Noydd at rýma.

Frásøgn úr krígsárunum.

 

Hetta var annað árið í seinna veraldarbardaga. Í Svøríki var enn friður, men úr grannalandinum vestanfyri komu døpur og óhugnalig tíðindi, og mong rýmdu tvørtur um markið.

Uppi í einari lítlari skógarbygd tætt við markið stákaðist húsmóðirin Gurli. Jólini vóru í hondum. Hon skuldi strúka gardinur og baka piparnøtir, einasta køkuslagið, hon hevði ráð til, í ár. Hon hevði sent børnini út í skógin at leita eftir einum jólatræi. Tað kundi fara at kava hvørja løtu.

Hóast tað var heitt í køkinum, hevði Gurli fótakulda. Tað var tí, at gólvið var ótætt, og tað geys upp ígjøgnum gólvið. Hon suffaði, og so fóru tankarnir at mala tær vanligu leiðirnar aftur.

Um tey bara høvdu havt ráð at bøtt um húsini. Veggir og gólv áttu at verða bjálvað, og vatn skuldi verða lagt inn og vask verða keypt til køkin. Tá ið tað var gjørt, kundi hon fara at hugsa um at oyðsla eitt sindur - nýtt tapet og nýtt innbúgv í stovuna.

Gurli skammaðist við tað gamla innbúgvið. Stólar, sofa og annað var bøtt um; men tá ið hon hugsaði um mong onnur heim, hon hevði sæð, við hvíldarstólum og við tjúkkum teppum á gólvinum, orkaði hon nóg illa at hyggja at sínum skúraðu gólvum og kloddutu stólum. Løgið var tað, men fólk plagdu at trívast í heimi hennara, og mong søgdu, at tað var so hugnaligt og vakurt; men tí tordi Gurli ikki at trúgva. Hon hevði start seg blinda at tí, sum onnur høvdu, og sá ikki longur nakran vakurleika í einum einfaldum, men reinum og ruddiligum heimi. Hon hevði sagt við Valfred fyrr um dagin, at nú mátti broyting koma í. Bíligt innbúgv stóð til sølu í bløðunum. Eina sofu og nakrar stólar mundu tey hava ráð at keypa sær. Tey høvdu selt nakað av timbri og aðrar landbúnaðarvørur.

Gurli hevði gloymt, hvussu tað geys upp úr gólvinum, hon murraði ein jólasang, meðan hon tók piparnøtirnar út úr ovninum. Skjótt var myrkt, hon mátti seta kaffið útá. Børnini áttu langt síðani at verið inni, og hvar var Valfred?

Skjótt hoyrdust barnarøddir í gongini. - Vit hava funnið eitt jólatræ, mamma. Bara vit eiga nóg nógv ljós. Vit fáa jú ikki keypt fleiri.

Í somu løtu kom maðurin kvikliga inn.

- Gurli, segði hann, grannin var her og segði, at flóttafólk eru komin um markið í kvøld - tey eru vilst og eru komin norður í skógirnar - tey eru illa komin. Vit mugu taka ímóti nøkrum, myndugleikarnir fáa ikki komið fram higar í kvøld, og tey mugu fáa mat og hita. Eg leypi yvir til grannan og sigi, at tey kunnu koma.

Gurli fekk ikki stundir at svara, áðrenn hann var úti aftur. Børnini stardu upp á hana við stórum eygum. Tey høvdu hoyrt fólk práta um flóttafólk; men tey høvdu ongantíð sæð flóttafólk áður.

- Mamma, verða tey skotin, um tey verða verandi í landi sínum, teskaðu tey bangin.

- Ja, tað verða tey kanska; men nú mugu tit vera still og friðarlig, tá ið tey koma. Tey eru so móð, skilja tit.

Gurli kvikaði sær at seta kaffiketilin útá. So kykaði hon í opna eldstaðnum í stovuni, og nú var hon glað, tí stóri opni eldstaðurin hitaði stovuna bæði skjótt og væl. Hon legði seingjarklæðini fram at hita, og so hoyrdi hon fet úti í gongini. Hon kvikaði sær at lata dyrnar upp fyri gestum sínum.

Ein bleik og rak kona, sum leiddi tvey børn, steig drálandi inn í stovuna. Ljósið blindaði hana, og hon tók stillisliga í hondina á Gurli, sum bjóðaði teimum at vera hjartaliga vælkomin. Hon var fullkomiliga dølsk og líkasæl, men børnini livnaðu upp, tá ið tey sóu onnur børn og harafturat eitt stórt fat við piparnøtum.

Skjótt sótu hesi trý fremmandafólkini uttan um borðið og róku kuldan út úr kroppinum við einum heitum drekkamunni. Gurli hevði hitað mjólk til børnini, og tað var ótrúligt, sum tey høvdu góðan matarlyst og ótu bollar og piparnøtir. So fóru hesi útlúgvaðu fólkini at leggja seg, men Gurli mátti halda á við arbeiðinum og svara óteljandi spurningum frá børnum sínum. Tá ið tey at enda høvdu skilt, at hesi fremmandu børnini og mamma teirra vóru farin frá øllum, sum tey áttu, og flýdd fyri lívinum, gjørdust tey ógvuliga stúrin.

- Men jól eru skjótt, segði hitt minsta. Hvaðani skulu tey fáa jólatræ? Og hvør skal geva teimum jólagávur?

- Tit kunnu geva teimum jólagávur. Hyggið, um tað ikki eru onkur leiku, sum tit kunnu lata.

Børnini lupu beinanvegin eftir leikum sínum, tey áttu ikki so nógvar; men skjótt komu tey yvir til mammu og vístu henni gávurnar. Har var ein dukka, ein bjørn og ein træbilur, sum tey ætlaðu sær at geva flóttabørnunum.

- Og eg skal pakka alt hetta fínt inn, segði hin elsta systirin, við reyðum bandi og merkiseðlum. Eigur tú jólapappír, mamma?

Tá ið øll børnini vóru sovnað, segði flóttamamman eitt sindur um sína óeydnu.

Vit áttu ein lítlan garð - bara tvær kýr - men væl stóð til hjá okkum.

Tað ikki so fínt hjá okkum sum her - hon hugdi við hávirðing kring seg í stovuni - men vit vóru nøgd, eg og maður mín og fýra børn. Eg havi átt fýra børn, men vit mistu eitt fyrsta krígsárið - hann var bara 18 ár og fór við sjálvboðin - og so ein av gentunum. Hon gjørdist sjúk í fjør heyst - vit høvdu lítið at eta, og vit fingu hvørki fatur á lækna ella heilivági. Hon doyði, lítla Astrið, og eg havi lært meg at takka Gudi fyri tað. Eg veit, hvar ið eg havi hana. Men maður mín hvarv fyri fýra mánaðum síðani. Og tá ið so støðan versnaði, kundi eg ikki bíða longur. Eg mátti bjarga teimum báðum, eg havi eftir. Vit vóru fleiri, sum fóru úr heimbygdini, men vit skiltust - viltust - á, sum vit hava svøltað og verið køld. Vit høvdu mist alla vón, tá ið vit sóu ljósini í einum húsum. Tað mundi vera Guds vilji, at vit skuldu liva eitt sindur enn. Um eg nú bara visti, hvar ið maður mín var, so skuldi eg verið eydnusom.

Hon legði høvdið í sína berligu hendur, og Gurli turkaði eygu síni, sum stóðu full av tárum. Hon hugsaði um sítt trygga heim, um mann og børn, sum hon hevði uttan um seg. Hon var so skammfuktað.

Harri, hvør eri eg, at tú gevur mær so stóra náði. Hvussu skal eg kunna takka? Og svarið gav seg sjálvt: at tæna tínum líðandi brøðrum í verðini.

Valfred fór eftir Bíbliuni, hann kendi, at teimum øllum tørvaði eitt styrkjandi troystarorð. Hann las við djúpum álvara hin 86. sálmin: “Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst. Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita. Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn. Harri, Gud mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra.”

Tað kvøldið vórðu Gurli og Valfred samd um at geva hesi flóttakonuni báðar hundraðkrónuseðlarnar, sum tey høvdu lagt til viks at umvæla húsini fyri, og Gurli leitaði alt fram úr klædnaskápinum, sum hon ikki fekk nýtt, og tað gav hon hesum óvæntaðu gestunum, sum bara skuldu gista eina nátt í húsum teirra.

Dagin eftir hildu tey á við ferðini oman í bygdina til flóttafólkaleguna, har tey nú skuldu halda jól. Børnini bóru ansin hvør sín pakka. Tað vóru leikuni, sum tey høvdu fingið - og so ein stóran posa við piparnøtum.

Gurli og Valfred høvdu eisini fyrr givið bæði pening og aðrar gávur at linna um neyðina millum tey neyðstøddu. Men tey høvdu ongantíð fyrr givið so nógv, og gávur teirra høvdu ikki fyrr kunnað kallast offur.

Gurli sá nú alt við nýggjum, takksomum eygum. Ein slíkur heilagur friður fall yvir heimið longu fyri halguna.

- Vit hava havt einglar sum gestir, hugsaði Gurli, eg fari ongantíð at gloyma tað. Tey góvu meir, enn tey tóku ímóti. Tey lótu eygu míni upp, tey lærdu meg, hvat ið sorg og neyð eru. Tað havi eg ikki fatað fyrr. Nú kann eg ongantíð gevast at biðja fyri allari neyð á jørðini.

Og tá ið børnini jólaaftan dansaðu um jólatræið og sungu teir kendu, kæru sálmarnar, tá fór Gurli út í køkin eina løtu, so hon fekk grátið í friði og av hjarta takkað Harranum, sum sendi Son sín niður til hesa myrku, ólukkuligu verð, at frelsa armar, vilstar syndarar. Hon og maður hennara høvdu í mong ár kallað seg trúgvandi; men hon hevði ongantíð so skilliga fatað, hvussu týdningarmikil frelsan var. Hon skilti, at maðurin kendi tað á sama hátt, tá ið hann í andaktini til henda dag takkaði Gudi so inniliga, av tí at hann eina ferð við alla hevur sýnt okkum menniskjum miskunn.

Tá ið børnini eydnusom og móð vóru farin til songar, hoyrdi Gurli teirra bøn: - Góði Gud, latið flóttafólkini hjá okkum fáa eini góð jól og gev teimum eitt heim aftur. Amen.

Úr “Kristelig Familieblad”.

Effie Campbell umsetti.