Ein møtiferð beint undan jólum

Í Heimamissiónssøguni, sum Christian Høj hevur skrivað, stendur ein hugtakandi frásøgn. Men hesa frásøgnina havi eg kortini umsett eftir norska blaðnum “Tro & Fakta”.

Tað nærkast jólum. Jacob Eidesgård úr Oyndarfirði og vinur hansara Eiðis Tummas skuldu til Sandoyar at boða evangeliið. Fyrst gingu teir hin langa vegin upp um fjøll úr Oyndarfirði til Selatraðar á Eysturoynni. Haðani vórðu teir fluttir tann drúgva teinin til Hvítanesar á Streymoynni við árabáti. Tað leið móti nátt, tá ið teir kundu fara í land har. Men enn var langt eftir at ganga fyri at koma til Havnar. Millum annað máttu teir fara tvørtur um eitt øki, har eingin vegur var, men kavi og glerstoyttar rásir. Og júst her var tað, at óhappið hendi: Jacob gleið á ísinum, datt og varð liggjandi ...

Teir gjørdust skjótt greiðir yvir, at beinið var brotið. Teir vóru á einum oyðistaði á myrkari nátt, og langt var til næstu bygd. Haraftrat fór at kava. Støðan tyktist vónleys og ræðandi. Hvat var at gera?

Tað einasta, sum teir kundu gera, var at ganga ta leiðina, sum báðir so inniliga væl kendu: bønarvegin. Men nú ráddi ikki um innantómt tos. Tað vistu báðir. Nú var tørvurin ítøkiligur. Teimum tørvaði hjálp frá einum livandi og veruligum Frelsara. Henda náttartíman í kavarokinum boygdi Eiðis Tummas knø undir liðini á hjálparleysa vinmanni sínum og fór at biðja. So fór hann á føtur og beyð honum: "Í Jesu navni, statt upp og gakk!"

Mundi nakað henda? Jú, sanniliga! Jacob fór straks á føtur, og beint aftaná hildu teir fram ferð síni móti Havnini. Gud í himlinum hevði staðfest ta einfaldu trúnna og játtingina hjá tænarum sínum. Grøðingarundrið var veruleiki.

Tá ið Jacob og Eiðis Tummas langt út á náttina komu til Havnar, fóru teir oman á Sjómansheimið at gista restina av náttini. Men tá ið teir komu hagar, er alt sjálvandi læst og sløkt. Hvat var nú at gera? Um teir bankaðu á úthurðina á náttartíð, vaktu teir hinar gestirnar. Tað var heldur ikki hugnaligt at rópa ella á annan hátt royna at vekja nakran. Hesir báðir Harrans tænararnir høvdu gingið langt - í tænastu hjá hinum Hægsta - og nú trongdu teir so sáran at hvíla seg eitt sindur.

Teir ganga bara beint móti úthurðini, trýsta klinkuna varisliga niður - og hygg: hurðin var opin!Teir fara stillisliga inn og finna fyristøðumannin, Harald á Sjómansheiminum, á kamari sínum uppi á 2. hædd. Hann vaknar og spyr mest sum eitt sindur skelkaður, hvussu teir vóru komnir inn. Hann hevði nevniliga sjálvur læst dyrnar um kvøldið! Teir máttu tá bara svara honum, sum satt var, at hurðin var opin fyri teimum, tá ið teir komu.

Fyristøðumaðurin fer at ivast og kvikar sær niður til úthurðina, men hann gerst enn meira bilsin, tá ið hann sær, at hon er væl og virðiliga læst!

Tað er eingin menniskjanslig frágreiðing um tað, sum var hent. Men Guds børn frøa seg! Tí at tann Harri og Meistari, sum førdi Pætur út úr fangahúsinum og læt tey stóru fangahúsportrini upp - hann er framvegis hin sami fyri tænarar sínar, fyri tey, ið líta á hann, í anda og sannleika. Hans er æran - aleina!

“Tro & Fakta”

E. Campbell umsetti.