Ein jólasøga um eitt geyka-ur

Ein diakonissa og sjúkrasystir, sum arbeiðir á røktarheiminum í Betaniahúsinum tætt við Solingen, upplivdi einaferð nakað serstakt:

 

Hon hugsaði nógv um øll tey, sum liðu neyð í hesum heimi, og tí hevði hon í nógvar vikur undan jólum pakkað 24 pakkar. Alt stríðið at keypa, pakka og senda hevði gjørt hana útlúgvaða; men kortini hevði tað fylt hana við nøgdsemi og gleði.

Men enn var ein pakki, sum skuldi avstað. Hann skuldi til Póllands. Hon hevði akkurát nóg mikið av pengum til hansara. Hon kom at hyggja upp á tann tóma veggin, og tá kom hon at minnast eitt ynski, sum hon leingi hevði havt, at keypa eitt geyka-ur. Tá ið samanum kom, mátti hon eisini vera eitt sindur góð við seg sjálva! Hevði Bíblian ikki eina áminning til tey kristnu at elska onnur sum sjálvan seg? Fýra og tjúgu pakkar var prógvið um kærleika hennara til teirra, sum vóru næsti hennara, vinir hennara og næstrafólk! Nú mundi tað vera í lagi eisini at vera eitt sindur góð við seg sjálva!

Sum jólini nærkaðust, fekk hon ikki frið í sinnið. Fleiri ferðir hevði hon ætlað sær at farið at hugt at geyka-urinum; men hvørja ferð hevði hon lagt pengarnar aftur í pungin.

“Kanska tørvar hasum fólkunum í Póllandi ikki longur hjálp mína,” royndi hon at siga við seg sjálva. Men so gjørdist tað brádliga greitt fyri henni, at tankarnir bert vóru ein roynd at steðga góðu ætlanum hennara, og hon fór og keypti fyri síðstu pengar sínar sovorðið, sum ikki fekst í Póllandi, og skjótt var pakkin liðugur og sendur avstað.

Glað fór hon heim aftur at hvíla seg eftir ein langan túr oman á posthúsið. Alt í einum ringdi onkur upp á dyrnar. Eitt sindur ivandi læt hon upp, og har stóð postmaðurin við einum pakka til hennara. Hon dugdi als ikki at hugsa sær, hvør ið hevði sent hann. Eftir at hava kýtt seg, eydnaðist tað henni at stava seg ígjøgnum navnið á sendaranum. Og so mintist hon. Hetta vóru nøkur fólk í Schwarzwald, sum hon hevði hitt nakað síðani, og seinni hevði hon givið teimum kristiligan lesnað.

Tá ið hon hevði tikið tað brúna pappírið av og latið eskjuna upp, kundi hon rópt hart av gleði. Í eskjuni lá eitt geyka-ur, eitt rættiligt geyka-ur úr Schwarzwald!

Fólkini í Schwarzwald vildu fegin vísa sítt takksemi fyri tann kristiliga lesnaðin, sum diakonissan hevði givið teimum. Ella var tað Gud sjálvur, sum brúkti familjuna í Schwarzwald at pynta veggin og at lýsa upp í lívinum hjá hesari trúgvandi diakonissuni? Kalla tað, hvat tú vilt; men henda týska diakonissan er sjálv sannførd um, at Gud ikki bert lurtar eftir teimum tigandi ynskjunum, vit hava í hjørtum okkara; men at hann eisini talar til okkara, sjálvt gjøgnum eitt geykalát. Tí hvørja ferð geykurin letur tímasløgini, minnir hann hana um, hvussu sigur á sjálvgóðsku og tí at vera ringur eftir verðini kann føra til størstu gleði.

“Kirkeklokken”.

Effie Campbell umsetti.