Ein jólauppliving á jútsku heiðini

Eg var borin í heim í 1896 í Sdr. Omme sókn, har pápi var traðarmaður, og eg havi nógv góð minni frá barnaárum mínum. Bæði foreldur míni vóru trúgvandi og høvdu góða songrødd, so tað vóru mest andaligir sangir, sum ljóðaðu í heiminum, og vit børn sungu við. Minnist meg rætt, var yndissangur teirra: “Hidindtil Herren har hjulpet så vel”. Álitið og trúgvin hjá foreldrum mínum á Guds náðigu forsjón hjálpti teimum gjøgnum ringar tíðir við fátækdómi og sjúku.

Av tí at vit vóru átta systkin, máttu vit tíðliga út at tæna, og tá ið eg var níggju ár, fekk eg starv sum røktingardrongur. Ofta var tað strevið, og tíðum mátti eg arbeiða sum ein vaksin maður; men heima hevði mamma lært meg at biðja til Gud, tá ið eg kom í neyð, so tað gjørdi eg, og eg fekk nógv bønarsvar longu sum smádrongur.

Tá ið eg var 16 ár, fekk eg arbeiði á einum bóndagarði, har maðurin æt Jósef og kona hansara Maria. Jósef las ein kapittul úr Bíbliuni hvønn morgun og ein hvørt kvøld. Vit sungu eisini ein sálm um morgunin. Harafturat las hann á middegi eitt stykki úr andaktsbókini hjá Roseniusi. Har á garðinum búðu ofta talarar, sum hildu møti í missónshúsinum í sóknini. Jósef hevði bygt missiónshúsið saman við øðrum trúgvandi.

Beint fyri jól skuldi ein trúboðari, sum kallaðist J. Santon, koma at gista á garðinum og halda møti eina heila viku í missiónshúsinum. Um hesa tíðina kom andalig veking í bygdarlagið. Vit á garðinum skiftust um at fara á møti, og eitt kvøldið fekk eg eisini frí, so eg kundi fara. Møtið byrjaði við, at Santon sang og spældi á sín lutt ein sang, hann sjálvur hevði skrivað:

 

Du hørte kun rygtet, som fløj dig forbi,

du kender kun Herren af navn,

af stingende torne er opfyldt din sti

og din sjæl af et knugende savn.

Du må se! Du må se!

Ej blot høre rygter,

nej, selv må du se!

Guds Lam må du se!

Du hørte kun rygtet, men liv fik du ej;

du drak ej af livskildens brønd.

Nu Ånden dig kalder fra vildsomme vej:

“Kom i dag og få liv i Guds søn.”

 

Hin fyrsti jólakavin var komin, meðan vit vóru inni á møtinum, og lá nú sum eitt teppi yvir landslagið. Vit høvdu langan veg heim yvir lyngheiðina, har tað bert var einum hjólspori, vit skuldu fylgja. Jósef gekk fremstur. Santon og eg gingu í hansara fótasporum. Aftastur kom gamli faðir Jósefs, sum rópti: “Jósef, finnur tú ikki vegin?”

Men Jósef svaraði: “Nei, eg finni ongan veg. Vit eru vilstir á heiðini, og tungt er at ganga í djúpum kava.” Santon gekk og bað: “Jesus, hjálp okkum at finna leiðina heim.” Men brádliga sá Jósef eitt lítið ljós einastaðni har frammi.

Vit gingu eftir tí, og tað leiddi okkum heim, tí tað var Maria har heima, sum hevði sett ljós í vindeygað at leiða okkum rætt. Eg fór beinanvegin inn í húskallakamarið, sum lá við síðuna av stallinum, blaðaði upp í Bíbliu míni og fór at lesa í Rómverjabrævinum 8. kap. 1. vers: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

So fór eg at takka Jesusi fyri, at eg ikki var undir fordøming, av tí at eg vildi tilhoyra Harranum. Eg las víðari í Rómverjabrævinum og kom til 10. kap., og í versi 13 las eg: “Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.” Hitt stóra undurið hendi - Jesus, mín Frelsari, boygdi seg niður og frelsti meg. Eg tordi barnsligt og einfalt at trúgva, at syndir mínar vóru fyrigivnar av náði við trúgv á tað fullgjørda verkið á Golgata.

Eftir at eg var komin til trúgv á Jesus, var hægsta ynski mítt at vera saman við Guds fólki. Eg varð tá boðin at vera við á einum møti um jólini, har tey ungu, sum vóru blivin frelst, fóru at vitna. Vit vóru fýra ung, sum fylgdust og gingu 30 km fyri at vera við á møtinum. Dagin eftir gingu vit teir 30 km heimaftur. Hetta gjørdust eini undurfull jól, sum eg ongantíð gloymi. Tey ungu, sum høvdu upplivað frelsuna, sungu og vitnaðu.

Hjá Jes. 9. kap. v. 6 lesa vit: “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla ... veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” Jesus var undurfullur í sínum jarðarlívi. Hann livdi millum syndarar; men hann var syndafríur. Hann kom saman við teimum ríku; men hann varð verandi óspiltur av teirra gulli. Hann segði um seg sjálvan einaferðina: “Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.” Jesus Kristus bjóðar sína frelsu, gleði og frið til øll, sum vilja seta sítt álit á hann.

E. Campbell umsetti.