hann, at geingið var sera ringt. Sjálvur slapp hann næstan ikki úr staði, og drongurin gramdi seg støðugt og segði, at hann var so móður. Hann læt hann stíga í síni fótaspor og dró hann frameftir so væl, sum hann fekk. Men sum frá leið, fór hetta ikki at bera til. Drongurin segði, at hann so avgjørt mátti hvíla. Hann orkaði ikki at ganga longur.

Langabbin, sum visti, at so kundi lættliga bera á, at hann ongantíð fór á føtur aftur, royndi enn eina ferð, men til fánýtis. Drongurin hoknaði útlúgvaður niður í kavan. Hvat var nú at gera? Í skóginum kundu teir ikki verða verandi - tað fór at verða vissi deyðin hjá báðum. Hvussu hart hann enn rópti um hjálp, svaraði eingin. Vindurin ýldi støðugt harðari, og løtan nærkaðist, tá ið jólagávurnar fóru at verða býttar út, og øll, bæði ung og gomul hampaðu seg til veitsluna. Eisini skóghøggararnir vóru farnir fyrr til hús enn vant.

Tá gjørdi gamli av at tøma sekkin og staðin fyri bera hin stirda drongin í sekkinum við teirri vón, at hann skjótt fór at koma út úr skóginum og inn til fólk. Henda vón gekk eisini út; men tá ið hann kom út úr skóginum, sá hann, at hann var vilstur. Tað var ikki heimbýurin, sum lá framman fyri honum.

Hann hevði onga megi eftir. Tað var tí ógjørligt at venda við og enn eina ferð fara gjøgnum skógin. Men hvar skuldi hann fara við tí stirda dronginum? Tá nær klokkuljómurin oyru hansara, og hóast tað eru tær hataðu jólaklokkurnar, so siga tær honum kortini, at menniskju eru í nánd.

Hann gongur eftir ljóðinum og kemur til eina lítla bygd. Nú veit hann, hvar ið hann er; men til bøndurnar vil hann ikki venda sær. Teir hava altíð sýnt honum vanvirðing. Prestur harafturímóti hevur altíð verið blíður við hann, tí vágar hann sær at banka uppá hjá honum.

Upp verður latið fyri honum. Stúrin og bangin sigur hann ørindi síni, og umbøn hansara verður alt fyri eitt uppfylt. Prestakonan sjálv ber honum okkurt heitt at drekka og hjálpir honum at fáa barnið inn í kamarið, har hon roynir at fáa lív í aftur henda at vísa seg lívleysa drong. Og tað eydnast henni. Tá ið ein løta var farin, raknaði hann við, og skjótt hevur hann vunnið á veikleika sínum.

Nú kemur prestur inn og mælir hinum gamla til at gista hjá teimum um náttina, og báðar smágenturnar í húsinum gjørdust skjótt kendar við drongin. Tað, tær tosa mest um, er sjálvandi jólagávurnar, sum tær vænta at fáa ógvuliga skjótt. Meðan smágenturnar siga frá, hvussu spentar ið tær eru, eggjar pápi teirra gamla Jósef M. at taka lut í jólahaldinum, eftir sum hann nú einaferð er komin inn í heim teirra. Men oldingin sýtir ógvuliga avgjørdur. Hann ætlar sær at halda fast um fedranna trúgv. Hann óttast, at Ísraels Gud verður vreiður. Eisini smádrongurin bønar og biður hann; men hann vísir eisini hann frá sær - í fyrstani. Men tá ið hann sær tárini hjá dronginum og skilir, hvussu fegin hann vil síggja jólatræið, slakar hann at enda við tungum hjarta. Men hann leggur honum eina við at varða seg at blíva villleiddur til fráfall. Sjálvur biður hann fedranna Gud halda eyga við dronginum, so hann einki skal síggja, sum kann verða honum at skaða, og at oyru hansara mugu verða tipt fyri allari skaðiligari talu.

Drongurin var ovurglaður, tá ið hann saman við smágentunum fór inn í stovuna, har jólaborðið stóð. Men gamli verður verandi einsamallur eftir í kamarinum, og tó ikki einsamallur. Prestur hevði, áðrenn hann fór frá honum, við fáum orðum eggjað honum til í minsta lagi at royna at vita, um tað, sum tey kristnu hátíðarhalda á jólum, ikki er uppfyllingin av tí, sum Ísrael frá Ábrahams døgum hevur bíðað eftir. Hann hevði mint hann á teir týdningarmiklastu spádómarnar hjá profetunum, um stjørnuna, sum rennur upp av Jákupi (4. Mós. 24,17) - og høvdingan av Juda (1. Krýn. 5,2) - og Friðarhøvdingan (Jes. 9,6), sum koma skal úr Betlehem Efrata (Mika 5,1), og hesi Guds orðini geva gamla ongan frið. Hann fær ikki sagt honum ímóti.

Ímeðan byrjaði veitslan inni í stovuni. Fyrst sungu tey jólasangirnar, meðan tey gingu um tað vakra jólatræið. Síðani las húsfaðirin tann undurfulla gamla jólaboðskapin, og hann gjørdist serliga rørdur á málinum, tá ið hann las: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein Frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!”

Sámuel varð standandi smæðin yviri við tað brennandi træið. Ein longsul var í honum. Ein veikur gleðisroði lá um tað bleika andlitið, og hetta gjørdi hann dupult so vakran. Serliga rørdur gjørdist hann av teimum undurfullu orðunum í jólaboðskapinum, av tí at hann bara var vanur at hoyra lógarinnar orð frá langabbanum. Tá ið prestur gavst at lesa, rætti drongurin brádliga hendur sínar út ímóti jólatrænum og rópti og venaði seg: “Hví er Messias ikki eisini føddur fyri meg?” Men prestur vissaði hann so avgjørt um, at hann eisini var roknaður uppí, tí skrivað stendur: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur!”

Nú var Sámuel nøgdur og fekk glett seg um gávurnar, sum døturnar í húsinum góvu honum. Men eyguni leitaðu í heilum aftur til træið, og hann tók uppaftur og uppaftur: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur!” Tá ið ein løta var farin, kom hann at minnast, at langabbin var einsamallur, og hann spyr, um hann kann sleppa út til hansara. Hann møðist ikki at siga honum frá øllum tí, hann hevur sæð og hoyrt; men tá ið hann at enda sigur: “Góði langabbi, ver ikki illur við meg; men eg má siga tær, at orðini hjá einglinum um ta stóru gleðina, sum skal vera fyri alt fólkið, er eisini í gildi fyri okkum. Eisini fyri okkum er ein Frelsari føddur. Eg trúgvi á Jesus Kristus - hann er okkara Messias!”

Tá steig eitt djúpt suff upp úr bringuni á gamla, og hann skúgvar barnið frá sær og rópar skelkaður: “Gud fedra mína, vanlukkan er hend, sum eg havi bíðað eftir. Drongurin er vorðin gandaður og eg við. Jehova, loys tú leinkjurnar, og latið okkum verða verandi í okkara fedra trúgv!” Soleiðis helt hann á í fleiri tímar. Langt eftir, at drongurin var sovnaður, klagaði og gramdi hin gamli seg framvegis. Hann græt og stynjaði, og av og á rópti hann: “Vei mær, eg skal doyggja, og eg kann ikki!”

Tænastufólkini, sum vaknaðu á midnátt av klagum hansara, fara til prest, sum enn situr uppi og grundar yvir jólaprædiku sína, og siga honum, hvat ið tey hava hoyrt. Prestur kvikar sær beinanvegin til gestakamarið og sær gamla Jósef sita ílatnan á einum stóli. Hann stunar og gevur seg, og langabbabarnið liggur á knæ framman fyri honum, kyssir hendur hansara og grætur sárliga. So skjótt sum oldingin kennir vert sín, rópar hann til hansara: “Prestur, hjálpið mær. Tað er deyðin, sum kemur. Eg má doyggja, og eg kann ikki!”

Prestur skilti beinanvegin, at gamli segði satt. Likamliga strevið henda dagin og serliga sálarliga sinnisrørslan teir síðstu tímarnar høvdu tikið honum dygt. Prestur royndi tí ikki at fáa hann burtur frá deyðatonkunum - soleiðis, sum so ofta verður gjørt móti teimum, sum liggja á deyðastrái - men váttaði, at hann helst bara hevði nakrar fáar tímar eftir. Samstundis gramdi hann seg um, at hann ongan ugga hevði at geva jødanum móti deyðanum, av tí at hann ikki vildi vita av Jesusi Kristi, honum, sum hevði tikið valdið frá deyðanum.

Men hin doyggjandi svaraði, meðan hann óttafullur treiv um hondina á hesum Jesu tænara: “Jú, prestur, talið bara við meg tað, tygum vilja. Prógvið bara fyri mær, at tað er sannleiki alt tað, sum tygum fyrr hava sagt við meg, so vil eg trúgva, at tygara Kristus er tann Messias, sum varð lovaður fedrum okkara. Eg sleppi ikki frá hasum orðunum: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur!”

Nú visti prestur, hvat ið hann skuldi gera. Hann legði út tekstirnar í Gamla Testamenti fyri hesum doyggjandi jødanum. Hann segði honum um jómfrúsonin Immanuel, hvørs navn er Undur, Ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar Faðir, Friðarhøvdingi (Jes. 9,6). Hann málaði fyri honum myndina av profetinum Jesusi, sum hevði fingið eina lærusveinatungu frá Faðiri sínum, so at hannn skuldi leska hin móða í rættari tíð, og bera fátækum evangeliið, gleðiboðini, og koma við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, og boða frælsi fyri tey, ið eru tikin til fanga, og at sleppa teimum leysum, sum eru bundin, og at ugga øll, ið syrgja (Jes. 61,1-2).

Fram um alt vísti hann honum á tað Guds lambið, sum Jesaja frammanundan hevur sagt: “Várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg; vit hildu hann revsaðan, slignan av Gudi og gjørdan neyðarsligan. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”

Hann vísti honum, hvussu øll slík profetaorð hjá Ísraels profetum høvdu fingið teirra ja og amen í honum, sum varð føddur í Betlehem og doyði á Golgata. Hann eggjaði oldinganum at grípa henda Harra í trúgv eins og Símeon og í trúnni á hann fara hiðani í friði. Undir hesari samrøðu fullu skølini frá eygunum á gamla, heit tár runnu oman eftir kjálkum hansara, og hann sigur: “Ja, eg trúgvi, at Jesus er Messias! Eg vil siga sum Símeon: “Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orðum tínum, tí at eygu míni hava sæð frelsu tína (Luk. 2,29-30)!”

Tað var bara eitt, sum nívdi hann, stúranin fyri dronginum, og hvussu skuldi gangast honum, og hann hevði bara eina bøn, bønina at sleppa at síggja hitt brennandi jólatræið. Prestur tók stúranina frá honum og gjørdi eftir bøn hansara. Hann lovaði at taka sær av tí einsamalla dronginum, sum Harrin ivaleyst hevði givið honum í jólagávu, sum sítt egna barn, innlima hann í hús sítt og føra hann til Kristus. Hann læt jólatræið tendra enn eina ferð mitt á nátt og bar sjálvur saman við arbeiðsfólkunum hin doyggjandi niður í stovuna, har jólatræið stóð, og las enn eina ferð jólaevangeliið.

Fleiri minuttir gingu í heilagari tøgn. Tá lyfti oldingin brádliga hendur sínar, rætti tær upp móti himli og rópti veikmæltur: “Harri, nú letur tú tænara tín fara hiðani í friði, tí eygu míni hava sæð frelsu tína!” Síðani boygdi hann høvur og sovnaði burtur undir liðini á tí brennandi jólatrænum fyri síðani at vakna til ein uppaftur meira skínandi bjartleika.

Mong ár eru liðin síðani tá. Aftur er jólatræið tendrað í prestagarðinum í B., og Sámuel M. er eisini teirra millum, sum ganga runt um træið. Hann er komin av lærda háskúlanum, hevur gingið gjøgnum tann kavaklædda skógin til tað kæra húskið í prestagarðinum, sum gjørdist annað heim hansara. Tá ið jólasangurin var sungin, fer hann yvir til fosturforeldur síni, takkar teimum enn eina ferð fyri alt, tey hava gjørt fyri hann síðani hin jólaaftan og biður tey signa seg til tað arbeiðið, sum bíðar honum. Tað hevði verið størsta ynskið hjá langabba hansara, at hann skuldi gerast prædikumaður og lærari í Ísrael. Tað vildi hann eisini fegin, men ikki á tann hátt, sum langabbin fyrst hevði hugsað. Hann ætlaði sær at boða fólki sínum boðskapin um hann, sum hann fyri tíggju árum síðani hevði funnið við jólatræið í hesum húsi, og sum langabbin eisini trúði á, áðrenn hann fór burtur í friði.

Fosturforeldrini lótu hann fara við gleði, og hjartaligu bønir teirra fylgdu honum. Soleiðis gjørdist Sámuel M. jødatrúboðari.

Effie Campbell umsetti.