Frakkar frá Gudi.
“Hevur tú nakrantíð fingið ein frakka frá Gudi?” skrivar Mina Wiarda.
“Sjálvandi koma øll okkara klæði eins og alt annað frá himmalska Faðiri okkara, av tí at jørðin og øll fylla hennara hoyra honum til. Tað, sum eg meini, er tí hetta: Hevur tú nakrantíð upplivað at fingið ein frakka sum beinleiðis svar upp á bøn, fingið hann soleiðis, at tú við vissu veitst, at tað er Harrin, sum hevur givið júst tær hann? Lat meg siga tær, hvat ið eg havi upplivað:
Ein vetur, meðan eg arbeiddi í útnyrðingspartinum av Sambandsríkinum Amerika, hevði eg leingi spart mær pening saman til eina kápu, og mær tørvaði hana sanniliga. Beint tá ið eg hevði nóg mikið av peningi, fekk eg bræv úr Suðurkarolina frá vinfólki haðani, sum bjóðaðu mær at halda jól saman við sær.
Tað tóktist mær púra órímiligt at gera eina so langa og dýra ferð, so eg legði spurningin til viks beinanvegin. Men har kom bræv aftur við nýggjari innbjóðing: “Kom til Suðurkarolina um jólini!”
Har komu fleiri brøv aftrat, og í øllum stóð: “Kom til Suðurkarolina um jólini.” Mær hevði eisini dámt ómetaliga væl at sloppið avstað; men hetta var bara eitt ynski, og kápan var avgjørt neyðug. Eg talaði tí við himmalska Faðir mín um málið; men meira eg bað inni fyri ásjón hansara, vísari gjørdist eg í, at eg skuldi fara til vinfólk míni og í trúgv leggja mínar trupulleikar í Guds hendur. Í lýdni móti hesari innaru sannføring brúkti eg so sparipening mín at keypa ferðaseðil fyri til bý teirra og heimaftur, og sum eg hevði væntað, fekk eg eini undurfull jól har suðuri.
Á heimleiðini steðgaði eg á nakrar tímar í Chicago at vitja eina góða vinkonu. Beint sum hon og eg tað kvøldið sótu í hugnaligu stovu hennara, fór hon brádliga á føtur og yvir í eitt skáp og tók eina so frálíka tjúkka, svarta kápu út.
Hon helt henni upp framman fyri mær og spurdi: “Kennir tú onkran, sum kundi brúkt henda vetrarfrakkan? Eg havi sjálv brúkt hann í eini tvey ár; men í fjør vetur gav fastir mín mær ein spildurnýggjan, so eg havi biðið Gud funnið onkran, sum tørvar hann og passar hann. Mær tykir, at hann er alt ov góður at geva hvørjum sum helst.”
Vinkona mín visti als einki um ta støðu, eg hevði verið í, so alt í einum fyltist eg við heilagari undran og gleði: “Á, hvat ein Faðir í Himli eg eigi!”
Løtu seinni segði eg henni søguna um kápuna og ferðina, og hon segði so hjartans glað:
“Er tað ikki undurfult! Sum Gud hevur umsorgan fyri børnum sínum.” Tað man vera óneyðugt at leggja afturat, at kápan passaði mær. Hesin glaði gevarin ætlaði sær nú at pakka hana inn og senda mær hana í postinum; men eg svaraði, at tað stríðið og tær útreiðslurnar vóru óneyðug. Eg kundi saktans taka hana við mær í bussinum, av tí at eg nakrar tímar seinni skuldi halda fram ferðina.
Meðan vit soleiðis sótu saman, fóru vit at lurta eftir veðurtíðindunum, og tá hoyrdu vit, at ein kavaódn herjaði, har eg búði, og at hon fór at raka Chicago fyri midnátt. Og púra rætt, soleiðis gekst! Vit ferðafólkini vóru neyvan komin út úr býnum, fyrr enn tað gjørdist so kalt, og kavin beykaði niður. Hesin bussurin, sum eg fór við, var ikki upphitaður til slíkan kulda, so vit vóru øll líka illa fyri av kuldanum. Sum eg ynskti mær okkurt rættiliga heitt at leggja tvørtur um knøini!
Eg var neyvan liðug at hugsa hetta, fyrr enn erman á nýggju kápuni gleið niður úr netinum uppi í erva, har eg hevði lagt hana, eg takkaði Gudi og togaði frakkan til mín og legði hann um knøini bæði á mær og síðumanni mínum.
Eg skuldi koyra 24 tímar við hesum bussinum, og á hesari ferðini kom henda gávan - kápan - at verða til gagns hjá fleiri. Við ein steðgistað stóð soleiðis ein ung kona og bíðaði. Hon var beint útskrivað av sjúkrahúsinum og var bara í einum tunnum frakka, av tí at veðrið hevði verið so lýtt, tá ið hon fyri viku síðani var farin heimanífrá. Hvussu leingi hon hevði staðið í kavanum har við steðgistaðin, veit eg ikki; men tá ið hon kom upp í bussin, var hon ógvuliga niðurundirkomin og blá um varrarnar av kulda, so tað var við stórari gleði, at eg ballaði henda fjálga frakkan tvørtur um hesa klæntraligu konuna. Tá ið hon at enda fór úr bussinum, vóru tað onnur ferðafólk, sum frakkin kom væl við hjá.
Síðani tey jólini havi eg brúkt kápuna nógv og geri tað javnan, av tí at eg enn arbeiði fyri Harran her uppi á teimum víðu, opnu fløtunum við teimum tráu vindunum.
Men Gud gjørdi enn meira fyri meg. Heystið eftir var tað ein onnur vinkona, sum gav mær sín tjúkka, fjálga vetrarfrakka, og summarið eftir, tá ið eg kom heim í summarfrí, gav systir mín mær ein so vakran, síðan summarfrakka. Ja, og nakað út á summarið gav uppaftur ein onnur vinkona mær ein lættan 3/4 frakka til lýtt veður.
Allar hesar náðigávurnar gjørdu meg ovfarna. Ongantíð fyrr hevði nakar givið mær ein frakka, og nú átti eg ikki færri enn fýra, til tær ymsu árstíðirnar!
Hetta vóru sanniliga frakkar frá Gudi! Hann var hin einasti, sum visti um tørv mín. Tað líkaði honum at brúka nakrar av trúføstu tænastukvinnum sínum at vísa mær og øðrum, at hann er førur fyri at gera nógv meira enn tað, sum vit kunnu biðja um ella skilja!
“Kirkeklokken”.
Effie Campbell umsetti.