Gávan

Eg kendi meg einsamallan, ræðuliga einsamallan. Hetta vóru fyrstu jólini, at eg skuldi prædika. Eg noyddist at fara út á bygd jólaaftan og gista har um náttina, so eg fekk hildið jólagudstænastuna tíðliga jólamorgun í einum lítlum bygdarkapelli.

Jólaaftan er í Svøríki (sum í Føroyum) eitt serligt familjukvøld. Hetta er hátíðarligasta og veitslukendasta kvøldið í árinum, ein “kærleiksveitsla”, har tú ert saman við familjuni. Men her var eg fyri fyrstu ferð langt burtur frá øllum mínum.

Eg gekk einsamallur í teimum tómu gøtunum og tókti so hjartaliga synd í mær sjálvum. Eg kendi als onga jólagleði. Sjálvt tað stóra jólatræið, sum stóð á jarnbreytarstøðini og lýsti við sínum el-ljósum, gav mær ongan íblástur, og jólaboðskapurin, sum eg skuldi boða í gudstænastuni morgunin eftir, festi líka sum ikki í meg. Men eg hevði sjálvur skyldina, av tí at eg ikki var glaður sjálvur. Og kortini var tað so týdningarmikið, tí mong, sum annars ikki komu so ofta á gátt í kirkjuni, komu ein slíkan morgun.

Eg kom til húsini hjá verti mínum. Her var eg boðin at gista. Eftir jóladøgurðan tendraðu tey ljósini, og so koyrdu tey útvarpið frá og lurtaðu eftir teimum gomlu jólasálmunum. Síðani fóru tey at býta gávur út. Mamma hevði sent mær eina gávu, og eg fór at pakka hana upp, seinførur og ivandi, meðan vertsfamiljan fekst við sítt.

Eg hevði tikið tað tjúkka, brúna pappírið av. So koyrdi eg varisliga jólapappírið av, tað var so vakurt. Nú var eg vorðin spentur uppá, hvat ið mundi vera í pakkanum, og tí koyrdi eg kvikliga tað fína silkipappírið uttanav. Nú helt eg gávuni í hondum mínum, og hon greip meg heilt og fult. Eg gjørdist ógvuliga rørdur. Eg royndi at hava tamarhald á kenslum mínum, so eg ikki órógvaði gleðina hjá hinum, tá ið tey gjørdust ovfarin av gávum sínum; men innan í mær bæði græt og flenti eg og var ógvuliga rørdur.

Pápi mín doyði um jóltíðir, tá ið eg bara var 10 ára gamal. Vit høvdu ongantíð átt eina mynd av honum, so eg hevði gloymt, hvussu hann sá út, og eg hevði bara nøkur kám minni um hann. Men onkustaðni hevði mamma funnið eina bólkamynd, har pápi var uppií. Myndin var tikin nakrar fáar mánaðir, áðrenn hann doyði. Myndatakarin hevði vaksið um hesa myndina. Og nú helt eg myndini av pápa í hond míni. Eg sá hann andlit til andlits. Eg var ógvuliga, ógvuliga rørdur, meðan minnir, sum eg langt síðani hevði gloymt, komu aftur til mín.

Tá visti eg, at eg hevði ein boðskap at bera mínum áhoyrarum í morgin. Eins og jólagávan hevði givið mær pápa aftur, gav fyrsta jólagávan okkum himmalska Faðir okkara aftur á ein nýggjan hátt. Vit síggja sonnu mynd hansara í Jesusi, sum segði um seg sjálvan: “Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð Faðirin.” Menniskjuni høvdu gloymt, hvussu Gud var, og høvdu tí mist ta sonnu fatanina av vilja og vegum hansara. Men hann kom til okkara í Jesusi og opinberaði seg sjálvan. Nú vita vit, hvussu Gud er, Jesus hevur opinberað hann. Hann er Jesusi líkur.

“Kirkeklokken”.

Effie Campbell umsetti.