Tá ið Buster fann veg

Ein vitnisburður um, hvussu ein alkoholikari

fann hjálp og frelsu. Frásøgumaðurin er Erik Waermö,

sum í mong ár virkaði fyri Harran á tí amerikanska meginlandinum, millum annað í amerikanskum fangahúsum.

 

Hann var 48 ár og stórur og sterkur. Fimm ár frammanundan lá hann at doyggja av bróstsjúku. Bæði lungu vóru herjað. Harumframt leið hann av øðrum sjúkum eisini.

Í 25 ár hevði hann verið offur fyri sprittdjevlinum. Og alla ta tíð frætti mamman einki frá honum. Hon visti altso ikki, um hann livdi ella var deyður. Hann flutti nevniliga burtur frá vinum sínum og skyldfólki og frá tí staðnum, har hann áður hevði starvast sum ein kendur handilsmaður.

Hann royndi eisini at billa sær inn, at hann var flýddur burtur frá Gudi.

At enda endaði hann í tí ringasta fátækrabýlinginum, har hann varð kallaður “gøtukongurin”.

Politiið tók hann 200 ferðir. Hann var av sonnum ringur at fáast við hjá teimum.

 

Hin burturvilsti sonurin

Hann var eisini ein trupulleiki fyri seg sjálvan. Tað, sum var hent, hevði hann ongantíð trúð, kundi henda honum. Líknilsið um hin burturvilsta sonin var vorðin ein veruleiki í lívi hansara. Hann hevði spilt allan sín góða arv burtur og stóð blóðfátækur og einsligur í tí djúpastu mannminkan. Sprittið hevði oyðilagt alt fyri hann.

Tann dagin, hann var noyddur at fara frá handlinum, slongdi hann lyklarnar oman eftir gøtuni og segði: “Alt er liðugt! Nú vil eg bara doyggja. Tað er bara helviti eftir fyri mær!”

Hann leigaði eitt bíligt kamar og keypti so nógv spritt, hann fekk, fyri teir pengarnar, hann hevði eftir. So royndi hann at drekka seg í hel.

Men tað var ikki so lætt, sum hann helt. Sprittið bleiv uppi, og hann noyddist at seta klæðini í veð fyri at fáa fleiri pengar til meira spritt. At enda var hann ikki førur fyri at gjalda leiguna, og vertskonan tók so staðin fyri teir fáu ognarlutirnar, hann hevði. So stóð hann har og hevði einki at búgva í, ongar pengar, ongar vinir. Eitt mannavrak við einum pínandi tosta í barkanum eftir meira spritti.

 

Forbønirnar hjá mammuni

Meðan alt hetta hendi, fór ein annar sorgarleikur fram, sum var heilt ókendur fyri henda djúpt niðursmokkaða mannin. Tað var fleiri hundrað kilometrar haðani.

Mamma hansara visti ikki, um hann enn var á lívi. Hon hevði ikki minsta varhugan av, hvar sonur hennara var; men kortini helt hon á at biðja fyri honum, sum hon hevði gjørt tað, líka síðani hann var borin í heim.

So byrjaði hon at virka fyri Jesus eftir einum ávísum máta, sum óivað gjørdist orsøkin til, at sonur hennara bleiv frelstur. Hon fór at biðja, at Gud skuldi senda nøkur djúpt fallin ólukkudýr til heim hennara, sum hon kundi hjálpa og leiða til Jesus í sonar síns stað. Hon vildi vísa miskunnsemi móti teimum burturvilstu, sum komu gjøgnum bý hennara.

Og stutt eftir, at hon var farin at biðja soleiðis, byrjaðu hesi neyðars menniskju at finna veg til heim hennara. Tað var í sjálvum sær eitt undur, tí býurin hevði strangar lógir viðvíkjandi valtran. Bara við einum unduri kundu hesi menniskju finna veg gjøgnum gøturnar til húsini hjá hesi mammuni.

 

Hjálpa øðrum

So kom hin fyrsti. Hon møtti honum við dyrnar og bjóðaði honum inn. Hon sigur frá við egnum orðum, hvussu hon kendi tað: “Um tað so hevði verið forsetin sjálvur, sum var komin á vitjan, so hevði hann ikki verið hjartaligari ímótitikin enn hesin neyðars maður. Eg gjørdi góðan mat til hansara og bjóðaði honum til borðs. Meðan hann át, tosaði eg við hann um Gud og greiddi honum frá frelsuni. Tá ið hann hevði biðið og tikið ímóti Jesusi sum sínum Frelsara og hevði sagt, at hann vildi tæna Harranum, sendi eg hann avstað við Guds signing. So fór eg aftur inn á kamar mítt og bað: “Harri, nú havi eg leitt henda mannin til Kristus. Vilt tú so senda onkran til mín egna son, onkran, sum kann leiða hann til tín!”

Sjey ferðir eftir einum ári endurtók hetta sama seg. Og hvørja ferð konan segði farvæl við eitt landastrok, sum hon hevði biðið saman við, ynskti hon honum Guds signing og bað síðani Harran senda onkran, sum kundi tosa við son hennara.

Í august mánað kom ein ógvuliga skitin, sjúkur og ússaligur maður til hurð hennara. Onnur hondin var næstan kvett av av einari vanlukku. Hon hjúklaði um hann, soleiðis sum hon plagdi. Hon tosaði við hann um Gud, og har gjørdist hart stríð; men tað bleiv til sigur. Hann gav seg yvir til Gud, og hon fekk tað lyftið frá honum, at hann vildi liva heilt fyri Gud og geva onkrum, hann møtti, vitnisburð sín.

Dagin eftir umtalaðu bløðini ein sorgarleik, sum var hendur um náttina. Ein maður var blivin ákoyrdur av tokinum og dripin. Tað var landastrokið, sum var komið til Jesus dagin fyri.

 

Jólini

Jólini nærkaðust, og mamman bað hesa bønina: “O Gud, alt tað, eg biði teg um hesi jól, er, at eg á ein ella annan hátt fái eina heilsan frá soni mínum. Eg vil so fegin vita, um hann enn er á lívi.”

Tann 24. desember bíðaði hon ágrýtin eftir postinum. Systir hennara fór út eftir honum, og tá ið hon kom inn, segði hon: “Emma, tað einasta, sum var við postinum í dag, er eitt gamalt, skitið kort. Tað er so vánaliga skrivað, at ein neyvan kann lesa bústaðin.”

Men mamman skilti beinanvegin, hvør sendarin var. Rørd tók hon kortið og byrjaði at stava seg ígjøgnum tað: “Góða mamma, bønir tínar eru hoyrdar. Eg eri blivin frelstur og komi skjótt heim.”

Gud hevði hoyrt bønir hennara.

Sprittið hevði ikki rokkið til, tá ið tað ráddi um at eggja kroppin á soninum og hansara pínda sinni. Í vónloysi sínum var hann eisini farin at brúka narkotika. Úrslitið var, at hann fekk dilerium. Eina náttina varð hann aftur handtikin.

 

Ein nýggjur skapningur

Dómurin ljóðaði upp á eina stóra peningabót ella eisini fongsulsrevsing, og av tí at hann ongar pengar átti, so mátti hann inn at sita.

Ein sunnudag kom ein bólkur av kristnum til fangahúsið og vitnaði fyri fangunum á sjúkradeildini. Ein genta segði frá tí bønini, hon sjálv hevði biðið, tá ið hon bleiv umvend: “Gud, ver miskunnsamur móti mær syndara og frels sál mína.” Handa vitnisburðin og hasa bønina brúkti Gud til eitt undur í lívinum hjá hesum neyðars manni.

Sjúkur og ússaligur sum hann var, ja, hann lá at doygja sambært læknafrágreiðingini, kreyp hann kortini út úr songini og niður á hitt kalda sementgólvið. Hann lyfti sínar keiktu og pínufullu hendur móti himli og rópti: “O Gud, ver miskunnsamur móti mær syndara og frels sál mína. Og lat meg sleppa at doyggja, tí eg eri sjúkur og orki ikki at bera hetta longur.”

Ein eymur Gud boygdi seg niður og lyfti hetta angrandi menniskjað frá vónloysis dýpinum til himmalska frøi. Gamli Buster Arthur Lock bleiv ein nýggjur skapningur í Kristusi, hansara gamla eg doyði at enda. Tá ið hann var komin aftur í song sína, fall hann í ein djúpan og vælsignaðan svøvn.

 

Fullkomiliga fríur

Tíðin gekk, og so hevði hann sitið tað, hann skuldi, og so var hann úti aftur á gøtuni. Men tað vardi eitt sindur, áðrenn tíðindini frættust, at nú drakk “gamli Buster” ikki longur, og hann tók heldur ikki narkotika.

Hann var blivin fullkomiliga fríaður frá øllum teimum gomlu syndavanunum, tá ið Jesus frelsti sál hansara.

Tá ið bróstsjúkan herjaði ræðuligt í kroppin hansara, varð hann innlagdur á eitt sjúkrahús. Á borðinum við song hansara lá ein Bíblia, sum Gideonittarnir høvdu givið. Og so við og við, sum hann las, fór trúgvin at vaksa í hjartanum, og tað undurfulla hendi, at hann samstundis fór at kenna seg betri, heilsan batnaði. Lungnasjúkuna og giktpínuna slapp hann heilt av við. Hann var sagdur at vera frískur og útskrivaður av sjúkrahúsinum.

 

Heima aftur

Tað var á sjúkrahúsinum, at hann skrivaði kortið til mammu sína. Og tá ið hon las hetta kortið, gekk hon aftur og fram í rúminum við kortinum høgt í hondini og prísaði Gudi.

So kom dagurin, tá ið sonurin fór heim til mammu sína. Henda trúfasta mamman, sum hevði verið so trúføst í forbønartænastuni gjøgnum øll árini, hóast hon ikki so frægt sum visti, um hann var á lívi ella ikki.

Á tann gleði bæði tvey kendu í hjarta sínum. Nú vóru mamma og sonur bundin við sterkum kærleikans bondum. Jesus var jú Frelsari hjá báðum tveimum. Tað samlag og tann eydna, tey upplivdu, kann ikki sigast frá.

Tað var ikki ringt at fáa arbeiði aftur eftir ta frelsandi broytingina. Arthur Lock var aftur á veg uppeftir í handilsverðini, tá ið hann kendiGuds kall at fara frá handilslívinum og fara út og vitna um, hvat ið Gud hevði gjørt fyri hann! Hann kundi siga frá, at hin burturvilsti sonurin kom heim, at tíðin, har undur henda, ikki er av. Eitt mannavrak var vorðið umskapað frá einum ólekjandi brennivínsbarni til eitt reinsað Guds barn.

Effie Campbell umsetti.