Knútur fann aftur til faðirs og móður Gud
Knútur var yngstur av seks systkjum. Hann var tað, vit kalla ein seinføðingur (eftirnølari). Tað vóru heili sjey ár millum hann og tann næstyngsta í systkinaflokkinum. Faðir og móðir vóru bæði farin upp um tey 40, tá ið Knútur varð borin í heim.
Foreldrini vóru ikki múgvandi, men heldur ikki fátæk. Tað gekst teimum væl á tí miðalstóra garðinum mitt inni í Valdres. Tey vildu so fegin geva børnum sínum kunnleika. Tí sluppu øll børnini í realskúla. Harumframt vóru foreldrini játtandi kristin og virkin bæði í kirkju og missiónshúsi í bygdini. Av tí at missiónin lá teimum á hjarta, mundi tað vera missiónshúsið, sum stóð teimum næst. Fleiri av systkjum Knúts høvdu eisini tikið eina greiða kristna støðu. Tá ið Knútur kom í tann týdningarmikla broytingaraldurin eftir konfirmatiónina, gjørdi hann uppreistur móti tí, foreldrini og systkini trúðu á. Hann vildi ikki fara í missiónshúsið við teimum og gekk sínar egnu leiðir. Tá ið Knútur var liðugur við realskúlan og hevði hjálpt til á garðinum eina tíð, søkti hann og slapp inn á Verkfrøðingaskúlan í Gjøvik.
Tá ið skúlagongdin var liðug - og Knútur hevði sanniliga fingið góð pappír - fekk hann starv í einum trævøruvirki í grannabygdini. Her gekst óføra væl hjá Knúti. Tað gingu ikki mong ár, fyrr enn hann sat sum stjóri og átti alt virkið. Hann kom eisini í bygdarráðið. Alt gekk so avbera væl hjá honum. Men tíverri kristinlívi og missiónshúsi vísti hann ongan ans.
Árini gingu. Tá ið foreldrini doyðu við stuttum millumbili í 75-ára aldri, vóru tað helst mangar hugsanir, sum rørdust í Knúti. Elsti bróðirin, sum nú rak garðin, var ein hjartagóður og trúgvandi maður. Í minningargudstænastuni eftir bæði foreldrini tosaði bróðirin við frímóði um tann ríka kristna arvin, sum faðir og móðir høvdu latið eftir seg. Hann hevði eisini nevnt, hvussu neyðugt tað var at venda um og eiga eina persónliga trúgv á Jesus Kristus. Hetta mundi helst stinga Knút í hjartað. Men hann skúgvaði tað frá sær. Hann hevði jú úr at gera. Nøkur ár seinni var Knútur eini ørindi í høvuðsstaðnum. Sum politikkari skuldi hann á fund í einari av stjónardeildunum. Hetta var í desember mánaði, og tað sást í høvuðsstaðnum, at jólini nærkaðust. Hann kom til Oslo út á seinnapartin. Eftir at hann hevði skrivað seg inn á hotellið, har hann skuldi gista, fór hann at spáka sær ein túr oman eftir Karl Johan. Á Universitetsplassen stóð hitt stóra jólatræið tendrað, og Frelsunarherurin stóð og sang “Nú ringja klokkur jólafest”. Tað ljóðaði so vakurt. Hesin jólasálmurin hevði nógv at týða hjá Knúti. Tað var hann, tey altíð plagdu at syngja heima hvørt jólakvøld, eftir at pápin hevði lisið jólaevangeliið.
Tankarnir um barndómsheimið og faðir og móður gjørdust so sterkir, har hann stóð og lurtaði. So setti Frelsunarherurin í “Jesus-navnið aldri bliknar”. Hetta hevði verið sangurin hjá faðir og móður fram um allar aðrar. Nú gjørdist ovboðið hjá Knúti. Hann kendi tað, sum hjartað fór at bresta. Hann kvikaði sær aftur til hotellkamarið. Hann seig niður í ein stól og græt hart. Brádliga stóð alt so greitt fyri honum: Hann hevði vrakað faðirs og móður Gud, og nú var hann á veg móti glatan. Men hann kendi eisini kallið frá Gudi til umvending og til at byrja eitt nýtt lív. Fyri fyrstu ferð í mong ár bað Knútur til Guds. Og nú var tað ikki bara ein bøn um hjálp at taka ta røttu avgerðina í einari torførari støðu. Nei, nú var tað ein angrandi syndari, sum viðgekk skuld sína fyri einum heilagum Gudi. Ein slík bøn verður altíð hoyrd. Hann visti, at tað var ein Bíblia á hotellkamarinum. Hann las leiðbeiningina fremst: “Hvussu fært tú vissu fyri, at Gud hevur fyrigivið tær allar syndir tínar.” Tað var gott at lesa 1. Jóhs. 1,7-9: “Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” - og onnur skriftstøð við. Knútur fekk frið við Gud hetta kvøldið.
Hann visti, at Templið hjá Frelsunarherinum lá tætt við, í Pilestredet. Har legði hann leiðina. Tá ið innbjóðingin ljóðaði at koma fram til bótarbonkin, var Knútur hin fyrsti, sum fór fram. Har bað hann saman við kristnum vegleiðarum. Hjarta hansara fyltist við frelsuvissu so við og við.
Eftir at hann hevði røkt síni ørindi í stjónardeildini, byrjaði hann heimferðina. Men nú steðgaði hann ikki, fyrr enn hann var aftur í barndómsheiminum. “Eg havi givið meg yvir til Guds,” segði hann við beiggja sín. So fevndust teir og grótu gleðitár hetta kalda desemberkvøldið í túninum á Moen garði. Seinni sótu teir til langt út á kvøldið og prátaðu um Guds undurfullu leiðslu. “Hetta skuldu pápi og mamma havt upplivað,” segði bróðir Knúts. Knútur gisti har um náttina. Dagin eftir fór hann út í kirkjugarðin. Á leiðinum hjá faðir og móður stóð hann leingi og græt stillisliga. “Vit hittast í himli”, stóð skrivað á steininum. “Ja, har skulu vit syngja saman “Nú ringja klokkur jólafest” og “Jesus-navnið aldri bliknar”,” teskaði Knútur gjøgnum tárini.
Tey jólini upplivdi Knútur ein frið, hann ongantíð fyrr hevði kent. Tað var hjartafriðurin, sum øll fáa, sum venda um og taka ímóti sjálvum Friðarhøvdinganum. Knútur hevði funnið leiðina aftur til faðirs og móður Gud.
“Himmelveien”.
Effie Campbell umsetti.