Ljós fyri framman
Emil Larsen, sum serstakliga er kendur fyri sínar frálíku yrkingar, skrivar í endurminningum sínum um eina tíð, har familjan stúrdi fyri jólunum, sum vóru í hondum.
Tann veturin, vit búðu á Thurø, var bæði ringur og harður. Nakrar dagar fyri jól vistu vit ikki, hvussu vit peningaliga skuldu verða før fyri at halda høgtíð fyri børnunum, so at hon bara gjørdist eitt sindur veitslukend. Í øllum førum so góð, at vit tó kundu lesa jólaboðskapin við gleði og syngja teir frálíku sálmarnar við sannari frøi.
Gávur tordu vit als ikki at hugsa um. Við mannaeygum sýntist alt so dapurt og vónleyst, at kona mín og eg eingi ráð vistu. Hon gjørdi tað, hon kundi, at stimbra og líva meg upp; men tað var ringt, tí eg var sum innilæstur í tungum svartskygni.
Eina náttina, tá ið eg ikki fekk sovið fyri serliga svárari pínu, rópti kona mín á meg.
“Emil ... svevur tú?”
“Nei!”
“Hoyrdi tú hasa røddina, sum tosaði beint nú ...?”
“Eg hoyrdi einki.”
“Tað var løgið ... Eg hoyrdi eina rødd, sum hart og týðiligt segði við meg: Tað er ljós fyri framman ...!”
“Hm ...”
“Røddin kom aftur eitt sindur seinni, men enn skilligari: Tað er ljós fyri framman!”
“Eingin hevur tosað við meg!” svaraði eg stutt og kanska eitt sindur snubbutur.
Men elskaði vinur mín helt á. “Jú, røddin var verulig ... Og eg haldi, at tað var himmalski Faðir okkara, sum talaði. Hann vil líva okkum upp, styrkja okkara trúgv og álit ... Tú fert at sanna, góði, Gud fer skjótt at lata tað lýsna fyri okkum aftur!”
Eg gjørdist ovfarin og undraðist stórliga. Mín góða kona hevði ongantíð fyrr hoyrt røddir ella sæð sjónir úr tí ósjónliga heiminum. Men hon trúði fult og fast, at Gud hevði talað, og at vit ikki máttu ivast í hjálp hansara.
“Gævi satt, at tú hevur rætt,” svaraði eg.
So løgið kom at gangast, at júst hesi jólini í teimum gomlu bindingar-
verkhúsunum gjørdust tann mest ógloymandi høgtíð, vit hava hildið.
Tríggjar-fýra dagar fyri jól komu boð frá nøkrum trúføstum vinum úr Svendborg, at vit ikki skuldu hugsa um mat jólaaftan. Vit skuldu fáa eina stóra gásarsteik við øllum afturvið, og harumframt okkurt gott omaná. Alt beint at seta á borðið. Umframt veitslumáltíðina vóru smáar gávur við til okkum øll seks.
Jú, nú fór longu at lýsa.
Stutt eftir tók kona mín við einum tilboði at gerast húsavørður í einum stórum húsum í Keypmannahavn frá fyrsta apríl.
Tað gjørdist enn ljósari.
Ein dagin kom bræv frá elsta bróðuri mínum, Carli. Hann var yvirmaður í Frelsunarherinum, og hann bjóðaði mær at tala á nøkrum møtum. Eg takkaði fyri innbjóðingina. Ein dagin, meðan eg var hjá honum, bað hann meg koma við sær til Maribo. Tað var okkurt, sum hann skuldi gera har seinnapartin, og um kvøldið skuldi møti verða hjá korpsinum har. Um eg kendi meg nóg frískan at tala, vildi hann fegin hava meg at gera tað.
Meðan hann gjørdi síni ørindi, fór eg út at spáka, so eg fekk hugsað og biðið um, hvat ið eg skuldi siga um kvøldið. Eg hevði ætlað mær oman í fjøruna, so eg sá havið; men tá ið eg kom fram við tí vøkru dómkirkjuni, fekk eg slíka trongd at fara innum. Eg var einsamallur í halgidóminum, og í einari stillari andaktsløtu, har einki var, sum órógvaði meg, var tað, at Gud talaði við meg um “ljósið, sum skínur í myrkrinum”.
Tað fór so smátt at syngja innan í mær, og eg skrivaði okkurt smá-
vegis niður og spákaði mær so oman í fjøruna. Tá ið eg hevði spákað heldur skjótt eitt strekki, settist eg á ein bonk, tók pappír og blýant fram og skrivaði: Ljós fyri framman!
Nú kom ein regla fyri og onnur eftir, ein yrking við trimum ørindum.
Tá ið eg reinskrivaði yrkingina, broytti eg ikki eitt einasta orð, og tað havi eg heldur ikki gjørt seinni:
Ljós fyri framman.
1.
Um ódnir leika hátt,
so fell tú ei í fátt...
Gud kann jú stilla stormar!
Um myrkt alt tykjast man,
so trúgv, at Gud hann kann
ljós tendra fyri framman!
2.
Veitst tú tær eingi ráð,
tú kraft og hjálp kanst fá
frá Gud í røttum tíma.
Hann sterkur, góður er,
teg allan vegin ber,
ljós tendrar fyri framman!
3.
Gud veit jú altíð veg...
og hann vil leiða teg,
hvørt stig heilt fram til málið.
Rek óttan burt frá tær,
trúgv, Gud er sera nær,
ljós tendrar fyri framman!
Maribo, tann 9. mars 1939
Effie Campbell týddi.